Skip to main content

Góð skriving, er tað ikki gandur?

Sosialurin 24. november 2000:

HARRY POTTER Í grundini er tann foreldraleysi Harry Potter tann lítli prinsurin, ið kemur frá einari aðrari klótu. Hann veit bara ikki av tí sjálvur, at hann hevur serligar gávur, at hann hevur gandamegi í sær, sigur týðarin Gunnar Hoydal í samrøðu. – Haldi sjálvur, at tað er hetta, sum nógv børn kenna seg aftur í: Hvør eri eg? Tit halda meg kanska bara vera ein lítlan lort, men bíðið bara!

Samrøða
Birgir Kruse


Fyrstu ferð eg hoyrdi navnið Harry Potter, helt eg tað var ein poppstjørna. Men sum Hodja, so bleiv eg klókari...men hvussu ert tú, Gunnar, komin tær uppí alt hatta hóvastákið við Harry Potter?

Eg hyggi av og á í útlendsk bløð og tíðarrit, sum viðgera bókmentir. Tað man vera eitt ár ella hálvtannað síðani, at eg festi meg við navnið Harry Potter, kanska tí at ein stórur enskur rithøvundur eitur nakað tað sama: Dennis Potter. Tað var hann, sum skrivaði fleiri tiltiknar, nýskapandi sjónvarpsrøðir, t.d. The Singing Detective. Men tað var skjótt, at hesin nýggi Potter fór at gera um seg og breiða seg til aðrar miðlar, og heilt ørt gjørdist nú í summar, tá ið hann endaði á forsíðunum á tíðindabløðum um allan heim, tí øll vildu keypa hann og lesa hann. Kanska aftur eitt upplop frá Disney og teimum, hugsaði eg í fyrstani, men nú fóru ummælarar at viðgera hann sum meira enn dugnaligt undirhald. Tá var tað, at eg fekk ein fyrispurning frá Niels Jákup Thomsen á bókadeildini hjá lærarfelagnum. Hevði árið fyri týtt tær báðar klassisku bøkurnar hjá A. A. Milne um Palla Pumm, kanska var tað tí, eg varð biðin. Las so tær tríggjar bøkurnar, sum vóru komnar tá, og krøktur varð eg.

Hvat hevur tær dámt, at týða hesa bók, sum so nógvur hávi tykist standa av, at bókahandlar allarhelst fara undir miðnáttarsølu, tá hon kemur út?

Tað er strævið og ótakksamt at týða, illa lønt er tað eisini. So hevði tað ikki verið fyri stuttleikan, so hevði eingin tikið tað upp á seg. Men hetta sá nokkso freistandi út, tí her vóru gátur og rím og fjaldir týdningar, sum skuldu finnast og orðast. Og so var gott handverk í skrivingini og í støðum skaldskapur við. Jú, mær hevur dámt tað væl, serliga nú tað var liðugt. Men okkurt er galið við arbeiðstreytunum.

Hvussu man tað bera til, at hetta slagið av bókmentum, sum fyrr - eitt nú í 70'unum og allari køksvask-realismuni, sum tá var - vóru so illa lýddar millum mentafólk, tí tað segðist vera tann bera eskapisma, nú eru vorðnar so vælumtóktar?

Mentafólk fara ofta skeiv í sínum metingum. Postmodernisman og avbyggingin saman við marknaðarkreftinum hava gjørt sítt til, at alt er meira fløkt og flótandi og samstundis fult av gykli. Tað er lættari nú enn fyrr at flýggja frá verðini, tí mentanarliga er vit øll flóttafólk, í somu løtu vit trýsta okkum inn á tey trý w’ini (ein segði fyri mær, at w var tekin fyri 6-talinum í summum gomlum sumeriskum fornaldarinnskriftum, so ansið tykkum nú fyri tí bláa telduljósinum). Einki er ímóti tí at sita tryggur inni hjá sær sjálvum og flýggja burtur í aðrar heimar.

Kunnu vit samanbera Harry Potter hjá J. K. Rowling við bøkur hjá rithøvundum sum týska Michael Ende (Endaleysa søgan), svensku Astrid Lindgren (Brøðurnir Leyvuhjarta) og Lítla Prinsin hjá Saint-Exupéry...altso ta slagið av bókum, sum rópast "fantastikkur"? Ella brýtur nakað frá, soleiðis sum tú sært tað, í bókunum um Harry Potter?

Tað er ringt at samanbera við tey klassisku verkini, tí so stutt er fráliðið. Fyrsta Potter-bókin kom í 1997, eingin veit, hvussu verður mett um 10 ár. Sjálvur havi eg ongantíð verið nakað serliga tikin av H. C. Andersen og Lisu í Leikalandi ella øðrum av sama slagi, har alt kann henda við leikum og dukkum og kortum. Tað kann ofta enda sum tað reina tvætl. Men har, sum ein góð søga er, væl sett saman við ætlan og sniðfundigheit og hjartalagi, Lítli Prinsurin til dømis, har er tað nakað annað. Og í grundini er tann foreldraleysi Harry Potter tann lítli prinsurin, ið kemur frá einari aðrari klótu. Hann veit bara ikki av tí sjálvur, at hann hevur serligar gávur, at hann hevur gandamegi í sær. Haldi sjálvur, tað er hetta, sum nógv børn kenna seg aftur í: Hvør eri eg? Tit halda meg kanska bara vera ein lítlan lort, men bíðið bara! Onkur hevur havt illgruna um nakað íbygt "okkult" í søgunum um Harry Potter. Tað høvdu tey nokk eisini viðvíkjandi C. S. Lewis. Inntil tey lósu hann. Hava tey grein í sínum máli viðvíkjandi Harry Potter og hansara trøllahatti?

Í øllum sonnum hugflogi er okkurt ógreiniligt og loyndarfult, okkurt okkult. Søgan um Harry Potter er søgan um tað góða móti tí ónda, men tað vísir seg, at tað ónda er eisini inni í teimum góðu, og viðhvørt er tað ógjørligt at siga, hvat ið er hvat. Í so máta eru hesar bøkur kanska á einum hægri støði enn tær vanligu bókmentirnar fyri børn og ganga meira yvir í tær skaldsliga uppaftur sterkaru søgurnar hjá Astrid Lindgren.

Skemt, humor, tykist verða ein afturvendandi tráður, tá fólk tosa um J. K. Rowling og bøkurnar um Harry Potter. Hvat heldur tú? Er tað ein støðug skemtilig lind í tekstinum, sum ger allan munin...?

Allan munin, tað veit eg ikki. Men í bókunum er nógv skemt, ofta óvæntað og ofta soleiðis, at hvør partur ella hvørt brotið endar við eini skemtiligari viðvending av tí, sum beint í áðni var álvari. Tað er gott skrivligt handverk, og tað er at undrast á, at ein so rættiliga ung sum J.K. Rowlings (soleiðis vildi hon skrivast fyri at bøkurnar ikki skuldi hava ein kynsmerktan høvund) kann hava eitt so umfatandi listaligt kynstur til taks. Er hon gandakelling ella hvat? Góð skriving, er tað ikki gandur í huganum?

Nú tú hevur arbeitt teg gjøgnum alla tað drúgvu fyrstu bókina um Potter, hvussu vilt tú so lýsa tónan í bókin? Hvør klangur, grundtóni, situr eftir?

Skemt er í, sum sagt. Men grundtónin er ótryggleiki og ótti: Hvat vilja tey, at eg skal gera, hvussu skal eg gera rætt móti øðrum og móti mær sjálvum?

Er hetta ein barnasøga, ella...? Eg meini so við, var hetta ein filmur, og Filmseftirlitið sá hann, hvat skuldi so frámerkið verið?

Her er óhugni, dráp og deyði. Eitt barnaeftirlit, mannað og konað við abbum og ommum hevði ivaleyst mælt frá at prenta bøkurnar á føroyskum og ikki lagt nakað í atfinningarnar, sum til dømis tær, ið henda havnargentan við egnari Harry Potter-heimasíða í sjónvarpinum, setti fram um at fáa tær føroysku týðingarnar gjørdar alt fyri eitt. Æt hon Hermione Magnussen ella okkurt sovorðið?

Hesar søgur, tær eru vist fimm í tali fram til í dag, fevna um hópin av nøvnum. Nøvnum, sum benda á ikki sørt av uppfinsemi og skemtingarsomum lyndi hjá rithøvundanum. Rita Rivejern eitir eitt nú ein í donsku týðingini. Hvussu hevur tú navngivið persónarnar í føroysku týðing tínari? Og hvør hevur framgangsmátin verið í somáta?

Fýra bøkur eru komnar higartil. Á føroyskum høvdu teir ivaleyst itið: Harry Potter og vitramannasteinurin, Harry Potter og loynikamarið, Harry Potter og fangin í Azkaban og Harry Potter og eldbikarið. Tað yður av staðanøvnum og fólkanøvnum. Var tað rætt at seta tað yvir í føroyskt, tá ið alt annað vísir til ensk viðurskifti og enskt umhvørvi? Tað verður sagt, at børn skulu kunna kenna seg aftur í sínum egna, men tað er ein misskiljing. Tey skulu kennast við kenslurnar og tónan, og tá ger tað minni, at skúlin ikki hevur føroyskt navn, ella at Harry ikki eitur Haraldur í Pottinum. Men eg lati onkran tosa kollfjaðramál, tað er tann góðvarni risin Hagrid. So øll eita síni upprunanøvn í hesari týðingini. Soleiðis er eisini í øðrum týðingum, eg havi sæð, uttan kanska í navninum á onkrum eykafólki ella einum hundi ella einari kettu. Sjálvt íslendingar hava hildið seg frá at týða nøvnini, so tað man vera á rættari leið.

Hevur tú í týðingararbeiðnum havt samband við aðrar týðarar, ella hugt í aðrar útgávur av Harry Potter?

Havi hugt eftir øðrum týðingum og havt ta donsku og ta íslendsku týðingina innan fyri eina armlongd. Men eg má siga, at har er mangan farið lættliga um, kanska tí at útgevarar hava sitið halakukk uppi á teimum fyri søluvinningin. Til dømis er ein dreymaspegil, sum lesur alt viðvent, men hesir týðarar hava bara skrivað tað enska rúnarmálið uttan at speglvenda tað á sínum egna máli.

Hvussu er arbeiðslagið, tá so drúgt bókmentaverk skal týðast?

Eg hevði ongantíð ætlað at verið týðari, tað haldi eg meg ikki duga nóg væl føroyskt til, og so stjelur tað ómetaliga nógva tíð frá øðrum. Týðing er akkordarbeiði, so og so nógv fyri hvørja síðu, og í listaligum arbeiði, sum øll góð týðing eigur at vera, ber ikki til at ganga upp á akkord. Arbeiðslagið hevur verið seint, men miðvíst, umaftur og umaftur, siga hvønn setning fleiri ferðir og í hesum føri fáa hann so lættan og fjølbroyttan, sum enski upprunateksturin er.
So kendur, sum Harry Potter og heimur hansara er blivin - hann skal eisini gerast til film - hevur títt arbeiði sum týðari so á nakran hátt verið bundið av uppruna rættindum? Ella hevur tú kunna umsett frítt, uttan bindingar?
Forlagið Bloomsbury, sum gevur bøkurnar út, hevur gjørt nógv burtur úr marknaðarføringini, og hevur sett treytir við um útgerð, permur, tekningar, o. s. fr. Men annars blandar tað seg ikki í týðingina. Bloomsbury er blivið ein heimsfyritøka við hesum fongi, sum tað fekk í gandapottin, men at kanna týðingarnar heilt niður í smámálini sum okkara, tað orka tey tíbetur ikki.

Fert tú undir at týða fleiri bøkur um Harry Potter? Ella eru onnur bókmentaverk ávegis?

Fyribils havi eg ikki lovað meg burtur til meira enn hesa fyrstu bókina um vitramannasteinin. Tað var ikki, fyrr enn tá ið tann seinasta bókin kom út, at eg skilti, at sjey bøkur eru ætlaðar, ein fyri hvørt skúlaárið í gandaskúlanum Hogwarts, og at bøkurnar vera tjúkri og tjúkri. Har er tilfar til fleiri ársverk, og tað var nú ikki tað, eg ætlaði at brúka mína tíð til. Men latið okkum nú vita, um føroysk børn, og vaksin við, tíma at lesa hetta og lata seg ganda.

Takk fyri - og góðan lesnað!

GUNNAR HOYDAL (f.1941) er útbúgvin arkitektur 1967 og vann tvey ár eftir í norðurlendskari arkitektakapping, har evnið var gamli býarparturin í Havn. Frá 1972 býararkitekur í høvuðsstaðnum, til hann í 1997 legði hetta starv niður og valdi burturav at skriva. Gunnar er á øðrum sinni formaður í Rithøvundafelag Føroya, fyrra formansskeiðið var 1981-86. Hann hevur skrivað yrkingar, sangir og óbundnan skaldskap av ymsum slagi. Fyrstu ferð á prenti í 1959 í skúlablaði í Sorø, har hann tók studentsprógv; frá 1964 ummæli og frásagnir í Varðanum og øðrum tíðarritum, eisini gjørt vart við seg sum greinahøvundur í innlendskum og útlendskum miðlum. Gunnar fekk bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens 1982 og hevur tvær ferðirnar verið í uppskoti at fáa bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, 1989 og 1993. Umframt at hava týtt fyrstu bókina um Harry Potter, er Gunnar eisini aktuellur í sambandi við nýggju útgávuna av bókini um listamannin Ingálv av Reyni, sum Mentunargrunnur Studentafelsgsins fyrstu ferð gav út í 1989. Bókin, har Gunnar hevur skrivað tekstin, kemur út av nýggjum í sambandi við 80 ára dag Ingálvs hin 18. desember.

JOANNE KATHLEEN ROWLINGS (f.1965) í Chepstow, Gwent í Onglandi. Hon hevur eina dóttir, Jessica, var eitt skifti gift portugisiskum blaðmanni, men er fráskild. Pápi Joanne's er eftirløntur og mamman doyði í 1990. Hon hevur lisið á Exeter University og býr í Edinburg í Skotlandi. Eftir at hava undirvíst í enskum í Portugal er hon nú bara millióningur, verður sagt á heimasíðuni www.anglefire.com/on2/harrypotter/. Um orðini eru hennara egnu, er ilt at siga. Lesarin kann sjálvur gera av. Eingin annar enn lesarin eigur kumpass í cyberspace. Og vilja vit senda Joannu eina heilsan, so er tað lagamanni, sigur hon sjálv. Teldupostadressan er harrypotter@angelfire.com .

Síðan hjá Mariu Magnussen við øllum um J.K.Rowling og Harry Potter er at finna á adressuni http://heima.olivant.fo/~thm/maria/rowling.htm Her er brævkassi, har vit kunnu siga okkara meining um Harry Potter. Ein annar staður, sum eisini er verdur at dvøljast við í alnótini, er www.geocities.com/harrypotterfans.

FILMUR So hvørt okkurt nýtt er at frætta um Harry Potter-filmin, hin fyrsta av kanska sjey, sum Chris Columbus skal leikstjórnað, kann hetta lesast á http://movies.warnerbros.com/harrypotter/cmp/newsflash.html . Sami Chris Columbus gjørdi filmin “Home Alone” við barnastjørnuni Macaulay Culkin í 1990. Tað verður hin 11 ára gamli Daniel Radcliffe, sum skal spæla Harry Potter. Hann spældi fyri stuttum David Copperfield í BBC. Bestu vinfólk hansara í Hogwarts skúlanum, eru Ron og Hermione. Hesar leiklutir hava javnaldrandi Rupert Grint og 10 ára gamla Emma Watson fingið. Bretska pressan vildi verða við, at fleiri enn 60.000 børn høvdu ynskt sær hesar tríggjar leiklutir. Fyrsti filmurin um Harry Potter, sum fær heitið eftir fyrstu bókini ”Harry Potter og vitramannasteinurin” verður frumsýndur á jólum næsta ár. Longu er greitt, at hesin filmur fer at kappast við jólafilmin hjá Tom Hanks ”Polar Express”, sum verður frumsýndur um somu tíð. Jú, teir vitru vita. Men vit eiga steinin. Vitramannasteinin.
Birgir Kruse, Sosialurin 24. november 2000