Skip to main content

Børn skilja munin


Sosialurin 6. juni 2000:

TELDUSPØL Børn eru tilvitað um munin millum veruligan harðskap og tann, sum fer fram í telduspølum. Og tað er meira avbjóðingin enn harðskapurin í telduspølunum, sum lokka tey at spæla

Harðligar myndir frá sjónvarpi ella telduspølum kunnu vera ein av mongum orsøkum, tá børn og ung fremja harðskap, men orsøkin til harðskapin skal ofta finnast í einum samanspæli millum fleiri ymisk sosial viðurskifti.

Hetta er ein av niðurstøðunum í høvuðsritgerðini í PD-lestri í miðlum og samskifti á Danska Læraraháskúlanum, sum Birgir Kruse júst hevur gjørt.

Hann hevur kannað ávirkanina, sum harðskapur í miðlum - sjónvarpi, filmum, telduspølum og øðrum - hevur á børn og ung, og niðurstøðan er, at telduspøl eru hvørki høvuðsorsøk ella einsamøll orsøk til, at børn fremja harðskap.

Birgir Kruse hevur leitað fram allar hugsandi kanningar á økinum, og hann hevur eisini sjálvur gjørt kanningar í Føroyum og Danmark. Út frá hesum tilfari hevur hann so skrivað høvuðsritgerðina.- Børn eru tilvitað um munin millum veruligan harðskap og tann, sum fer fram í telduspølum, stendur at lesa í ritgerðini.

Harðskapurin í telduspølum er ikki tann mest týðandi parturin av spølunum. Heldur er tað avbjóðingin í at klára teir ymsu partarnar av spælinum, at koma víðari og at yvirliva.

- Harafturat eru harðskapurin í telduspølunum hvørki útpenslaður, drúgvur ella nærgangandi. Harðligu hendingarnar eru eisini animeraðar, og tað ger tær minni veruligar, skrivar Birgir Kruse í ritgerðini.

Avbjóðingin er lokkandi

Tað eru ikki blóðugar ella harðligar hendingar í telduspølunum sum gera, at børnini hava hug at spæla telduspølini. Heldur er tað spenningurin og møguleikin at duga spælið betur, sum ger at tey spæla.

Tað eru serliga dreingir, sum hava hug at spæla harðlig spøl. Genturnar royna eisini hesi spøl, men tað eru dreingirnir, sum halda fram at spæla tey.

Børnini sjálvi uppliva, at filmar tykjast vera harðligari enn telduspøl. Telduspølini eru bara spæl, meðan í filminum verður roynt at gera hendingarnar so veruligar sum gjørligt. Hetta ger, at filmarnir kennast meira ræðandi enn telduspøl.

- Harðskapur á filmi ella í telduspølum kann vera ein viðvirkandi orsøk, tá børn fremja harðskap, men orsøkin er altíð at finna í ymiskum sosialum viðurskiftum, skrivar Birgir Kruse í ritgerðini.

UNESCO hevur ein upplýsingarmiðdepil um børn og miðlaharðskap í Gøteborg, og hesin stovnur hevur roynt at samskipa granskingina av børnum og miðlaharðskapi. Fyrsta ársfrágreiðingin, sum kom frá hesum stovni fyrrárið, staðfestir, at harðskapur í miðlunum bara kann metast sum ein møgulig orsøk út av nógvum, tá børn fremja harðskap.

Tað eru trupult at granska í hesum viðurskiftum, tí tað ber ikki til at isolera ávirkanina, sum miðlaharðskapur hevur á børnini, frá øllum øðrum sosialum ávirkanum, men kanningarnar á økinum peika flest allar sama veg. Tað ber ikki til bara at geva telduspølum ella filmum skuldina, tá børn fremja harðskap.

Leikluturin hjá fjølmiðlunum

Í kjalarvørrinum av skottilburðinum í Klaksvík fyri tveimum vikum síðani leitaðu fjølmiðlarnir eftir eini frágreiðing um, hví ógvusligu hendingarnar fóru fram. Eitt av boð var, at harðlig telduspøl høvdu fingið dreingirnar at skjóta við skørpum eftir fólki.

Sambært ritgerðini hjá Birgiri Kruse er hetta typiskt fyri fjølmiðlarnar, og hann kallar fyribrigdi fjølmiðlapanikkur.

Eitt dømi, sum verður tikið fram um hetta fyribrigdi, er ein blaðyvirskrift, sum er: "Maður dripin meðan hann lurtaði eftir heavy-rock tónleiki".

Yvirskriftin er helst spennandi og lokkandi fyri lesaran, men tað vísti seg, at maðurin, sum var ein friðarligur hampamaður, hevði lurtað eftir tónleiki í einum walkmanni, tá hann gekk tvørtur um eina jarnbreyt. Ongar ávaringar vóru um jarnbreytina, og maðurin varð raktur av einum toki. Á einum av bondunum var tónleikur hjá Ozzy Ozbourne, og hetta fekk blaðið at koma við yvirskriftini, sum skapti øsing um harða rocktónleikin.

Sambært ritgerðini hjá Birgiri Kruse eru tað tvær týðandi orsøkir til fjølmiðlapanikkin. Onnur er, at tað fer fram ein mentanarbardagi millum gomlu miðlarnar og teir nýggju, sum ofta spreiða seg skjótt. Tann etableraða mentanarelitan verður undirgrivin, tá til dømis popptónleikur, sjónvarp, filmur ella telduspøl fáa vind í seglini.

Hin orsøkin er ein ættarliðsbardagi, og tað er eyðsýnt, at kjakið um miðlaharðskapin altíð fer fram millum vaksin vegna børnini. Samstundis eru børnini upptikin av teimum nýggju miðlunum og fáa stóran kunnleika til teir. Hesi eru síðani ein hóttan móti teimum vaksnu og teirra valdið yvir mentanini og ikki minst skúlanum.

Lata vera við at fordøma

Birgir Kruse skrivar í niðurstøðuni í ritgerðini, at skúlin hevði blivið enn betri, um hann ikki bara vrakaði og útstoytti tann part av mentanini, sum børn og ungfólk brúka.

Hann heldur, at skúlin hevði verið betri tæntur við ikki at fortelja hesum børnum, at tey gerast býtt av at brúka teir ymsu miðlarnar sum til dømis teldur og telduspøl, og sum børnini sjálvi hava stóra fragd av. Skúlin skal heldur royna at skilja hesa sermentan og tann leiklut, sum hon spælir.

- Heldur enn at stríðat ímóti miðlaharðskapinum, tí hann verður sagdur at verða skaðiligur, skuldi skúlin heldur brúkt orku upp á at fingið bilbukt við veruligar sosialar trupulleikar, skrivar Birgir Kruse í ritgerðini.

Eyðun Klakstein, Sosialurin 6. juni 2000