Vikuskiftið, Sosialurin 8. desember 2000
SAMRØÐA. - Tá tú skrivar, verður tú meira opin fyri øllum, sigur Sólrun Michelsen. Tú sært og hoyrir og leggur tær í geyma á ein annan hátt enn áður. Tú fært inspiratión av øllum uttanum teg. Einki er so spennandi sum veruliga lívið
- Sólrun, hvat er títt dagliga yrki?
Eg eri fyrisitingarleiðari á eini heilsølu í Havn.
...men tó so, tú hevur eisini skrivað?
Ja. Eg byrjaði seint at skriva, men seinastu sjey-átta árini havi eg skriva nógv.
- Hvussu nógvar bøkur hevur tú skrivað higartil?
Eg havi skrivað tríggjar bøkur. Hin fyrsta Argjafrensar kom út í 1994. Hetta er ein bók um barnaár míni á Argjum, sum tá var ein lítil bygd. Sum barn hevði eg lítið og einki við stórbýin Havnina at gera. Vit spældu í fjøru, bøi og haga, og vit kundu eisini spæla á vegnum, tí har var so gott sum eingin ferðsla. Bussóli kom einar tvær ferðir um dagin. So bardust vit um at hanga afturúr so langt vit orkaðu at renna. Annars var bara skipasmiðjubilurin, og so onkur, sum viltist út hagar.
Tann næsta bókin Útiløgukattar tekur við, har hin fyrra endar. Hon er meira ein ungdómsbók, sum viðger evni at flyta úr bygdasliga, trygga umhvørvinum í býin, har alt er eitt sindur øðrvísi.
Triðja bókin Hin útvaldi er reint hugflog. Hetta er ein ævintýrkend søga fyri størri børn.
- Er nøkur nýggj bók í umbúnað?
Ja. Eg eri við at leggja seinastu hond á framhald av Hin útvaldi.
- Hvør var fyrsti tekstur, tú minnist teg hava skrivað?
Beiggi mín og eg plagdu at skriva trølla- og spøkilsissøgur. So skuldi pápi gera av, hvør teirra var meira óhugnalig, men hann dømdi altíð so, at báðar vóru góðar hvør á sín hátt, so vit vóru ongantíð heilt nøgd við dómin. Annars minnist eg, at fyrsti tekstur, eg skrivaði av álvara, var í fyrsta millum, tá lærari okkara bað okkum skriva eina yrking. Vit vóru ellivu-tólv ára gomul. Hann segði, at øll dugdu at yrkja, løgdu tey í. Vit sveittaðu og bitu í blýantin. So savnaði hann úrslitini inn og settist at lesa. Hann risti við høvdinum og smíltist, men so reistist hann og segði "Her er ein góð", og so las hann mína upp.
Nú summarsólin skínur
og lýggjur vindur kínur
mær um kinnar reyð,
nú vaksa vakrar blómur
og fagur fuglaljómur
nú ljóðar um hvønn heyg
Hini í flokkinum mundu skrædna, sum tey flentu, men eg ynskti meg undir gólvið.
- Hevur tú nakrantíð seinni roynt teg við yrkingum, skaldskapi í bundnum máli?
Ja. Eitt sindur. Onkur yrking hevur staðið í einumhvørjum tíðarriti. Eisini sendi eg inn til kappingina um ólavsøkukantatu fyrr í ár. Annars havi eg skrivað nógvar barnayrkingar.
- Kanst tú greiða frá hvat tað var, sum fekk teg at skriva og heldur teg til pennin enn tann dag ídag?
Nei. Eg kann ikki rættiliga finna út av, hví eg ikki byrjaði at skriva fyrr enn nú á gamalsaldrinum. Kanska havi eg haft ov nógv um oyrini. Nú havi eg eitt sindur betri tíð, og so er trongdin at skriva helst komin út millum rivjabeinini. Tað kom heldur óvart á meg. Eg skrivaði tær fyrstu smásøgurnar, sum endaðu sum Argjafrensar, til stuttleika, men tað var sum at seta hol á eitt ella annað. Eg fekk ikki afturhald. Eg eri heilt vís í, at eg ikki gevist at skriva, so leingi eg havi lív og heilsuna.
- Tú ert kvinna og nógv tær flestu skaldsøgur, sum út eru komnar á føroyskum í langa tíð eru skrivaðar av kvinnum. Hví man tað vera? Nakra forkláring?Nei. Tað fari eg ikki at gera meg klóka uppá. Men kanska eru menninir so fittir, at teir siga sum so, at nú hava teir átt pallin so leingi, at teir vilja geva okkum ein møguleika at innheinta teir, áðrenn teir byrja aftur. Hvør veit?
- Tú hevur verið á skriviskeið, bæði herheima og í Danmark. Tað at skriva, er tað nakað ein kann læra?
Nei. Tú kanst ikki læra at skriva eina spennandi søgu , hevur tú ikki evnini at siga søguna. Tú kanst læra nógv um teknik, og hvussu tú skalt bera teg at í ymiskum føri, soleiðis at søgan kemur í betri rammu. Tú lærir alla tíðina okkurt, sum tú kannst taka til tín.
Tað, sum eg haldi hevur størri týdning, er at vera saman við øðrum við somu áhugamálum. Tað er ótrúliga gevandi at kunna útveksla tekstir í einum forum, har fólk hava skil fyri slíkum. Tað, ikki at vera bangin fyri at leggja tað, tú hevur arbeitt við, fram til kritikk. Tú lærir ikki bara av tí, ið verður sagt um títt egna, men sanniliga eisini av tí, ið verður sagt um arbeiðið hjá hinum. Tað er ofta einsamalt at sita og skriva. Tú starir teg blinda og kemur ikki longur.
Eg havi verið á fleiri háskúlum í Danmark á styttri skriviskeiðum. Tað seinasta var á Askov Folkehøjskole næstseinasta vetur. Har var eg í sjey vikur. Styrkin við at vera á staðnum so leingi er, at tær ikki nýtist at hugsa um annað. Tú kannst dýpa teg í tí at skriva. Ganga í øðrum tonkum í fleiri vikur. Herligt. Har fekk eg hugskotið til seinastu bókina. Lærarin gav okkum nakrar myndir, har vit skuldu velja eina og so skriva eina søgu.
Nú í heyst havi eg verið á einum skriviskeiði á Føroya Fólkaháskúla. Skeiðið vardi eisini sjey vikur, tvey kvøld um vikuna. Hetta var eisini eitt óført tiltak. Vit kundu hugsað okkum at hildið fram allan vetur.Tað er gott at síggja onnur sum skriva og læra tey at kenna. Eisini verður tú bend á góðar bókmentir, ið minna um tað, tú skrivar, og rithøvundar, tú ikki kennir so væl.
Tað einasta ringa við hesum skeiðnum var, at tá eg endiliga kom heim um ellivutíðina, var høvdið fult av hugskotum, og eg hevði bara hug at skriva. Men tá eg skrivi, hvørvur tíðin, og tá ein nú skal upp aftur klokkan sjey til ein strævnan arbeiðsdag..
- Skuldu vit kanska havt ein meiri ella minni fastan skriviverkstað ella skriviskúla herheima?
Ja. Tað meini eg so avgjørt. Tað hevði gjørt tað at skriva meira vanligt og sjónligt. Tá høvdu fleiri ung helst eisini komi við.
- Tá tú skrivar, hvussu er framferðarhátturin? Hvat gert tú fyrst og so næst o. s. fr. ella kemur alt til tín beinanvegin og tú skrivar bara...? Skapar tú persónarnar og sært teir fyri tær ella hvussu?Er tað ein yrking, kemur hon, tá eg eri í tí lagnum. Bøkurnar skrivi eg úr enda í annan, so at eg havi beinagrindina fyrst. Síðan byrji eg at gera persónarnar meira livandi og geri søguna meira heilskapaða. Stuttsøgur verða oftast settar í gongd av einum orði ella setningi, eg hoyri. So mala tær í høvdinum eina tíð, til tær koma niður á pappírið, ella inn á skermin, skuldi eg heldur sagt.
- Er nakar serligur stílur, nakað serligt rák, ella huglag, sum tú leggur teg eftir, tá tú skapar eitt "univers" í tínum søgum?
Nei. Tað kann eg ikki siga. Eg eri so nýggj í hesum høpi, at tað rekur úr øllum ættum.
- Hava myndir og tekningar týdning; krevja tekstirnir at halla seg afturat illustratiónum?
Nei. Tað haldi eg ikki. Í hvussu so er ikki fyri skrivingina, men kanska fyri lesaran. Eg havi allar myndirnar inni í høvdinum, og tað kann sjálvandi gerast ein trupulleiki, tá onkur skal tekna til tað, eg havi skrivað. Eg minnist fyrstu ferð, eg sá myndirnar til eina stuttsøgu, eg hevði skrivað. Tá fekk eg ein skelk. Eg hevði als ikki ímyndað mær, at eg longu hevði gjørt mær so fastar myndir av øllum.
- Tá tú skrivar skaldskap - fiktivar tekstir - tekur tú tá inspiratión í veruliga lívinum og kanska barnaminnum?Eg byrjaði við at skriva út frá mínum egnu barnaminnum. Tað er helst ikki so óvanligt, men spakuliga skrivar tú teg burtur úr tí, og nú taki eg ofta bara eitt sindur av onkrum veruligum, og so er restin fiktiv. Tá tú skrivar, verður tú meira opin fyri øllum. Tú sært og hoyrir og leggur tær í geyma á ein annan hátt enn áður. Tú fært inspiratión av øllum uttanum teg. Einki er so spennandi sum veruliga lívið. Serliga tá tú ikki ert bundin, men kann ferðast, sum tær lystir í hugaheiminum. Ofta støkki eg upp, tá eg eri um at sovna, tá eitt gott hugskot kemur framvið og má skrivast niður.
- Hevur tú nakrantíð hugsa um hvørt man gongur ov nær ella okkort sovorið? At onkur kan blíva "hongdur út"? Og um so er, hvussu kann ein sovorðin trupulleiki loysast í einum lítlum samfelag sum okkara? Ella er tað eingin trupulleiki?Ja. Tað slepst ikki undan, tá tú býrt í einum so lítlum samfelag. Eg havi mangan iðra meg um, at eg ikki slapp at skriva tað, eg vildi. Alt má ansast eftir. Og ert tú erligur og sigur alt, sum tað er, so gert tú øðrum ónáðir. So kann vera, at tú fært viðurkenning fyri tað, men hon kann eisini keypast ov dýrt. Eg veit ikki. Tað má vera upp til hvønn einstakan, hvussu fram skal farast. Eg haldi ikki, at har er nøkur løtt loysn. Tað kann eisini gerast ein avbjóðing at koma tætt uppá uttan tó at raka.
- Fróðskaparsetrið hevur í ár lýst við kapping um hvørjar bøkur vóru í tykkara heimi. Altso í barnaárunum. Hvørjar bøkur minnist tú frá barnaárunum?Pápi átti nógvar bøkur. Tað var hansara stóri áhugi. Eg minnist bøkurnar hjá William Heinesen, sum eg las, tá eg var tíggju. Eg helt tær vera so tungar og keðiligar, men eg las alt. Hetta gjørdi, at eg ikki las William aftur, fyrr enn eg var farin væl um tey tríati, men tá dámdi mær betur. Pápi keypti alt, sum kom út á føroyskum, umframt annað. Heðin Brú hevði eg serligan tokka til. Men mest spennandi bókin stóð á ovastu hyll. Har kluvu eg og beiggi mín upp, tá eingin var inni. Bókin var skrivað av einum yvirlækna og hevði heitið: »Det fuldkomne ægteskab«. Har vóru tekningar av monnum og kvinnum og fráfreiðingar um, hvussu ymisk tey vóru. Tá hildu vit, at hetta var óføra frekt og spennandi. Vit stavaðu okkum fram til tey ymisku heitini á latíni og gingu so og søgdu hesi orðini hart, til mamma fekk steðga okkum. Eg kom fram á hesa bókini nú ein dagin, og tá mátti eg flenna. Jú verðin er nógv broytt síðan fimmtiárini.
- Er tað umráðandi, at børn vaksa upp í bókmentunarliga ríkum umhvørvi? Hvat heldur tú?Ja. Tað haldi eg avgjørt. Spírin til alt verður lagdur í barnaárunum. Heima sat pápi altíð við eini bók, tá hann kom heim úr arbeiði. Ofta las hann kvæðabøkur, og tá hann kom til okkurt spennandi, kvað hann nøkur ørindi hart og segði okkum søguna um Brúsajøkil og annað gott. Eisini minnist eg sum nakað serligt, tá hann kom heim við Glugganum. Mamma las, tá hon hevði onkra lítla løtu, har hon kundi taka sær av løttum. Vit vóru fimm systkin, og tað mundi vera sjáldan, at ikki øll høvdu eina bók liggjandi, vit lósu í. Umframt bøkurnar hjá pápa, varð bókasavnið nógv nýtt.
- Næsta ár er Listahátíð Føroya fyri fyrstu ferð. Hvat hevði tú hugsað tær at sæð ella á ein hvønn hátt upplivað?Har haldi eg, at eg fari ikki at ynskja mær nakað, men bara gleða meg og bíða sum á jólum, har tú ikki mást vita, hvat er í pakkanum.
- Gleðilig jól og takk fyri prátið!
Vikuskiftið, Sosialurin 8. desember 2000