Skip to main content

Skálatrøð verður mentadepil í Havn


Nýggja Tjóðleikhúsið á Skálatrøð skal standa liðugt í 2019. Tað varð kunngjørt í Meiarínum í mentunargøtuni Tórsgøtu í Havn í dag. 1. februar hevur verandi Tjóðpallur hildið til har í tíggju ár. Elsa Johanna Høgenni, forkvinna í stýrinum fyri Tjóðpallin, bjóðaði vælkomin.


Eitt brot úr komandi leikinum Kreditorar eftir August Strindberg varð framført. Eyðun Johannessen leikstjórnar Kristinu Sørensen Ougaard, Hans Tórgarð og Hjálmar Dam. Leikurin verður frumsýndur á verandi Tjóðpalli tann 11. apríl.


Vit hoyrdu sang úr fyrstu føroysku teaturkonsertini Rósa Maria, ið er bygd á samnevndu søguna hjá Jens Paula Heinesen, har Bergur Rasmussen hevur skrivað tekstin til leikin og Jónleif Jensen hevur gjørt tónleikin. Evu Mariu Brynhildardóttir Bláhamar og Mike Viderø sungu og Ólavur Jakobsen spældi gittar. Rósa Maria verður framførd í Norðurlandahúsinum í heyst.


Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri setti á heysti í 2013 bygginevnd fyri tjóðleikahús við Bjarna Wilhelm, deildarstjóra í Mentamálaráðnum, sum formanni og Aldu Joensen, fulltrúa í Mentamálaráðnum, sum skrivari. Her sæst ein spentur Bjarni saman við leikstjóranum Eyðuni Johannessen framman fyri talvuni yvir økið á Skálatrøð, har mentanardepilin í Havnini skal vera og tískil eisini komandi tjóðpallurin. Meðan Eyðun er skeptiskur á fyrru myndini er hann so himmalsfegin á seinnu myndin. Eins og øll onnur, sum møttu í Gamla Meiarínum í Tórsgøtu, sum higartil hevur verið mentanargøtan í Havn, helt Eyðun fyri, at hetta er fantastiskt!


Eftir fyrsta fundin í nevndini fyri tjóðleikahús fyri bara hálvum øðrum ári síðani varð staðfest, at yrkisleiklistin hevur vánaligar hølisumstøður, og at eitt av høvuðsendamálinum við nýggja tjóðleikhúsinum er at gera umstøðurnar hjá okkara yrkisleiklist tíðarhóskandi. Tað vóru bæði Eyðun Johannessen, leikstjóri, og Jenny C. Petersen, sum higartil hevur stjórnað Tjóðpallinum, serstakliga fegin um.


Umframt Bjarna og Aldu vóru og eru enn hesi í nevndini fyri tjóðleikahús: Jenny C. Petersen, omafyri, sum er stjóri á Tjóðpalli Føroya, Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu, Árni Baldvinsson, ljóstøkningur, Mikael Viderø, teknsikur stjóri í Tórshavnar kommunu og Birita Wardum, býararkitektur í Tórshavnar kommunu.


Heðin Mortensen, borgarstjori, segði at Tórshavnar kommuna hevur skipað Skálatrøð til mentanardepil við denti á bygging, ið hevur serstakan mentanarligan týdning fyri tjóðina og høvuðsstaðin. Skálatrøð er mest framúrskarandi stað í Føroyum, mitt í høvuðsstaðnum, tætt við hentleikarnar í miðbýnum og hugnaligu Vestaruvág, segði Heðin, tá hann avdúkaði staðsetingina á pallinum í Gamla Meiarínum. - Eg fari at takka Mentamálaráðnum fyri tað góða samstarv, sum vit higartil hava havt um ta mest týðandi mentanarpolitisku byggiverkætlan í Føroyum síðan Norðurlandahúsið fyri 30 árum síðani, segði Heððin við Bjørn, sum eisini helt hugvekjandi røðu, har hann endaði við at lesa vinmannin, yrkjaran Tórodd Poulsen.


Upplýst varð, at nýggja tjóðleikhúsið kann verða um 3.000 fermetrar stórt við stórum palli við plássi til 200 áskoðarar umframt øðrum pallum, kafé og verkstað, og við 22 metrar høgum palltorni, sum Heðin væntaði kundi verða framtíðar býarmerki. Og lat meg skoyta uppi, at hetta torn kann eisini verða ein attraktiv kafé. Bara ein tanki, altso. Tryst á arkitektamyndirnar av Skálatrøð niðanfyri og tær verða størri.


Klikk á arkitektamyndirnar av Skálatrøð omanfyri og tær verða størri. Sagt varð víðari á framløguni í dag, at tjóðpallurin er stórur í vavi, og verður tí staðsettur vestarlaga á økinum, har økið hevur størst vídd, og har møguleikarnir at byggja høgt eru bestir. Aftrat tjóðleikhúsinum kann byggjast ein annar mentanarbygningur eystarlaga á Skálatrøð um 2.000-2.500 fermetrar til støddar, niðanfyri smiðjuna í Lítluvík. Og lat meg eisini her skjót inn í millum, at vón mín er, at her verður ein framtíðar biografur, sum kann skapa lív í býnum. Heðin helt fyri, at tað er týdningarmikið, at hesin bygningur í funktión styrkir Skálatrøð sum mentanardepil saman við tjóðleikhúsinum. Frammanfyri móti Vestaruvág ber til at skapa nýtt býarrúm til uppihalds og framførslur. Framvið berginum verður bygt eitt parkeringshús til einar 185 bilar, sum er tað sama sum í dag. Altso ein avgjørd win-win situatión mitt í býnum. Tað eru Zeta arkitektar, sum hava gjørt skitsuuppskotið á Skálatrøð. Somu arkitektar vunnu í fjør arkitektakappingina um miðbýin í Havn. Nú er at draga eina línu! Og eini persónurin, sum eg ikki kundi lata verða við at verða hugtikin av, so glaður hann varð, tað var rabarbudrongurin Eyðun Johannessen. Amen!