Skip to main content

Posts

Euphoria Evening

Vegurin til House of Blues á Mandalay Bay gekk framvið einum egyptiskum sfinski og pyramidum við so sterkum toppljósi, at rúmdarmenn sóu tað í ringrás. Innan konsertina fekk eg southern soul food - Jambalaya við sterkum gulum pipari og søtum flatbreyði (Myndir: Cornell MySpace og Birgir Kruse) Endurpostaður bloggur frá 7/8-2008: Í nøkur ár hevur fløgan Euphoria Morning verið mín yndisfløga. Upphavsmaður er Chris Cornell, ein frálíkur sangari, ið ljóðar sum ein samandráttur av øllum tí tónleiki eg lurtaði eftir í 70’unum. Deep Purple, eftir Ian Gillan, Paul Rogers í Free og Bad Company - og í løtum við einum farra av Led Zeppelin og Ritchie Blackmore, men tá er tað meiri á gittarsíðuni. Og so er allar ræddarreferansurnar eisini at hóma úti í tí fjara - Journey, Kansas og so framvegis. Chris Cornell er í mínum huga hin besti 70’ara sangarin, sum ikki er úr 70’unum. Hann er nógv yngri enn so. Kom fram síðst í 80’unum við Soundgarden og var stórsta Seattle navnið tá Náttarrav

Fjórða umfar byrjar í dag

Í dag byrjaði fjórða umfar í leiting eftir olju í føroyskum øki. Tað vil siga, um nakar áhugi er at kanna og bora. Tilboðið stendur við til 17. februar næsta ár. - Møguleiki er fyri stórum inntøkum, segði Poul Michelsen, landstýrismaður í vinnumálum. Hann er sannførdur um, at vit finna kolvetni í lønandi nøgdum. Omanfyri sæst einasta mynd, sum í einum vísur allar tær níggju leitiboringar, sum higartil hava verið í føroyskum sjóøki, hvat ár tær vóru, hvussu tær itu, hvør stóð fyri boringunum og hvat úrslitið var. Í eina førinum sæst eisini, hvussu nær landi eina leitiborðingin varð gjørd. Tá var oljuævintýrið bara 100 km úr landi. Myndin er á blaðsíðu 50 í Atlasinum hjá Námi, sum kom í 2014. Einki er broytt síðan tá. Ole Wich teknaði søguliga kortið, sum enn stendur við. Í summar fer Jarðfeingi at kunnað altjóða oljufeløg í London um útbjóðingina.

Frá føroyska løgmanni til amerikanska forsetan

Brad Torchia foto Benjamin Rasmussen, omanfyri, er freelance myndamaður í Denver, Colorado, har hann hevur búð í 8 ár og er giftur Abby Kirkbride. Pápin eru úr Klaksvík og foreldrini vóru trúboðarar sunnantil á Filipsoyggjum, har Benjamin vaks upp. Nú er hann á hvørjum munni, tí hann við navni eigur forsíðuna á amerikanska vikublaðnum TIME , sum varð stovnað í 1923 og í dag verður prentað í 3 mió eintøkum. Her skrivar Olivier Laurent á TIME um, hvussu myndarøðin við forsetanum Donald Trump bleiv til. Á egnu professionellu heimasíðuni sigur Benjamin soleiðis um lívsleiðina, sum higartil kann skiftast í tríggjar partar: “He spent his childhood with an indigenous people group on an island in the southern Philippines, his university years with evangelicals in a small town in northern Arkansas, and a year with the descendants of Vikings in the Faroe Islands, a nation of 45,000 residents in the middle of the North Atlantic,” sigur Benjamin um seg sjálvan á heimasíðuni, og

Fado ella f...?

So var aftur ein fallin kvinna í hondunum á einum vemmiliga sjavinstiskum mannfólkakapitalisti til okkum menn at hyggja eftir. Ger so væl. Kasia Mos úr Póllandi. Sum sangarinna sigur hon mær einki, men nógvum mannfólkum sigst hon hava gjørt stóran mun á permuni á pólska Playboy. Gjøgnumgangandi var júst hetta stílurin á ársins evropeisku sangkapping, Eurovision Song Contest. Kvinnur við slissið í kjólanum. Mannfólkagjeikarin, sum peysar tær fram á pallin, vil hava tað soleiðis. Og so er fýrverk fyri rest. Og hví Avstralia er sloppið við í Evropa veit eg ikki. Men teir, gjeikararnir down under, áttu ein hin besta sangin í ár. Og hetta við sangi, palli og sjovi, hevur skapt nýggjar avbjóðingar í pallmentan á okkara leiðum við so stórum áskoðaraskara sum hesum. Skeggjutar kvinnur og dansandi gorillur bara fyri at nevna tvey frásøgusnildi á public service palli. Og so fornermaðir russar, sum í ár valdu kappingina frá og ikki sluppu at atkvøða. Umframt grunt gjeikaraglimmur er eisi

Hvar er best at fara við húsbili?

Úr vindeyganum sæst ein ramligur bláur Mercedes húsbilur á kampingplássinum. Helst fer hann víðari til Íslands mikudagin. Hetta er tað slagið av serliga knáum bilum, sum plaga at fara tann vegin og eta seg gjøgnum eksotisk staðarnøvn. Hann fær meg at hugsa um at ferðast í húsbili, ella kampara, yvirhøvur, í egnum landi, soleiðis fyri byrjarar. Hvørjar royndir hava fólk í somáta? At ferðast í egnum húsbili í Føroyum? Er eitt kampingpláss, sum tit hava roynt og vilja viðmæla? Og ber til at parkera ein húsbil á einum møtiplássi? Takk fyri svar.

Tá sólin skínur yvir Víkina føgru

Um vikuskiftið vóru stór og smá í ólavsøkuhýri í miðbýarsólini í Havn. Leygardagin var ísaður fiskur lagdur upp í Tórsgøtu, skorin og gjørdur klárur til grillina og stóru suppugrýtuna við altskyns krabbadýrum og sanniliga eisini tara. Til bar at nema við bæði deytt og livandi, og so at smakka eksotisku rættirnar úr sjónum. Tað er Ein dagur á grynnuni . Maiveðrið var so summarsliga frálíkt, at fólk hoyrdist spontant siga góða ólavsøku, tá tey høvdu prátað eina løtu undur Bryggjubakka og so gingu víðari. Tey tilkomnu møttust longu fríggjadagin í Listaskálanum at fagna Williami Heinesen og hansara myndlist, tí framsýingarheitið William Heinesen - Myndlistamaður . Nils Ohrt, savnsstjóri, bjóðaði vælkomin og Malan Marnersdóttir, professari, helt setanarrøðuna. William Heinesen (1900-91) var fyrst og fremst orðlistamaður. - Tað er einki at taka seg aftur í, men alt sítt lív var hann eisini virkin myndlistamaður og arbeiddi í tøkni so sum pastellkrit, tekning, málarí