Skip to main content

Hús úr ljóði


Blaðgrein,Dimmalætting 30. juni 2006:

BÚSTAÐARBYGGING Elsta eigarafelag í landinum er Tórsbyrgi. Tríati ár eru liðin síðani fyrstu fólkini fluttu inn í býlingin, har húsini eru ymisk í stødd, sniði og liti

Tórsbyrgi telur, eins og bygdin Húsavík, 80 íbúgvar, sum í aldrinum 6 til 89 ár, búgva í 36 húsum. Hóast nýbygdur partur av Havnini, er Tórsbyrgi mest at líkna við eina rótfesta bygd, dygst við havið.

Eisini her broytist talið og samansetingin av fólki. Tá tætt var millum børnini, búðu fleiri fólk í Tórsbyrgi. Nú eru tey floygd og nýggj leggjast til og seta nýggja dagsskrá.

Tættbýli við útsýni

Millum tey fyrstu at flyta inn í Tórsbyrgi í 1976 var Elin Súsanna Jacobsen, lektari í søgu.
– Tað hóskar mær væl at búgva í tættbýli. Tórsbyrgi hevur tiltalað meg frá fyrsta degi, soleiðis sum húsini eru skipað. Tað at húsini eru ein eind, ger tað møguligt at skapa eitt rúm við serligum stemningi, umframt at tað leggur upp til felagsskap og samstarv í grannalagnum.
Spurd um vansar, sigur Elin Súsanna at húsini liggja í so ábart, serliga fyri eysturætt.
– Her er væl kaldari, enn har, sum betri lívd er, men tað verður tó fyri stóran part vigað upp av tí fría útsýninum.

Heilt til Svínoyar

Eisini Inga og Einar Ellingsgaard eru fegin um útsýnið.
– Vit síggja frítt út á fjørð, ja heilt til Svínoyar. Tað er stórfingið í øllum veðri, ódn sum logn. Men tá vit fluttu heimaftur til Føroya í 1977, var ikki so lætt at fáa tak yvir høvdið. Kommunan hevði eini hús í Tórsbyrgi til sølu, men har var einki útsýni. Vit fingu so at vita, at John Smith hevði keypt eitt av teimum størstu húsunum og vildi selja tey aftur. Um vit vildu bíða og gjalda nakað meira fyri broytingarnar, hann hevði gjørt, so skuldu vit fáa tey. Tað valdu vit so, og á Jóansøku 1977 fingu vit lyklarnar til nr. 23 og fóru glað at mála og tapetsera. Her hava vit verið síðani, siga tey bæði, sum dagliga starvast hjá Postverkinum og á Royndarstøðini.

Havið er granni

Í 10 ár hava Anna Katrina og Sámal í Homrum búð í Tórsbyrgi. Tey fluttu úr Hósvík við fýra børnum, sum øll eru floygd. Hon arbeiðir á stovni fyri menningartarnað og hann er skipari hjá Maersk.
– Her eru allir fyrimunir, stutt til Havnar og stutt til bygda, sigur Sámal í telduposti av Agnetu Maersk, ið siglir millum Spania og Vesturafrika. Umframt at samanhaldið er gott, leggur hann dent á, at í Tórsbyrgi er havið tín granni. Her búleikast tað núføroyska fólkaslagið, frá professara til kassadamu, øll undir somu treytum, sigur Sámal, ið tó ilskast inn á kavaruddingina í økinum. Vetrarnar verður kavin ikki nóg væl ruddaður av gongubreytum, so illgongt er hjá fólki, serliga teim eldru.

Besta gerðin

Elsta fólkið í Tórsbyrgi er Edith í Jákupsstovu, sum tveir dagar eftir 30 ára haldið kann halda 90 ára føðingardag. Í 1984 flutti hon inn í Tórsbyrgi.
– At flyta úr einum stórum húsum og inn í hesi húsini og trygga umhvørvið í Tórsbyrgi, er besta gerðin, eg havi gjørt, sigur Edith. Áðrenn búði hon í stásiligu húsunum, ið nú eru kend sum Jákupsstova í Jóannesar Paturssonargøtu í Havn. Upprunaliga vóru húsin bygd í Sørvági, men flutt til Havnar.

Ommubørnini

Sigrún Mohr og Hans Jacob Hermansen fluttu inn í Tórsbyrgi fyri jól í 1976. Hon er apoteksassistentur og formaður í Alzheimerfelagnum, meðan hann er koyrilærari.
– Vit hava verið við frá byrjan, so suttligt er at síggja hvussu Tórsbyrgi er broytt og hevur fingið meira sál við árunum. Okkum dámar væl at búgva tætt og at hava gott samskifti við grannar, hóast vit ikki renna á dyrnar hjá hvør øðrum í tíð og ótíð, sigur Sigrun og nevnir túnatos og felags tiltøk, sum greiðar fyrimunir í tí dagliga.
– Tórsbyrgi er eitt eldorado hjá børnum. Vit eru so mikið gomul, at nú eru tað ommu- og abbabørnini, sum njóta gott av umhvørvinum.

Ein onnur verð

Yngsti tórsbúgvi er 6 ára gamla Bára, sum vit finna í nummar 19 saman við brøðrunum Tróndi og Brandi og foreldrunum Høgna og Jónu. Hann er løgfrøðingur og hon arbeiðir í Sjónvarpinum.
– Vit fluttu inn í 1997 og tey bæði yngstu børnini eru fødd meðan vit hava búð her. Samanhaldið við tey nógvu fólkini letur upp fyri felags tiltøkum og so er tað so trygt at búgva her, tí øll kennast meir ella minni. Hóast vit eru nær býnum, so er hetta alíkavæl ein onnur verð, sum er deiliga bygdaslig og friðarlig. Sum tórsbúgvar hava vit nakað serligt saman, fleiri livandi grannaløg, har gomul og ung búgva hurð um hurð og hetta gevur eitt serligt samlag, har atlit til hini í »bygdini« er ein partur av mentanini.
Vansarnar við at búgva í Tórsbyrgi, gera Høgni og Jóna snøgt upp til tveir.
– Vit kunnu ikki byggja sum vit vilja, tí vit mugu halda okkum til arkitektur og grannaloyvi og so tað, at øll ikki eru við til tey ymisku tiltøkini árið runt.

Barnavinaligt

Nýggjasti innflytari í Tórsbyrgi er 27 ára gamli Andrias Lava Olsen, sum fyri knapt trimum árum síðani keypt hús í Tórsbyrgi, sum hann umvældi og flutti inn í fyri hálvum øðrum ári síðani.
– Mær dámar sera væl at búgva her, serliga av teim framúr góðu umstøðunum hjá børnum at spæla úti, uttan at man skal hugsa so nógv um bilar og ferðslu. Samanhaldið millum grannanar er sera gott og eg havi kent meg vælkomnan frá fyrsta degi. Tað haldi eg eisini at man sær aftur í eigarafelagnum, sum er eitt sera aktivt felag, sigur Andrias, ið siglir sum stýrimaður við rækjuskipi í Grønlandi.

Bygdasligt uppá tann góða mátan

Í august 1995 fluttu Anna Maria, ið arbeiðir hjá Tryggingini og Edvard, sum er lærari, úr kjallaraíbúð í Havn og kundu velja millum at byggja á egið grundstykki, ella keypa hús í Tórsbyrgi. Eldri sonurin skuldi byrja í skúla og samanhildið við eina røð av fyrimunum, valdu tey Tórsbyrgi.
– Her er friðarligt, barnavinarligt og børn í sama aldri, sum sonurin og so høvdu vit hoyrt, at her var gott grannalag og nógv samanhald. Síðani hava vit bara fingið váttað at tað var so.
Spurd um eingir vansar eru, svara tey sum við ein munn:
– Nei tað veit Guð vit halda ikki at nakrir serligir vansar eru, í hvussu so er ikki sovorðnir sum gera tað at vit ætla at flyta. Grundstykkið hava vit selt, so nú verða vit verandi her. Tí tað er bygdasligt at búgva í Tórsbyrgi, men uppá tann góða mátan. Felagsøkið er soleiðis innrættað, at øll møtast í túninum, so vil man verða við, so kann man tað, sigur Anna Maria og leggur afturat, at meðan Edvard er við í kortklubbanum, so er hon í bindiklubbanum, sum hjálpir til tá konfirmatión, rundir føðingardagar og jarðarferðir eru.

Formaðurin og fólkaræði

Meta Palle, formaður í Eigarafelagnum, flutti inn í Tórsbyrgi á vári 1977. Hon er sjúkrahjálpari og maðurin Bjarni er verkfrøðingur.
– Allir íbúgvar hava skyldu at vera limir í eigarafelagnum, at vera íbundnir hitaskipanina og gjalda limagjald, sigur Meta, ið saman við nevndini skipar fyri regluligum fundum, har felags áhugamál verða viðgjørd. Nevndin, ið telur 5 limir, skipar fyri ruddingardøgum, at alt verður málað og umvælt og so øllum veitsluhaldi, árið í kring.
– Regluligir nevndarfundir plaga at vera fyrsta mánadagin í hvørjum mánaði, har avgerðir verða tiknar, sum ikki altíð eru so væl umtóktar hjá øllum. Tórsbyrgi er sum ein lítil bygd – men fólkaræðið má ráða. Tí er tað gott at búgva her, sigur Meta.

Besta bústaðaøki?

– Eg eri ikki sørt fegin um at hava verið uppií at fáa hetta í lag og haldi framvegis Tórsbyrgi vera kanska besta bústaðaøkið í Havn, sigur arkitekturin Gunnar Hoydal.
Upprunaliga hevði byggingin navn eftir trøðni og æt Tórgarðstrøð. Men onnur støð vóru eisini roynd. Gunnar, sum tá var býararkitektur í Havn, sigur, at skitsur vórðu gjørdar av líknandi byggingum omanfyri og niðan við Fútalág. Men byggingin var tung fyri kommununa, og fólk yvirhøvur vóru ímóti tílíkari bygging og funnust at henni.
– Hugsanin var at vísa á aðrar møguleikar í búseting og bústaðabygging enn tær vanligu útstykkingarnar við grundstykkjum, eitt og eitt fram við ein húsaveg. At gera eina samskipaða heild við ymiskum húsum, ymiskum støddum og ymiskum rúmum millum húsabólkarnar, væl vard og við lívd. Fyri fyrstu ferð skuldi tað eisini roynast at skilja bilarnar frá, so at teir ikki sluppu inn millum húsini. Og so skuldu húsini leggjast eftir lendinum og útsýninum.

Felagsskapurin

Umframt tað arkitektoniska, var eisini hugsað um felagsskapin. Teir komandi eigararnir skuldu vera uppií at fyrireika byggingina og taka støðu til síni egnu hús, og við at hava ymiskar støddir á húsunum var ætlanin at fáa eina samanseting av fólki í ymiskum umstøðum og ymiskum aldri.
– Tað eyðkenda við Tórsbyrgi er, at tú gongur ikki fram við býlinginum, tú fert inn í hann. Ymiskt er broytt, og nakrar arkitektoniskt ivasamar uppíbyggingar og umbyggingar hava verið. Hinvegin prógva tær, at har er liviligt, og serliga væl tykist felagsskapurin at hava virkað, sum tað sæst á felagsøkjunum millum húsini, sigur Gunnar Hoydal, nú hátíðarhald er leygardagin 1. juli í sambandi við at tríati ár eru liðin síðani fyrstu fólkini fluttu inn í Tórsbyrgi.

Bilarnir burtur

Arkitektafelagið metir skipanina við trimum ymsum høvuðssniðum, ið hava eitt felags skot sum inngongd til hús í einum, ella tveimum hæddum, rættiliga áhugaverda.
Formaðurin Mayfinn Norðoy sigur, at býlingurin er sermerktur við, at havar eru ikki rundanum húsini, men hvørt hús hevur ein lítlan hava í terrassuskapi. Úthús eru millum húsini, nakað sum hjallar í eldri býlingum. Eisini er framd ein trafikkseparering so miðvís, sum ikki er sædd aftur í nakrari seinni bygging í Føroyum. Hetta riggar væl og stimbrar trivnaðin millum húsini, tí bilarnir eru burturfrá. Her er eydnast at skapa eitt tætt grannalag og allíkavæl soleiðis, at fólk kunnu hava sítt egna, sigur Mayfinn, sum tó nevnir fleiri arkitektonisk lýti.
– Síðani húsini vóru bygd, er nógv broytt og byggimálsviðgerðin hevur verið í so lagalig. Serliga er tað spell, at stýringin av byggiteknisku staklutunum ikki er framd sum ætlað frá fyrstani tíð. Hetta hevur ført við sær husmorvindeygu, vindskeiðir og úthang, sum eru óhóskandi, tí tey hava ein heilt annan stíl enn byggingin. Summi hava hækkað lágu tekjurnar eitt vet og innrættað kømur á loftinum og summar útbyggingar líkjast vanligum sethúsum, ið ikki hoyra hesari bygging til.

Byggianarkisma

Formaðurin í Arkitektafelagnum reisir spurningin, um til ber at gera eina skipan, ið kann bera og fevna alt tað, ið fólk vilja, tá tey byggja um.
– Gunnar Hoydal hevur sæð konsekvensin og er farin eitt stig víðari í randarhúsunum inni á Gøtu og millum Gilja, har tann føroyska byggianarkisman er í hásæti. Har er frítt spæl, millum fastlagdar rammur.
Mayfinn vísir á, at í mun til eldri tíðir, kann ikki sigast, at vit hava ein siðbundnan byggihátt í dag.
– Nýggir byggisiðir og mátar at nýta tilfar uppá, koma alla tíðina inn yvir okkum og verða nýttir hvør um annan og upp at hvørjum øðrum. Hetta er ikki nakað serdømi fyri Føroyar, men føroyingar eru øgiliga avgjørdir í at markera seg í sethúsabygging, sigur formaðurin í Arkitektafelagnum.
– Vit liva í eini broytingartíð, har tað skilabesta kanska er at arbeiða við hesari støðugu broytingini og lata hana vera part av arkitekturinum, sum til dømis nýggju randarhúsunum. Men hóast trupulleikar og broytingar, so er Tórsbyrgi eitt tað besta bústaðarumhvørvið í Føroyum. Og tað er ikki sum at siga tað at sleppa framat, um tú vilt ogna tær ein bústað her, sigur Mayfinn Norðoy, formaður í Arkitektafelag Føroya.

Birgir Kruse, Dimmalætting, 30. juni 2006