Her er ein hegri á náttklubba. Hann er so spelkin, at hann stendur á høvdinum. Aftanfyri síggjast eksotisku náttlampurnar. Nei, tvætla ikki. Hetta er ikki ímyndin av, hvussu vit skulu møta framtíðar ferðafólki. Hetta er ein av mongu fuglunum, sum Edward Fuglø hevur sett á eina klótu, sum hongur undir loftinum í SMS, meðan hugnaligu kafélampurnar í Baresso glampa aftanfyri. Navnið á instalasjónini er SunMoonShadow , stytt SMS. Edward hevur savnað fuglar úr fimtan føroyskum skúlum, sum nú síggjast á torginum í SMS fram til 26. mars. Hetta er besta høvið nakrantíð at síggja so nógvar ymsar fuglar á einum stað. Klikk á myndirnar og tær verða størri. Ein ytri orsøk til hesa risastóru installasjón er, at geva teim mongu ferðafólkum, sum koma til landið í hesum døgum at uppliva sólarmyrkingina fríggjadagin, eina uppliving, har føroyska fuglamangið kennist og hoyrist. Umframt fuglar og fuglalát úr bjørgum og haga, hevur Edward sett sjónvarpsskermar upp á træsúlurnar, sum