Tað várar fyri fyri føroyskari leiklist. Hóast vetur er á deildini og hon er afturlatin, hava vit nógv og gott í væntu, tá Gríma hin 17. mars fer at frumsýna nýggja leikin hjá Jóannesi Neilsen Eitir nakað land Weekend . Í gjár var høvið at lúra á Meiarínum. Birgir Kruse Sjónleikur At hjarta Jóannesar Nielsen slær hart fyri Skipasmiðjuni er einki nýtt. Hann hevur bæði yrkt, leikað og barst fyri hesum staði og teim, sum har virka. Men hin 17. mars síggja vit hesa staðfesting í nýggjum ljósi á gamla Meiarínum í Havn. Tá fer yrkisleikbólkurin Gríma at frumsýna leikin Eitir nakað land Weekend . Henda várdag, fer høvundurin Jóannes Nielsen at sita undir liðin á sjálvum skipasmiðjustjóranum Poul Mohr. Tað var treytin, tá Skipasmiðjan, kvitt og fritt, lat pallin til nýggja leikin á gamla Meirarínum. Enn ein hugfarslig staðfesting av, at vinnan og mentanin kunnu ganga hond í hond. Jú, tað várar fyri leiklistini í Føroyum. Kveikjandi leikrit Hetta er annar leikur, Gríma framførir hetta skeiðið.