Skip to main content

Posts

Jól, svart uppá gult longu í heystfrítíðini

Í dag rendi eg meg í hetta jólaskeltið í Bónus. Eitt torn av blikkum við bommum og karamellum. Svart á gulum er sjónligasta skriftin. Tað vísa allar grafiskar kanningar í øllum heiminum. Svart á gult er effektivt og sigur alt. Tí eru tað ikki allir handlar, sum brýggja seg um at brúka svart á gult. Fert tú út í verðina og steðgar forpøst í Keypmannahavn, so sært tú svart á gulum í Netto, men ikki í Irma og als ikki í Magasin. Har vilja tey vera fínari og hava tørv á fjala, at tey eru dýrari fyri brúkaran. Men í Lidel í Týsklandi koma svart-gulu skeltini undan aftur. Tí har eru tey allar bíligast í Norðurevropa, í Lidel. Svart uppá gult, tað er the new black. Og enn eru 75 dagar til jóla. Brúka teg so, kjeri brúkari.

Eg eri nústani byrjað

Katrin Ottarsdóttir var fyrsti føroyingur, sum fekk sær filmsútbúgving, og hon gjørdi eisini fyrsta føroyska spælifilmin, Atlantic Rhapsody. Síðan hevur hon gjørt fleiri spælifilmar og heimildarfilmar, givið út yrkingasøvn og fingið heiðurslønir og lívlanga sømdargávu frá landinum. Slóðarin innan føroyskan film hevur ikki enn gjørt teir filmar, hon veruliga vil gera.  Birgir Kruse, Atlantic Review “Eg kenni sjálv, at eg eri bara við byrjanina av teimum fiktiónsfilmum, eg vil gera. Eg haldi ikki sjálv, at eg havi gjørt nóg nógv á filmsøkinum,” sigur filmsleikstjórin Katrin Ottarsdóttir, tá eg hitti hana heima í Hedehusene í Danmark. Ørindini eru at kanna, hvør hennara drívmegi hevur verið øll hesi árini, og hvat tað næsta verður, hon fer at gera. Seinasti filmurin var Ludo frá 2014, ið var ein dramatisk lýsing av uppvøkstrinum hjá eini gentu við sálarsjúkari mammu og einum víkjandi pápa. Filmurin er sjálvbiografiskur, og dóttir Katrina, Hildigunn, spælir sálarsjúka mamman.

Fríggjadagur farther along...

So var aftur vikuskifti í Havn og í allari verðini. Pippi hevur fylt 70 og nú fyllur  Dimma  eitt, og fær tí nøkur fólk at skriva sjálvfylgiligheitir á degnum. Tó so, tær báðar kvinnurnar sum skriva, Marjun og Rigmor, eru ikki samdar um Kringvarpsgjaldið. Onnur, mentamálaráðharrin, vil krevja gjaldið inn sum eykaskatt frá øllum føroyskum løntakarum innan- og uttanlands á sama hátt sum til Sjúkratrygd í Klaksvík, meðan hin skrivarin setur uppá, at nettup verandi lisensgjald er trygdin fyri røttu brúkrafatanini av Kringvarpinum og public service hugtakinum. Interessant. Í oddgreinini í Ársdimmuni verður sagt, at tey hava arbeitt við eini talgildari skipan at lesa blaðið. Enn havi eg so ikki sæð hana. Men tað er bara eitt ár, sum er farið. Hvat er tað í einum tíðindaheimi, sum ikki hyggur upp úr papppírinum? Hyggja vit í verandi Vikublaðsdimmu, so inniheldur hon somu lesarabrøv á gomlum pappíri, sum hinir miðlarnir longu langt síðani hava latið meg lisið. Góðar, djúptøknar greinar eru

Svetlana Aleksijevitj fær Nobelvirðislønina

Sara Danius , fyrsti kvinnuligi skrivari í Svenska Akademinum, hevur á middegi kunngjørt, at bókentavirðisløn Nobels 2015 verður latin 67 ára gomlu hvítarussisku Svetlanu Aleksijevitj, för hennes mångstämmiga verk, ett monument över lidande och mod i vår tid . Svetlana sæst omanfyri á mynd, sum Magnus Hallgren hevur tikið fyri svensku avísina Dagens Nyheter . Svetlana er journalistur og rithøvundur, sum hevur skrivað skaldsøgur á russiskum av dokumentarslagnum um Sovjetmenniskjað , sum sviar siga. Kendastar eru Bøn fyri Tjernobyl , Kríggið hevur einki kvinnuandlit og Tíðin second hand: endin á reyða menniskjanum . Týski P.E.N. felagsskapurin upplýsir, at síðan Lukasjenko kom til ræðið í 1998, hevur Svetlana verða bannað, eins og allar hennara bøkur hava verið bannaðar at lesa í Hvítarusslandi. Eina tíma undan hevði Svetlana sjálv longu tweeta úrslitið til allan heimin: Virðislønin, sum verður handað í Stockholm hin 10. desember, er 8 milliónir svenskar krónur, umframt

Hvør fær Bókmentavirðisløn Nobels í døgurðapottin í morgin?

Í morgin hósdagin 8. oktober á middegi okkara tíð verður kunngjørt, hvør fær Nobelvirðislønina í bókmentum í 2015. Í fjør var tað franski Patrick Modiano, sum eg aldri havi lisið, ið vann. Bara kvalifiseraðir persónar, qualified persons only, sum heimasíðan hjá dynamittkonginum Nobel sigur, kunnu koma við uppskotum. Tey kunnu verða sprongd upp 50 ár seinni, uppskotini og grundgevingarnar altso. Tað eru limir í Svenska Akademinum , professorar í bókmentum og málfrøði, virðislønarmóttakarar higartil, og formenn og forkvinnur í rithøvundafeløgum, ið kunnu skjóta upp. Teir átjan limirnir í Svenska Akademinum hava ábyrgd av úrvalinum. Nobelnevndin í bókmentum , sum kunnu vera fýra ella fimm fólk, gera endaliga av. Við passaligari trygdarfrástøðu verður kunngjørda virðislønin handað í Stockholm hin 10. desember. Til ársins bókmentavirðisløn, sum er 8 mió svenskar krónur, hevur Svenska Akademiið fingið 259 uppskot. Eftir nevndarviðgerð standa 198 eftir. Millum hesi eru 36 nøvn, sum fyr

Montasja ella reportasja?

Í hesum døgum er kjak millum fólk um montasju , ljóðmynd, hoyrispøl, útvarpsleik og reportasju . Orsøkin er, at Linda Mortansdóttir í farnu viku frumsendi Føroya fyrsta útvarpsbiograf um tvíburðabróðurin Rasmus Rasmussen í Tjóðpallinum. Ikki sum sýning, men sum hoyring . Sigst, at sama montasja verður send í sínum natúrliga elementi, í Útvarpinum, komandi leygarkvøld. Í landinum eru vit vælsignað við orðabókum, sálmabókum og Bíblium. Men hvørki orðið montasja ella reportasja eru í Orðabókagrunninum. Tó, hyggja vit í orðabøkurnar hjá Sprotanum, so finna vit bæði orðini í donsk-føroysku og ensk-føroysku orðabókunum, soleiðis: DA-FØ: Montage : tilgerð, sam(an)seting, frásøgumynd (mynd, ið er samansett úr mongum smáum myndum, sum geva heildarmynd), montasja EN-FØ: ljósmyndasamanseting, montasja DA-FØ: Reportage : frásøgn, (beinleiðis) frásøga el. frágreiðing (ofta frá sjálvum hendingarstaðnum) EN-FØ: (forml.) tíðindaflutningur (hvussu fjølmiðlar lýsa tíðindi); frásøga Sum sæ

Fantastisk fiktión úr Noregi

Norðurlendskur filmur stendur sterkur í sjónvarpi í hesum døgum. Triði partur av svensk-donsku røðini Broen er júst byrjað, og í kvøld frumsýndi DR2 undir danska heitinum Den russiske ambassadør fyrsta part í spildurnýggju norsku sjónvarpsrøðini Okkupert . Sjónvarpssøgan, sum norska TV2 hevur gjørt, er í 10 pørtum og byggir á hugskot hjá kenda norska rithøvundanum Jo Nesbø. Søgan fer fram í eini ikki so fjarari framtíð, har USA er farið úr NATO, og samstundis finnur alla ta olju, tey hava brúk fyri í egnum landi. Borgarakríggj er á arabisku hálvoynni, so haðani kemur einki til Evropa. Sum í einum Dominospæli verður kreppa í Evropa. Tá søgan tekur við, seta øll á okkara leiðum álitið á ríka oljulandið Noreg, sum júst hevur fingið nýggjan forsætisráðharra, Jesper Berge, sum sæst omanfyri. Beint móti øllum vónum, kunngerð hann, at Noreg steðgar allari oljuboring, og fer at útvinna thorium, tí hann tekur veðurlagsbroytingar í álvara. Hetta lata ES, russar og obskur vinnilívsáhugamál

Ein Skansamúrur í Havn

Hesa myndina hevur Dánjal Højgaard tikið úr stovuvindeyganum á Hellutúni 6 í Eysturbýnum í Havn. Múrurin fremst fyri er ikki ein konsertkulissa til The Wall , ella ein endurskapan av tí múrinum, sum Pink Floyd ynsktu eins langt niður og norður, sum Ronald Reagan, tá hann á 750 ára degnum í Berlin í 1987 bað Mikhail Gorbatsjov um at 'Tear down this Wall'. Tað hendi. Og kanska skulu ganga 300 ár til hesin ræðandi múrur omanfyri verður tikin niður. Tí Skansin í Havn er enn bara 435 ára gamal. So eftir hesa arkitektonisku skarnsagerð, ger nú helst einki, hvussu Skansin verður innrammaður og viðfarin hinumegin, frá sjósíðuni. Má siga, at estetikkurin í Havn hevur tað ikki gott. Hvat munnu grannarnir siga, at fáa henda vegg upp fyri stovuvindeygað? "Tear down that wall, Mister Mortensen, freistast skansabørn at siga", sigur Dánjal Højgaard, sum tók myndina. "Minnir kanska eitt sindur um tann hjá Roger Waters. Men ei dáni í, um Skansin kennir seg álopnan fr