UMMÆLI. Mangt bendir á, at listarligi ásurin í ár hevur flutt seg úr meginøkinum norður til Klaksvíkar. Í hvussu er á rútmiska fløgumarknaðinunum. Meðan tónleikur og ljóð eru framúr, tykist minni verða gjørt burturúr teksti og rættlesturi, heldur skúlalærarin við reyða jólapenninum
Birgir Kruse
Nýliga eru komnar tvær fløgur úr Klaksvík, sum tó báðar hava rót í útheiminum. Hin fyrra Sangur til frælsi í svensku tekstum Afzeliusar og hin seinna A matter of time við rót í altjóða ensktmælta gospelmarknaðinum. Hin fyrra er spæld inn í Studio Pegasus í Klaksvík og hin seinna í JakZak Studio í Havn og Nashville í USA. Hesi bæði føroysku ljóðstudio eru helst einastu virkandi av sínum slagi ídag.
Leiðandi kreftirnar á fløgunum báðum eru klaksvíkingarnir Steintór Rasmussen og Torkil Mørkøre. Teir hava gjørt eitt megnar arbeiði, sum nú verður lagt fyri almenningin. Ørindi teirra eru ymisk, sum eg skilji tey. Steintór vil á heimligum botni varðveita eina mynd ikon úr sjeytiárunum, meðan Torkil vil evangelisera, bera alheiminum gleðiboðskapin, í tíðarinnar anda og stevi. Onnur útgávan er sostatt verðslig meðan hin er andalig.
Tónleikurin, máldur í ljóði og samanspæli, er framúr á báðum fløgum. Í førinum hjá Torkili vil eg heldur siga ljóðmynd enn bara tónleikur og samanspæl. So nógv er kínt fyri ljóðinum, frábrigdum og smálutum, at ein má nýta orð sum ljóðmynd og kanska ljóðlandslag. Hetta er ein karmur máldur upp av sonnum arkitektum og landslagsmálarum. Við kønari hond á hvørjum knøtti. Ljóðkrás fyri oyra. Og ein avbjóðing fyri hvørt eitt stereoanlegg í landinum, fløgan hjá Torkili.
Meðan Sangur til frælsi er meiri traditionell og leggur seg tætt upp at upprunanum, so er A matter of time meiri søkjandi fløga. Hetta sigur seg sjálvt, tí upphavi til fyrru fløguna er bundið. Her eru givnir karmar og sangir at halda seg til. Og hartil eru fleiri av sangunum kendir og vælumtóktir. Eitt nú Juanita. Ein sangur, sum kann verða kollveltandi og spanskt-klingandi, men eisini tannleysur og lítið vitborin, mekaniskur dansitónleikur. Munurin kann verða lítil. Men í sínum sangi ger Eyðun Nolsøe allan munin. Tað er ein sonn frægd at lurta eftir rødd og framburi hansara. Hetta eru tali- og ræddarvenjingar í praksis. Lurtið eftir hvussu hann framber spanskt-klingandi d í Madrid! Runt, bleytt og deiligt. Nasalt og elegant eisini. Ein farri av Madrid hómast longu. Og so trupli bókstavurin r. Hoyrið hvussu Eyðun framber henda stav í sanginum um Juanitu. Ein elegant krúlla ytst á tunguni. Jú, vit eru í Madrid. Og so Barcelona. Alt andar Spania. Og gittarin hjá Herlufi kveistrar burtur allan iva. Hetta er Spania. Ein fulfíggjaður ljóðkarmur. Á føroyskum.
Men fara vit í tekstheftið, so ilskist eg inn á danismurnar. Á frontin til dømis. Eitt orð sum far meg at kreppa tærnar, so upplivingin av Eyðunsa eleganta sangi, far eitt skot fyri bógvin. Og at forsøta eisini. Uff, sigur skúlalærarin við reyða penninum. Og so orðið døtrar. Hví ikki døtur? Kanska liggur ein orsøk aftanfyri, men úr tekstheftinum finni eg hana ikki. Kann henda, at hetta orðið døtur hevði brotið rímmynstrið og óviljað rímað uppá hetjur.
Áhugavert hevði verið, um upprunateksturin hevði verið prentaður við síðuna av føroyska tekstinum. So hevði ein kunna sæð hvør tekstur bar uppá rím og ikki og eftir hvørjari skipan. Og eisini upprunaár og -plátu. Gamaní, svenskar frágreiðingar eru til sangirnar, sum geva eina ábending um sangin. Hevði ynskt mær eitt sindur meira informatión.
Í tekstunum hjá Afzelius býr tann trupulleiki, at hann er so tíðar- og staðbundin. Umhvørvið er rættuliga fastlæst og hugtøkini somuleiðis. Hóast Afzelius ikki telist millum skaldabornar rockbrøður, sum eitt nú Ulf Lundell, so er hann ein tíðartinna. Eitt hugvekjandi afturljóð frá farnum tíðum. Úrvalið er breitt og vit fáa gott innlit í sangbókina og -skránna hjá Afzelius.
Ein sonn avbjóðingin er tað í sovorðnum føri, at flyta tekstin til føroyskt mál og gera hann munnrættan hjá sangaranum at frambera og okkum at lurta eftir. Tá ein sær burtur frá danismunum er hetta eydnast avbera væl.
Kann henda, at danismurnar er brúktar við vilja. Fyri at liggja so tætt at upprunatekstinum og tí munnrætta sanginum. Vildi bert ynskt, at eg ikki sá tær á prenti. Tí vitanin um danismunar órógvar meg. Í rútmiska samanspælinum og fría framburinum hjá frálíku sangarunum, hvørva danismunar. Hava ongan týdning. Hvør einstakur sangari – havi hug at nevna Pætur við Keldu sum ein fagran, fremmandan, fugl – tilognar sær tekstin í ein sovorðnan mun, at hvør sangur stendur heilrunnin og fellir ikki uppá orðini. Men í ein ávísan mun ger tekstheftið tað.
Úr tekstheftinum hjá Torkil Mørkøre fái eg ein styrktan varhuga av hesum sama. Her er alt á enskum. Hvør tekstpartur byrjar við einum bíbilskum skriftstaði. Á enskum. Tøkkirnar á bakpermuni eru eisini á enskum. Og hóast móðirmálið ikki er enskt, mítt altso, so finni eg á hesi einu síðu ikki færri enn 10, ja tíggju, stavivillur. Pínligt.
Havi tað fyri, altíð at lesa tað við smáum meðan eg lurti eftir nýggjum tónleiki. Tónleiki, sum fyri mær er ókendur. Tá fleiri villur koma fyri, órógvar tað upplivingina av tónleikinum. Tí at lurta eftir tónleiki er ein spurningur um álit. At ganga inn í ein nýggjan heim, bygdur av ljóði. Einasti vegvísari er komponisturin. Í samstarvi við høvunda og øll tey, sum skapa ljóð, spæla uppá, gera útsetingar – og upplýsingar.
Í hesum føri er Torkil Mørkøre upphavsmaður til bæði ljóð og orð. Orðini eru sum sagt á enskum máli. Alt er gjøgnumført á enskum. Og tað er í veruleikan tað, sum eg havi truplast við at tilogna mær í samlaðu ljóðupplivingini av hesi fløgu. Ensku orðamyndirnar og hugtøkini siga mær ikki so nógv. Í summum førum vil eg siga at tær ørkymla og taka burturav tónleikinum og ljóðmyndini.
Millum annað í sanginum Gotta take a stand, har teksturin byrjar við at vakna um morgunin og sanna, at enn ein dagur er farin. Eftir mínari hugsan ein øvugt orðamynd. Tí morgum merkir byrjan, ein nýggj byrjan. Skal ein dagur eftirmetast, má tað verða um kvøldið. Innan ein leggur seg og dagurin fer í kav. – Ella?
Ljóðmyndin hjá Torkili er so innbjóðandi og frálík, at teksturin stendur í skørpum mótljósi. Til so góðan tónleik krevst góður tekstur. Ella slettis eingin. Gotta taka a stand. Men aftur má eg skjóta inn í millum, at enskt er ikki mítt móðirmál. Men spennandi er tónleikurin. Krás í hvørjum króki.
Til dømis inngangurin til Can the world see Jesus. Men aftur her verði eg avbrotin av prentaða orðinum wander, sum helst skuldi verið wonder. Óheppið og aftur eitt dømi um manglandi rættlestur. Spell, tí húsin og øll útsjónd annars er so framúr væl frágingin. Tvífalt spell.
Í mínum hugaheimi arbeiðir Torkil Mørkøre á einum tónlistarligum øki, har svenski Eric Gadd og amerikanski kultbólkurin Steely Dan eru snúningsásir. Tá hann er bestur. Sum til dømis í Come unto me. Bleytur svingandi rútmikkur, sum eg ikki havi hoyrt síðani Steely Dan vóru í hæddini. Teir eru til enn, gubbarnir í Steely Dan. Torkil Mørkøre gevur teimum nýtt lív og Laila Karlsen svingar teir upp á eitt nýtt støði. Og so á eini føroyskari útgávu. Frálíkt.
Í báðum fløgum sæst trongdin at stytta orð. Sangur til frælsi skrivar mótarætta gui fyri gittara. Tað er alt ílagi. Men á seinnu fløguni verður hugtakið percussion eisini stytt. Tað verður til perch, sum uppaftur er ein málslig blóma av villini stíggjum. Mær lystir at síggja tann tónleikara, sum slær so nógvar skeivar streingir. Hevði ikki verið biðin aftur. Sum sangurin sigur Gotta take a stand.
Mítt nýttársynski er, at føroyskir tónleikarar fara at leggja seg eftir tekstinum, í eins stóran mun og tónleikinum.
Meðan fløgan Sangur til frælsi søkir okkara egna avmarkaða marknað, søkir fløgan hjá Torkili Mørkøre eisini ein marknað, sum er uttanfyri tann føroyska. Gævi at tað eydnast. Í báðum førum.
Ymisk nøvn Bjørn Afzelius - Sangur til frælsi (Studio Pegasus 2000)
Torkil Mørkøre A matter of time (JakZak 2000)
Ummæli Sosialurin 15.12.2000