Hóskvøldið 17. november varð tiltakið “Skifti - Lívssøgur úr føroysku náttúruni” sett í Kolshøll á Eiði. Leygarkvøldið eftir var konsert við Marius, har Hans Jacob Kollslíð eigur tekstirnar, sum kunnu lesast niðanfyri. Men Hans Jacob hevur eisini íbirt meir enn tað.
- Orsøkin til, at eg eri her, er at Ellindur Egilstrøð hevur valt at givið málningunum, sum hann sýnir fram á hesari framsýningini, heiti úr tekstum, sum eg havi skrivað til løg hjá tónleikabólkinum Marius Ziska. Og eg má viðganga, at eg kenni meg ikki sørt stoltan og kanska eisini eitt sindur smikraðan av, at Ellindur hevur valt at gera tað. Tað er nevnliga soleiðis, at vit báðir, Hans Marius Ziska og eg, vóru nokkso nógv í iva um, hvørt tann fyrsti føroyski sangurin, sum vit skrivaðu saman, ikki var ov løgin at geva út. Frá 2005 høvdu vit skrivað enskar sangir saman, men í 2013 kom Hans Marius so við tí hugskotinum, at vit kanska áttu at roynt okkum á føroyskum. Hann sendi mær eitt lag, og eg setti meg at skriva orð. Minnist tað væl, tí løtan er vorðin ein av hasum heilt serligu løtunum, ið hava fest seg í minnið hjá mær. Eg minnist hvørjum rúmi eg var í, eg minnist at húsfólkið var farið í song, og so minnist eg kvirruna, sum eg sat í, sigur Hans Jacob.
Nærveran
So kom nærveran floymandi
Uttan at siga mær frá
Bara so
Var hon aftur her
Nemur hjarta mítt vís og góð
Tykist sum um hon er mín
Men eg veit
At hon býr í tær
Tá hon fer
Er hon her
Men eg dugi ei
At liva í løtuni sum er ein treyt
Skal eg vera har
Og so teskar hin hugsandi mær, at hon er
Ikki til
Uttan tíð
Uttan stað
Ikki sovna nú
Sterkar kenslur, hold og blóð
Tankar og vilji til
At verða í
Hesum heiminum
Tá hon fer
Er hon her
Men eg dugi ei
At liva í løtuni sum er ein treyt
Skal eg vera har
Og so teskar hin hugsandi mær, at hon er
Ikki til
Uttan tíð
Uttan stað
Ikki sovna nú
- Spurningurin, sum vit settu okkum sjálvum var, ber tað til at skriva ein poppsang við einum sovorðnum teksti? Og hvat snýr hesin teksturin seg í roynd og veru um? Nærvera? Hvat er tað fyri nakað? Tað løgna við tí er, at eg veit ikki sjálvur hvar hesin teksturin kom frá? Eg minnist meg sita og skriva hann...út í eitt...og tá ið hann var liðugur, ja so var hann liðugur. Har var ikki tørvur á at fara afturumaftur at rætta og umskriva, sum tað ofta er. Mítt besta boð er, at teksturin er ein “fallan uppá pláss” og síðani ein eksternalisering, av nøkrum kenslum og tonkum, ið høvdu upptikið meg í eina tíð, dagarnar frammanundan at teksturin varð skrivaður. Skrivingin krevur, eins og málingin ger, at okkurt innara, í størri ella minni mun, verður ítøkiliggjørt, so tað kann materialiserast niður á skrivaða blaði ella upp á lørifti.
Hvussu var og ikki. Stutt aftaná, at sangurin var skrivaður, tók bólkurin Marius Ziska sangin upp í einum urtagarði í Randers. Teir vóru á konsertferð í Danmark. Búðu hjá einari mostur hjá Hans Mariusi í Randers, og nýttu ein seinnapart til at gera ein live upptøku av sanginum Nærveran. Teir uploadaðu upptøkuna á YouTube, og alt fyri eitt var hann sera væl móttikin av fólki. Føroyingar tóku sangin til sín, og tá vistu vit, at vit høvdu fatur á onkrum, og fingu soleiðis størri sjálvsálit til at halda áfram at skriva á føroyskum. Tann næsti føroyski sangurin, ið vit skrivaðu, hevur henda tekstin:
Villingarsjónin
Tá ið meldurin í eitt bil steðgar á
Og tú sært at
Allur heimurin er ein pallur hjá tær
Og hjá hinum
Ja, so er alt so broytt
Vit eru bara menniskju, sum eru
Saman her
Og tú kanst vera tú
Í hesari steinrunnu gomlu verð,
Sum nú er
Klettarnir klovna tá brátt
Álvar og trøll trína í dyr
Og vit eru í heilt øðrum stað
Hóast alt er tað sama sum var
Alt er møguligt, tá tú trýrt at tú kanst
Í tær sjálvum
Flyta øll tey fjøll, ið tær forða í dag
Innan í tær
Og alt er púra nýtt
Vit eru bara menniskju, sum eru
Saman her
Og alt ber so væl til
Í hesari steinrunnu gomlu verð,
Sum nú er
Klettarnir klovna tá brátt
Álvar og trøll trína í dyr
Einglarnir vísa seg tá
At ganga ímillum okkum her
Tey fornisku tysja tá fram
Drekka sær sólargeislaskál
Tey koma úr himli og hel
Tey koma úr tær og so úr mær
Og vit eru í heilt øðrum stað
Hóast alt er tað sama sum var
Og eg vakni og síggi av tær
Eina vónríka sjón djúpt í mær
- Hesin teksturin var umskrivaður fleiri ferðir, og sat ikki líka skjótt sum Nærveran. Rokni við, at tey flestu, sum fáast við at skriva, mála ella annað skapandi virksemi, hava gjørt sær tær royndirnar, at onkuntíð koma tingini skjótt, og tú nær nóg illa at fylgja við íblástrinum. Og aðrar tíðir hendir næstan onki. Men hóast hesir báðir tekstirnir ikki eru skrivaðir á júst sama hátt, við tað, at annar er skrivaður skjótt og hin er skrivaður seint, so hava teir tó tað til felags, at teir báðir koma inn á nakað, sum eg fari at loyva mær at rópa fyri náttúru – tann fyrri teksturin, Nærveran, ger eina roynd uppá at lýsa okkurt, sum eg meti er ein partur av okkara innaru náttúru, ímeðan tann seinni, Villingarsjónin, er fullur av myndum, ið vit kunnu siga eru úr teirri uttaru náttúruni, bæði teirri ítøkiligu og hinari ímyndaðu.
Men hetta er torført at siga nakað um, tí í roynd og veru veit eg ógvuliga sjáldan akkurát hvat tað er, sum eg royni at seta orð á. Haldi heldur ikki at tað er rætt av mær her í kvøld at gera eina roynd uppá at greina og tulka mínar egnu tekstir, tí so kundi onkur kanska fingið ta fatanina, at nú vita vit við vissu hvat hesin ella hasin sangurin hjá Marius Ziska er um. Idéin við fleiri av hesum tekstunum er ikki so nógv at siga nakað við vissu um okkurt avmarkað ítøkiligt evni, men heldur at peika móti onkrum, sum kennist púra veruligt, men ikki letur seg so væl fanga í málinum, soleiðis sum vit vanliga nýta tað.
Tá ið ein nýggj útgáva, ella eitt nýtt staklag hjá Marius Ziska, kemur út, spyr plátufelagið meg vanliga hvat útgávan ella sangurin snúgva seg um? Hetta hendi eisini fyri nøkrum døgum síðani í sambandi við, at nýggja staklagið Ímeðan vit bíða kemur út um nakrar mánaðir. Haldi, at eg fari bara at fortelja tykkum hvat eg svaraði plátufelagnum, tí hetta er støðan, ið eg standi í í mun til fleiri av tekstunum, sum eg havi skrivað til Marius Ziska. Eg svaraði plátufelagnum nakað soleiðis:
Onkuntíð havi eg hoyrt listamálarar siga, at teir í roynd og veru kanska bara hava málað ein málning i lívinum, og at teir enn royna at fáa hann góðan. Eg kann saktans relatera til tað. Kanska havi eg – burtursæð frá nøkrum heilt fáum tekstum sum t.d. Vald og Flóttin, ið eru av einum meira politiskum slagi - bara skrivað ein tekst í lívinum. Ímeðan vit bíða byrjar við at siga "Eg visti ongantíð júst hvat tað var eg kendi", og er enn ein roynd hjá mær at seta orð á hatta, sum eg eisini havi roynt at seta orð á í t.d. Nærveruni og Silvurlín. Tað er bara so sera torført at seta orð á hesi tingini, tí mest sannlíkt verður tú misskiltur. Kensluna, ella totalupplivilsi, ið eg royni at seta orð á, vil eg allýsa sum verandi onki minni enn andaliga, men, tá ið eg sigi tað, so melda í minsta lagi tveir trupulleikar seg alt fyri eitt – tann fyrsti er, at orðið "andaligt" gevur allar møguligar assosiasjónir, ið hetta, ið eg royni at lýsa, ikki er, og tann næsti er, at upplivilsi letur seg ikki fanga í orðum og ongi hugtøk rúma tí til fulnar. Upplivilsi er eisini av einum so løgnum karakteri, at hóast tú ert fullvísur í, at tú hvílir í tí, tá ið tú hvílir í tí, so kanst tú fara at ivast í um tað yvirhøvur er til, tá ið tú ikki ert har. Men av tí, at eg havi kent tað, og havi upplivað...ofta...at alt glógvar í einum øðrvísi ljósið, tá ið eg eri har, so má eg ganga út frá at tað er har, men at tað eri eg, sum ikki altíð megni at vera har.
Veit ikki um tey á plátufelagnum gjørdust nógv klókari um hvat sangurin Ímeðan vit bíða snýr seg um, men kanska teksturin Reyn, sum eg havi skrivað við íblástri úr sendingini Svartur sannleiki, sum Kringvarpið gjørdu um listamálaran Ingolv av Reyni, kann seta nøkur orð á hvørjari støðu eg ofta kenni meg at vera í, tá ið royni at fara inn í henda undarliga innara substansin.
Reyn
Vaði har eg ikki grynni
Á ferð inn í hitt ókenda
Eg vil finna aðrar leiðir
Leiti inn í ljósið, sum er myrkur
Uttan hugtøk ella orð
Ferðist inn í okkurt, sum er onki
Handan tankan
Har ljóst er ljósari
Og myrkt er myrkari
Er tað
Rúm, dýpd og skuggar eru
Sansi anga, ljós og ljóð
Leiti eftir mær í øllum
Finni meg í tí, sum ei kann sigast
Bróti niður, byggi upp
Loysi meg frá øllum, sum kann skipast
Litir glógva
Har ljóst er ljósari
Og myrkt er myrkari
Er tað
Ivin er allatíð her
Tori eg longur
Tráandi óróin ber
Meg inn á gøtur
Har Ljóst er ljósari
Og myrkt er myrkari
Reiki eg
- Nú ljóðar hetta alt samalt kanska ógvuliga diffust, men samstundis sum eg kenni meg drignan at hesum óítøkiliga, sum eg eri rættuliga sannførdur um, at eg ongantíð fari at kunna seta orð á til fulnar, so eri eisini sera áhugaður í náttúruvísindunum. Ikki minst stjørnualisfrøðini, ið fyri nøkrum mánaðum síðani gjørdi nøkur risafet fram á leið, við tað at James Webb stjørnukikarin varð sendur upp í rúmdina, og er farin at senda okkum myndir, ið eru djúpari og klárari enn nakað, sum mannaættin hevur sæð av rúmdini higartil.
Nú er tað, at vit fara heilt út, ella inn, í ta stóru náttúruna! Henda yrkingin er skrivað við íblástri frá einari klummu í Ideer sektiónini í Weekendavísini, 16. september 2022, ið m.a. viðgerð nakað av tí vitanini, ið vit fáa gjøgnum James Webb teleskopið:
Skapanarsøga stjørnukikarans
Sjónligi alheimurin er umleið 13,7 milliardir ára gamal
Okkara sólskipan er ung
Bara 4,6 milliardir ára gomul
Tað gingu 700 milliónir ár
Áðrenn einkyknaðar verur íkomu á jørðini
Og næstan 4 milliardir ár
Áðrenn fleirkyknaðar verur íkomu
Fyrstu menniskjasløgini íkomu fyri nøkrum milliónum árum síðani
Vit, Homo Sapiens, hava bara verið til í nøkur hundrað túsund ár
Teir fyrstu 20 minuttirnar av søgu alheimsins
Var tættleikin og hitin so stórur
At protónir kundu samanbræðast til nýggj atomir
Men eftir 20 minuttum
Hevði alheimurin longu víðkað seg so nógv
At samanbræðingin ikki kundi halda áfram
Tá var alheimurin umleið 75 prosent hydrogen
25 prosent helium og eitt lítið sindur av litium og beryllium
Áðrenn vit menniskju kundu íkoma máttu nýggj og tyngri atom samanbræðast
Tí vit eru, umframt hydrogen, einamest oxygen, kolevni, nitrogen, fosfor og kalsium
Einastu støð í alheiminum
Við nóg nógvum hita og tættleika til at hetta kann henda náttúrliga
Er í kjarnum í stjørnum
Í teirra spreingingum
Og tá ið nevtrónstjørnur bresta saman
Atomini í okkara kroppum
Koma sostatt frá teimum fyrstu 20 minuttunum í alheiminum
Og úr sjálvum stjørnunum
Tær 85 milliardirnar av nevronum í heilanum á hvørjum einstøkum av okkum
Sum hvør sær eru samansettar av milliardum av atomum
Eru tískil
Bókstavliga tikið
Alheimurin
Ið kannar seg sjálvan
- Um vit taka vísindini í álvara, so sigur hetta okkum, at ikki bara vit øll, og øll tann náttúran, sum vit eru ein partur av, kemur úr sama singulariteti, men allur alheimurin sum hann er. Í yvirførdum týdningi kundu vit kanska sagt, at alt, sum er til, er í familju. Um so er, so er tað kanska ikki so løgið, at vit á onkrum heilt grundleggjandi stigi kenna okkum sum part av náttúruni, hóast hon kann vera sera umskiftilig, og vit ikki altíð skilja hana til fulnar.
Nú skal eg skjótt fara at runda mín part av, men kanska er tað uppá sítt pláss líka at lesa eina yrking, ið tekur okkurt eitt sindur meira gerandisligt upp, ið tó eisini vísir menniskjuna í náttúruni. Tað er nevnliga soleiðis, at vit, sum teir holdsligu kroppar vit eru, mugu syrgja fyri, at vit fáa mat. Og matin fáa vit eisini úr náttúruni. Tvey av teimum bestu árunum í mínum lívi hevði eg, tá ið eg fyrst í 0’unum sigldi við Thomas Nygaard. Haðani henda yrkingin:
Við pavnin
Alt í einum
Kann hon renna fram fyri meg
Løtan
Tá ið eg fyrstu ferð
Umborð á Thomas Nygaard
Stóð við fullum pavni av livandi toski framman fyri mær
Vit rokaðust
Og tað raplaði inn gjøgnum lúkuna
Eg dugdi ikki so væl enn at nýta tummil og fremstafingur sum klógv
Tummilin omaná lippuna
Og fremstafingur inn í eygað
So júst tann parturin opinberaðist
Millum reyðu táknurnar
Ið skuldi kvettast av í einari skjótari rørslu
Fylgdari av einari uppaftur skjótari rørslu
Ið spretti magan á fiskinum upp
So innvølirnir duttu úr
Taka
Kuta
Spretta
Taka kuta spretta
Taka kuta spretta taka kuta spretta
Minnist at eg hugsaði um útspílaðu eyguni og blóðið tær fyrstu 200 ferðirnar
Men so hevði eg lært tað
Og hugsaði
Ikki meira
- Ja, hetta er so eisini ein partur av tí at liva og virka í náttúruni. Ein partur, sum vit í Føroyum, kanska kenna serliga væl, við tað, at vit eru ein fiskivinnutjóð. Vit leita okkum ikki bara listarligan íblástur úr náttúruni. Vit filosofera ikki bara um hana. Vit gagnnýta hana eisini sum materielt tilfeingi. Men akkurát tann partin haldi eg, at vit lata liggja í kvøld.
Eg fari at enda við einari yrking, sum eg skrivaði eina náttina, eg sat á Skála og hugdi yvir á Gøtueiði. Minnist, at eg var eitt sindur uppøstur um okkurt, sum eg hevði rent meg í um dagin, og hevði so sett meg í tann reyða stólin í stovuni hjá okkum at hyggja út. Yrkingin haldi eg er eitt nokkso gott dømi um, at náttúran eisini kann vera lekjandi, ja, næstan terapeutisk, um tú bara letur teg upp fyri henni. Í øllum førum var eg nógv meira í javnvág, tá ið eg reisti meg upp, enn tá ið eg setti meg niður.
Ongin er orsøk
Náttin er ljós nú
Summar er
Sannkenni løtuna í mær her
Siti bert kvirrur og hyggi út
Fuglurin hoyrist
Stákast nú
Bygdi sær reiður har eg og tú
Sóu bilarnir koyra hvør sín veg
Alt er á ferð
Í hesi verð
Ongin er orsøk at stúra nú
Alt er júst tað sum tað altíð var
Skýggini reka og skjótt er eisini tú
Partur av teim
Farin heim
Roðar í eystri
Fyri sól
Reisist og fari at finna ból
Dagurin krýpur nú inn í heim
Byrjar mín ferð
Í dreymaverð
Ongin er orsøk at stúra nú
Alt er júst tað sum tað altíð var
Skýggini reka og skjótt er eisini tú
Partur av teim
Farin heim
Takk fyri
Hans Jacob Kollslíð
Kolshøll 17.11.2022.