‘Tað var ikki í mínum tonkum at verða týddur og raka ein fremmandan marknað,’ segði Bárður Oskarsson (f.1972) í samrøðu í Frankfurt í 2011, tá hann hevði ensku týðingini av bókini Ein hundur, ein ketta og ein mús , sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2004, í hondini. ‘Mín ætlan var heldur ikki at gera eina avgjørt føroyska barnabók, men heldur eina bók, sum bjóðaði føroysku barnabókini av, tað vil siga at barnabókin í sniði og innihaldi, talar til eitt ávíst øki, sum kann vera Føroyar, men tó ikki er bundin at Føroyum. Barnabøkur eru ofta so lokalar og nema við viðurskifti sum tað kenda og trygga. Eg gangi eftir einum breiðari máli í mínum bókum, har vit eru leys av mentan og búskapi og bindingum til samfelagið, men vil heldur raka hitt einstaka menniskjað. Tí skal søgan vera einføld, bæði í teksti og tekningum.’ Henda føroyska barnabókin var hin fyrsta at koma í White Raven bókalistan hjá lektørum í Munchen í 2006 við hesum teksti: Nýggjasta barnabókin hjá Bárði er