Blaðgrein,Dimmalætting 30. juni 2006: BÚSTAÐARBYGGING Elsta eigarafelag í landinum er Tórsbyrgi. Tríati ár eru liðin síðani fyrstu fólkini fluttu inn í býlingin, har húsini eru ymisk í stødd, sniði og liti Tórsbyrgi telur, eins og bygdin Húsavík, 80 íbúgvar, sum í aldrinum 6 til 89 ár, búgva í 36 húsum. Hóast nýbygdur partur av Havnini, er Tórsbyrgi mest at líkna við eina rótfesta bygd, dygst við havið. Eisini her broytist talið og samansetingin av fólki. Tá tætt var millum børnini, búðu fleiri fólk í Tórsbyrgi. Nú eru tey floygd og nýggj leggjast til og seta nýggja dagsskrá. Tættbýli við útsýni Millum tey fyrstu at flyta inn í Tórsbyrgi í 1976 var Elin Súsanna Jacobsen, lektari í søgu. – Tað hóskar mær væl at búgva í tættbýli. Tórsbyrgi hevur tiltalað meg frá fyrsta degi, soleiðis sum húsini eru skipað. Tað at húsini eru ein eind, ger tað møguligt at skapa eitt rúm við serligum stemningi, umframt at tað leggur upp til felagsskap og samstarv í grannalagnum. Spurd um vansar, sigur Elin