Skip to main content

Posts

Í øvutari raðfylgju

Ovast síggjast Kristina Bærentsen og Hallur Joensen, síðani síggjast Ólavur Øster, Daniel Nielsen og Petur Hermansen (Myndir: Álvur Haraldsen) Kontrikonsert var í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Konsertin var í trimum, fyrst Hallur Joensen, síðani Rannvá Vesturklett og at enda Ragnar í Vík. Øll trý høvdu nógv og gott fylgispæl, kórsangarar eisini. Mest sjáldsama var ungi Daniel Nielsen, sum undir hatti streyk eini hillbillyfiól alla konsertina á tamp. Ein frálík pallseting. Hinumegin í ljóðmyndini var Jóhan Petur Hansen á mandolin og aftastur í ljóðmyndini Pauli Magnussen á kontrabass. Fremst fyri í fyrsta parti, saman við Halli, var hin undurbara kórrøddin hjá Kristinu Bærentsen. Hetta var byrjunaruppstillingin. Framhaldandi kundi hetta verið karmurin um eina perfekta kontrikonsert, eitt hoedown við nýslignum grasi, sum í Grand Ole Opry í Nashville. Men eftir nakrar heilt fáar sangir smildraðu trummurnar ljóðmyndina. Kontrabassurin hjá Paula hevði kunna borið allan ljóðbotnin í hes

Hoedown í Norðurlandahúsinum

Ovast signerar Ragnar í Vík fløgu til Hera Dam. Enn fegnari var Hallur Joensen, sum seldi og signeraði hópin av fløgum. Aftanfyri er dótturin (Myndir: Birgir Kruse) Leygarkvøldið fegnaðust mong um at kontritónleikur varð sloppin inn í Norðurlandahúsið. Eitt statement , tey settu ájavnt við almennan mentanarpolitikk. At kontritónleikur endaliga varð góðtikin av teim ráðandi í Havn. - Ja, nú eru vit sloppin til háborðs, segði Oddbjørn úr Klaksvík so hjartansfegin og javnmetti pallseting og tónleikarar við Grand Ole Opry. Okay, um tað gekst so væl, kunnu tit lesa um í Sosialinum, har eitt ummæli verður undir yvirksriftini "Í øvutari raðfylgju". Men eitt er vist. Bluegrass tónleikur hevur fingið fastatøkur á mongum føroyingum. Og samstundis eiga tey evnini at spæla bluegrass, ein praktfull tónleikagrein, ið onkur kallar hvítan hesta jazz . Enjoy, og lurtið eftir bluegrass. Ikki bara The Isaacs, men eisini Alison Krauss og The Cox Family. Og so ein lítil perla: farið á YouTube og

Havnarkvinnur um Havnarmenn

Katrin Ottarsdóttir og Jóannis Nielsen kjakast í Klingruni í Norðurlandahúsinum eftir frumsýningina av “Ein regla um dagin má vera nokk”, ið er um Tórodd Poulsen. Næsti filmur hennara verður um Jóannis Nielsen (Myndin: Birgir Kruse) Fríggjakvøldið varð filmurin hjá Katrini Ottarsdóttir “Ein regla um dagin má vera nokk” frumsýndur á stevnu í Norðurlandahúsinum. Filmurin lýsir Tórodd Poulsen og hansara skaldskap á Vesturbrúgv í Keypmannahavn. Eins og klassikarin “Regin útiseti” frá 1986, lýsir filmurin ein føroying í útlegd. Málið hevur hann við sær, hin útilagni. Ímeðan er ymist hent. Regin stetlar illgondur í túninum og Tórddur kenst á ein líknandi hátt skerdur í útlegdini. Hetta gevur eina spennandi inngongd til tað, ið er millum reglurnar hjá Tóroddi. Eins og tær fáu reglurnar, eru útsagnirnar hjá Tóroddi one liners . Sniðfundiga avbjóðandi, men eisini ertandi. Og so brýtur Tóroddur seg sjálvan av. Nú er ikki meir at siga. Tað er bara so. Hetta gjørdi filmin behagiliga hugvekjandi.

Rætt mær gittarin, pápi!

Gott at hava ein hjálpandi pápa. Ragnar, stjørnan í Talent 2008, biður pápan Finn Hansen, rætta sær gittaran eftir at strongurin er slitnaður í Margarinfabrikkin í dag. Niðri undir er Ragnar saman við gittarleikaranum og trummusláaranum, ein power trio, og niðast saman við øllum vinmonnunum kring lokala punkbólkin í Havn (Myndir: Birgir Kruse) Sjálvdan havi eg møtt einum sovorðnum ljóðtrysti og eini sovorðnari tryggari spæligleði sum á Marganfabrikkini í dag. Ragnar Finnson og tveir vinmenn spældu punk, sum var tað ikki bara Green Day, men beinleiðis The Who í 60'unum. Live at Leeds, til dømis. A Timewarp. Allir tríggir framúr beinraknir og málrættaðir á palli. Kanska serliga gittarleikarin, sum spældi og førdi seg fram, sum var tað sjálvur Pete Townshend og ikki bara hansara straight gittarspæl, men eisini hansara rørslur við stórsvingandi gittararmi og sjáldsama dynamiskum pallspæli. Eisini á knøunum, akandi fram til kantin. Eg sigi sum Landauer, tá hann fyrstu ferð sá Springste

Megin í listini

Inger Smærup Sørensen signerar bókina "Livandi list" í bókasøluni Rit og Rák í SMS í dag. Niðast sæst málningurin á bls. 175 (Myndir: Birgir Kruse) Myndlist er ein blómandi listagrein. Soleiðis hevur leingi verið. Í hvussu er síðani Niels Kruse og teir fóru at mála fyri hundrað árum síðani. Men virðingin fyri listini, samstarvið millum útinnandi listafólk, stuðlar og fyriskiparar hevur ikki altíð verið gott. Brøðurnir Torbjørn og Hans Pauli Olsen tykjast órørdir av hesum rákum, íðum og rembingum. Í nýkomnu bókini Livandi list nemur høvundurin, ið er listfrøðingur, við henda veruleika á blaðsíðu 174. Hetta er júst í sambandi við Torbjørn Olsen og list hansara. Og guðsdoy sum eg eri samdur við henni. Serliga tá hon, við støði í málningin Torbjørns, peikar á megina í einum málningi. Styrkin í litunum, tað viðkvæma í litunum og í teimum pinkalítlu skiftunum millum litir, sum málningurin betur enn nøkur onnur listagrein megnar at vísa. Megin er eisini í tí tóma rúminum, sum er

Fría orðið sett til sølu

Fert tú á kjakstaðin www.kjak.fo kanst tú lesa hesi boðini: "Tíðverri er forumið niðri í løtuni. Vinarliga royn aftur seinni." Kjakstaðurin er settur til sølu. Við eddum og øllum (Búmerki) ”Tá Dimmalætting fyrr í ár keypti Vinnuvitan og Vikublaðið, fylgdi ein heimasíða við í keypinum, sum ikki passaði inn í virksemi okkara…” Dimma 10. oktober 2008 So er tað sagt. Tí soleiðis byrjar oddagreinin í nýggjastu Dimmu. Og so kann lesast ein drúgv og samansett frágreiðing um, hví Dimma ikki hevur megnað at hildið hús á http://www.kjak.fo/ . Samstundis verður lesarin vissaður um at øll redaksjonell sjónarmið, líka síðani fronsku kollveltingina, hava og støðug verða hildin á Dimmu. Okay, hevur tú áhuga í rigor mortis, so er hetta spennandi lesnaður. Men mest áhugavert haldi eg tað vera, at Dimma í ónevndu oddagreinini sær fyri sær førleikan sjálv at stýra tí, ið hendir á netinum. At seta dagsordanin í cyberspace. Ein sjáldsama avbjóðandi anakronisma. Greitt er, at gamla Dimma er farin

Sensur á netið?

Ovast er meginnervalagið í føroyska kunningarsamfelagnum, FarIce, Cantat og Shefa sambandið, kortlagt. Jákup Nielsen, FT Net, vísir okkum teir nýggju tunnu og teir tjúkku gomlu kaðalarnar, sum FT Net umsitur inn og út úr Føroyum. Vilja politikarar sensur, so er lætt at kvetta. Niðast síggjast gamlar telefonir. Mittasta er elsta telefonin í Føroyum (Mynd: Birgir Kruse) Okkara land er undarligt. Í sjeynda flokki undirvísti eg onkuntíð í landalæru. Har eru menningar- og ídnaðarlond kravd evni at undirvísa í. Tá plagar eitt ljóst høvd í flokkinum at spyrja: ”Jamen, um eitt land, sum bara livir av einari vøru – kopar, kakao ella bananum – er eitt menningarland, so eru Føroyar eitt soviritt. Tí vit liva bara av fiski!”. So sigur eitt annað ljóst høvd í sjeynda: ”Jamen, vit hava eina rúgvu at telefonum, bilum og læknum fyri hvørji túsund fólk, so vit eru avgjørt eitt ídnaðarland!” Tað er landalæra, vit ganga í sjeynda og vit lesa í bókini ”Heimurin er av lagi”. Jú, so er. Í teldutættasta la

Síðstu offrini hjá Anwar Sadat

Ovast eru kappingarneytarnir og verturin avmyndaðir við Kringvarpstrappuna í Sorturdíki. Niðast er Meinhard í holt við at svara fyrsta skipaspurninginum (Myndir: Ove Olsen og Birgir Kruse) Í spennandi spurnarkappingini hjá Gunnari Nolsøe taptu vit báðir, Meinhard Jensen og eg. Sjiit. Men vit vunnu so annað plássið í áttindapartsfinaluni. Tað høvdu vit sett okkum fyri. Men at vit skuldu falla sum offur fyri Anwari Sadat, tað var heldur óvæntað. Sorry, Meinhard. Minnið kann spæla okkum øllum eitt puss. Men hvat, tá vit lesa Sálmistin sigur hann at “túsund ár í eygum Tínum eru sum dagurin í gjár, hann, sum svann, ja, tey eru sum náttarvøka.” Tá alt kemur til alt, er bara poesiurin eftir.

Mosavaksin minni

Rustaður konteynari við Áir (Mynd: Birgir Kruse) Hyggið væl at hesi myndini. Hetta er ein partur av Føroya søgu, sum nýliga er gloppin okkum av hondum. Norðuri við Áir er niðurlagda hvalastøðin. Niðri við støðna er dráttur, har stórhvalir vórðu drignir í land og skornir upp. Dygst við dráttin stendur ein rustaður konteynari. Og hyggið nú væl. Á mosavaksna botninum í buglaðu rustbingjuni liggur ein akvavittkassi frá Kattrup. Yes, ein kassi frá Veru. Á botninum í einum rustaðum konteynara á eini afturlatnari hvalastøð. Kunnu viðurskfitini blíva fornari? Við alfaraveg liggur hetta stilltalandi vitni um nýlidna føroyska tíð og tilveru. Ja, Veru, sum var eitt úrslit av forboðum og almennum tvørleikum. Eins og føroyska ullin hjá Guðrun & Guðrun. Eins og Rapport hjá Statoil á Argjum. Eins og...ja, tú hevur fangað poengið.

Sólsetur í Syðradali

Gæs í sólsetri við Syðradalsvegin í dag (Myndir: Unn og Birgir Kruse) Havnin er so vælsignað plaserað, at eftir lítlari løtu kanst tú verða burturi í óbygdum. Tú kanst ganga um Kirkjubøreyn, ella koyra eftir vakra vegnum til Syðradals. Alla ársins tíð er tað ein fragd fyri eygað at síggja sólina seta av Syðradalsvegnum. Ikki minst í dag. Meðan Jens Eli Ellefsen syngur í kvøðuljómunum um sól, ið søkir sær hav. Gamaní er tað bygdasligt. Men tá nakrar prúðar gæs kom spankulerandi, tá kennir tú teg í pakt við føroysku náttúruna. Kanska er tað bara bygdasligt at vera føroyingur. Í hvussu er ein sunnudag á heysti.

Heystframsýning úr øðrum vinkli

Hundur í bandi á listaframsýning (Mynd: Birgir Kruse) Ofta verður kjakast um list og hvat, ið er sonn list og um hon sampakkar við hendan ella handan tankagangin. Tað velst ofta um, úr hvørjum horni vit síggja listina og hvat vit vilja brúka hana til. Á Heystframsýningin var ein nýggj, stuttlig uppliving. Ein hundur í bandi. Í sjálvum sær eitt listaverk. Guð vit, hvat hann helt om okkum - og tað sum hongur á vegginum!

Heystið er komið

Ovast síggjast Birgir, Martin, Hans Pauli, Hans og Jóhan Petur á Heystframsýningini 2008. Allir høvdu vit evning hjá Hans David Jacobsen á Venjingarskúlanum. Niðri undir eru vit fýra í bygninginum hjá Føroya Tele í Hoyvík, ið stuðlar sangleikinum Hair, sum sæst á teltinum við áskrfitini Love og No more War og Peace. (Myndir: Øssur Winthereig og Jákup Nielsen) Vit gomlu floksfelagar hava sett okkum fyri at møtast um heysti. Seinastu fýra árini hevur tað verið tá Heystframsýningin letur upp á Skipasmiðjuni, ið nú eitir MEST. Og hetta er mest sum ein spennandi framsýning. Í ár eru tað 16 listafólk, ið sýna fram. Tey fyrireika alt sjálvi og Inger Smærup Sørensen er sambindingarliður . Hesa ferð vísa tey á, at framsýningin sum uppliving er bæði einstaklingaframsýning og kollektiv. Tey siga soleiðis: Ein bólkaframsýning vísir verk hjá einarum, hjá listafólkum, sum ikki hava somu listaáskoðan, sum yvirhøvur ikki brúka sama úttrykk og sum vilja nakað heilt ymiskt við síni list. Soleiðis verðu

Time of Your Life

Eitt bros frá Glen Campbell fangað á palli í Hammersmith Odeon, London (Mynd: Birgir Kruse) - Sum alt lítilsvert er vælsignað , soleiðis ljóðar ein regla úr yrking hjá Williami Heinesen í føroyskari týðing. Tað kom mær til hugs, nú Glen Campbell nonsjalant er farin at syngja Green Day. Tað er sum um aldrandi kontrysangarin syngur og tulkar revolterandi punk við júst hesi yrking hjá William Heinesen í huga. Úrslitið er framúr. Og so er tað sami sangur, sum ungi føroyski punkarin Ragnar Finnson sang í donsku sjónvarpssendingini Talent - Good Riddance (Time of Your Life) . Í London fangaði eg Glen Campbell á pallinum í Hammersmith Oden. Myndin av honum omanfyri er tikin av pallkantinum við vanda fyri at verða blakaður út. Um aðrar vandamyndir av tílíkum slagi kann lesast 27. mars 2008 á hesum bloggi.

Fimm dagar fyri valdið

Høvuðspersónarnir í filminum "Fimm dagar fyri valdið", Høgni Hoydal og Jóannes Eidesgaard, í durinum í Norðurlandahúsinum beint fyri frumsýningina sunnukvøldið (Myndir: Birgir Kruse) Meðan Høgni er hin einsamalli í fílabeinstorninum, er Jóannes ein maður av fólkinum. Longu í durinum í Norðurlandahúsinum sást viljin hjá Jóannes at kjakast og koma í kontakt við fólk. Høgni er hin siðiligi, men einsami reiðmaðurin í mytologiska landslagnum. Tað prógvaði undirhaldandi filmurin Fimm dagar fyri valdið . Men eisini at retorikkurin tømist fyri innihald, nærri vit koma valinum. Her er ummæli skrivað fyri Sosialin 22. september 2008: Fimm dagar fyri valdið Í bleiktrandi sjónvarpsljósi og jøvnum tíðindastreymi kann politikkur tykjast spennandi og vælskipaður við góðum spunasmiðum og hollum ráðgevum. Allir av evstu rók í samfelagnum. Veruleikin er ein annar. Politikkur er eitt einsamt strev, ið kostar nógva tíð og stórt persónligt offur. Tað prógvar nýggi heimildarfilmurin við sniðfundig

Flúgvandi dirigentur vísir vegin

Ein vælnøgdur dirigentur, Bernharður Wilkinson, vísir vegin fyri Føroya Symfoniorkestri, saman við Ágústi Ólafssyni, bassur, eftir framførsluna av "Ein Deutsches Requiem" hjá Johannes Brahms í Norðurlandahúsinum (Myndir: Birgir Kruse) Leygarkvøldið var eg til messu, requiem, í Norðurlandahúsinum. Ikki katólska fyri teim deyðu á enn deyðari latíni, men lívsjáttandi luthersk á livandi týskum. So sum Brahms hevur ætlað. Strangur hevur hann verið, Brahms, og hevur haft sínar orsøkir at skriva eina deyðsmessu og sjálvur at velja bíbilska tekstin. At teksturin er týskur og heitið har eftir, kundi eins væl merkt at teksturin var á øðrum máli og heitið Ein humanistisk messa . Tað læs eg mær til beint undan konsertini. Klassiskur tónleikur er hvørki mín sterka síða ella fremsta áhugamál, men hetta var stórbært. Óvæntað stórbært. Breiddin og dýpdin í ljóðmyndini, sett saman av fullum orkestri og stórum mans- og kvinnukóri frá vinstru til høgru, frá innast til uttast, var fantastisk. Og

Undangongumenn í føroyskum filmi

Tveir undangongumenn í føroyskum filmi: Pussi, alias Jákup Andreas Arge og Dánjal Jákup Mortensen í Sjónleikarhúsinum og niðriundir Pussi við myndatólinum fríggjakvøldið (Myndir: Birgir Kruse) Føroyskar Søgur, sum eru filmar frá privatfólki, vórðu frumsýndar í Sjónleikarhúsinum í kvøld. Ein hugnalig løta, við deiligum filmsklippum úr Føroyum í næstan hundrað ár. Uni Leitisten Hansen greiddi frá øllum arbeiðnum, sum hann hevur samskipað. Stjórin í Substanz Film, Troels Uhrbrandt Rasmussen, segði frá hugsanini aftanfyri filmsarbeiðið og Frithleif Olsen, formaður í Eik Grunninum, sum stuðlaði, segði eisini nøkur orð. Annika Mittun Jacobsen, Kringvarpsstjóri, helt eisini talu og vissaði okkum um at hon fór at goyma henda mentanarliga dýrgrip væl. Hetta er jú ein fongur uttan líka, at fáa allar teir privatu føroysku filmarnar talgildar og tøkar í savninum hjá Kringvarpinum. Mest áhugaverd var Helena Dam á Neystabø, landstýriskvinna. Væl perspektiverað greiddi hon frá tørvinum at goyma savns

Teldutøkar bøkur til føroyskar næmingar

Næmingarnir Petur Asbjørn, Margeir og Chanette avmyndaðir á mínari skrivstovu í morgun (Mynd: Birgir Kruse) Tríggir næmingar í Handilsskúlanum á Kambsdali, Petur Asbjørn Lervig úr Leirvík, Margeir Simonsen úr Fuglafirði og Chanette Hansen, sum er uppvaksin í Grønlandi, men býr í Klaksvík, hava frá lærarum teirra Mariu Gregersen og Hjalta Dalheim, fingið til uppávus at skapa eitt nýtt, innovativt virki. Uppgávan er tvørfaklig og bundin at tankanum um íverksetan. Næmingarnir hava valt at miðsavna seg um e-books, teldutøkar bøkur, sum skúlin og næmingar kunnu brúka. Grundsjónarmiðini í nýskapandi fyritøkuni eru at spara pappír og tilfar, men eisini at miðsavna tekst, so lættari verður at leita. - Tá vit møta á Kambsdali, skulu vit hava teldu og so fáa vit ein bókalista at lesa. Hví ikki gera bøkurnar teldutøkar hjá øllum at lesa og leita í, spyr Petur Asbjørn og tendrar telduna. Og tað er nakað um tað. Vitan er í stóran mun knýtt at telduni og teldutøkum tænastum. Fyrr ella seinni mugu vi

Føroysk diaspora?

Fólkatingslimurin Sjúrður Skaale hevur samskipað kanningina "Hví føroyingar búseta seg í Danmark" (Mynd: Birgir Kruse) Í dag legði Sjurður Skaale fram kanningina hjá Norðuratlantsbólkunum, ið vil svara spurninginum Hví føroyingar búseta seg í Danmark . Spurningurin er heitið á kanningini. Kanningin byggir á tað hagfrøðiligu sannroynd, at hóast vit hava lutfalsliga stórt burðaravlop, hava vit onga framgongd í fólkatalinum, tí so nógv flyta av landinum. Í kanningin verða teknaðar 4 myndir, ella typur, av føroyingum, sum búgva í Danmark. Kanningin byggir á samrøður við 1000 fólk. Sagt verður, at sum frá líður kunnu vit vænta at flestu føroysku børn verða fødd uttanfyri Føroyar. Veldug búskaparlig, mentanarlig og sosial virði, sum kundu verið skapt í Føroyum, koma á henda hátt øðrum samfeløgum til gagns, í hesum føri tí danska. Hugvekjandi og ein frammaná hjá bygdunum og landinum - sum er uttanfyri miðstaðarøkið. Tí tað er hagar útisetar vilja flyta til. Til høvuðsstaðarøkið. Um

Wrestler fær gylta Leyvu

Darren Aronofsky, 39, millum Mickey Rourke og Evan Rachel Wood, sum eru við í filminum The Wrestler, ið vann gull í Venezia í gjár (Pressumynd) Við Wim Wenders á odda hevur dómsnevndin á árligu filmsstevnuni í Venezia gjørt av at lata amerikanska leikstjóranum Darren Aronofsky fyrstu virðislønina Gyltu Leyvuna , ella Leone d'Oro á italskum. Aronofsky hevur áður gjørt filmar sum Requiem for a Dream við Ellen Burstyn. Filmurin The Wrestler er nýggjur og varð frumsýndur í Venezia. Internet Movie Database gevur filminum toppkarakter, ella 9,1 av 10 møguligum stigum. Sami netstaður, sum í stóran mun er brúkarastýrdur, sigur um Aronofsky at hansara filmisku frásagnareyðkenni eru hesi: Frequently uses a technique known as the hip-hop montage, which is a sequence of images or actions shown in fast-motion with accompanying sound effects, usually shown to simulate a certain action, such as taking drugs; Fade to white for emphasis, a break in the story, or an end of an Act/Section in the

Litríkur og livandi listamaður

Leif Sylvester letur upp listaframsýning í Norðurlandahúsinum leygardagin og smæðist ikki fyri at fara í dialog við verkini, meðan Anna V. Ellingsgaard á Sosialinum fær eitt prát við litríka og livandi listamannin (Myndir: Birgir Kruse) Leygardagin lat Norðurlandahúsið upp framsýning við 41 verkum hjá danska fjøllistamanninum Leif Sylvester. Og har stóð hann, góðsligi skemtarin Leif Sylvester, 68 ára gamal og upprunaliga timburmaður, mitt í Havn. Ein kulturpersónligheit . Saman við Erik Clausen fór hann síðst í 60’unum at sýna fram á gøtum og strætum. Orsøkin var, at teir báðir vóru misnøgdir við kendu listafólkini, ið sýndu fram á heystframsýningini, Kunstnernes Efterårsudstilling. Saman fóru teir eisini at spæla tónleik og film og gjørdust kendir sum atfinningarsamir, men tó ertandi stuttligir sjónleikarar og gyklarar kring alt landið. Meðan Erik Clausen hevur halgað seg filmi og hvøssum mentanarligum kjaki, er Leif Sylvester vorðin kendur myndhøggari og litríkur málari, ofta vi

Leskiligur bjargafuglur – tikin á sjónum

Heðin í Frammistovu, 47, úr Hvannasundi selur havhestaungar í Vágsbotni (Myndir: Birgir Kruse) Heðin í Frammistovu hevur verið við rasara eystanfyri og tikið havhestaungar, ella nátungar, sum eg plagi at siga. Hesa ársins tíð er náti leskiligasti biti eg kann fáa. Men hann er feitur, nátaungin. Tí dámar mær best at steikja hann og latað feittið renna frá. Tá fær hugtakið crispy nýggjan og leskiligan týdning. - Einaferð var bjargafuglurin týðandi táttur í føroyska húsarhaldinum. Nú er forkunnugt at fáa fugl. Tað er vandamikið arbeiði at veiða fugl og nógv roks at hagreiða fuglin. Tí er ikki løgið, at fuglur klárur at koyra í pottin er dýrur at keypa. Soleiðis sigur Valborg Rasmussen í bókini Maturin – vørukunnleiki, sum Føroya Skúlabókagrunnur gav út 2002. Um bjargafugl, sigur Valborg, at "nakrar bygdir eru enn, har sum fólk veiða fugl alt árið, bæði at selja og til húsbrúk. Lundi, grásúla, havhestur (náti), havhestaungi (nátungi) og líri (skrápsungi) eru tey fuglasløg, sum enn

Bobby Sands er móti í Venezia

Ovast: Leikstjórin Steve McQueen fær Gucci virðislønina frá Isabelle Huppert í Venezia í gjár. Niðast: Veggjamálningurin av írsku fólkahetjuni Bobby Sands er í Belfast. Um hornið er skrivstovan hjá Sinn Féin og Gerry Adams. Heimsins elsta filmsstevna er í Venezia, har 65. stevnan fór av bakkastokki 27. august. Umframt fremstu virðislønina, Gyltu Leyvuna , verða sjáldsamar virðislønir latnar. Teirra millum er Gucci virðislønin , ið fer til cross-over virksemi hjá leikstjórum, ið eisini virka á øðrum listarligum økjum. Í gjár varð henda virðisløn latin Steve McQueen, sum í filminum Hunger lýsir seinastu dagarnar hjá norðurírsku fólkahetjuni Bobby Sands í Maze fongslinum. Á filmstevnu í Cannes fyrr í ár fekk Steve McQueen virðislønina Camera d'Or fyri besta og fyrsta avrik hjá einum filmsleikstjóra. Ungi svarti londonbúgvin ber sama navn sum kendi amerikanski filmsleikarin, ið doyði í 1980 - Steve McQueen. Enn eitt filmssøguligt navn, Fassbinder, spøkir, tá vit hyggja eftir leiklut

Landnámið undir luppin

Eyðun Rannváarson hevur skrivað skúlabókina ”Komið og kannið landnámið”, sum Føroya Skúlabókagrunnur gevur út (Mynd: Birgir Kruse) Eyðun Rannváarson, 40, er kanditatur í menning av ritbúnaði við søgu sum bachelor. Hann starvast á fíggjar- og ráðgevingardeildini á Gjaldstovuni í Havn. - Tað hevur verið spennandi, avbjóðandi og læruríkt um eina leið, sigur Eyðun um hesa fyrstu royndina at skriva eina lærubók í søgu. Men hetta er ikki fyrsta royndin hjá Eyðuni at fáast við bókagerð. Eyðun, ið hevur lisið italskt, var við, tá Gianfranco Contri gjørdi føroyskt-italsku orðabókina herfyri. - Við hesari roynd um landnámið havi eg lært framferðarháttin at gera skúlabøkur, so tað er ikki óhugsandi, at eg fari at skriva meira innan hetta fakøkið, sigur Eyðun Rannváarson, ið serliga hevur áhuga fyri víkingatíð og miðøld í Føroyum. Bókin ”Komið og kannið landnámið” er ætla at brúka í miðdeild fólkaskúlans í søgu. Í bókini sigur Eyðun Rannváarson okkum søguna um hvussu Føroyar vórðu til og um tey fy

Teitur er fantastiskur

Teitur saman við framleiðaranum Rupert Hine á konsert í San Diego fyri fimm árum síðani. Ljóðmaðurin Jónas Bloch er avmyndaður um sama mundið í Knitting Factory í Hollywood (Myndir: Birgir Kruse) Var til konsert við Teiti í Norðurlandahúsinum gjárkvøldið. Hann byrjaði stillførur og næstan umberandi við sanginum The Singer , sum eftir seinastu fløguna er vorðin eyðkennissangur, tíðarleyst sveimandi signaturur, uttan fylgispæl. Her standi eg við mínum sangum, ein dandy í selum - I sing to be loved. Og kærleikin millum sangara og áhoyrara stóð sum telgdur í luftini. Ein hjartanemandi konsert við elskuligum sangum, sum hóast fittir, goyma ein stillføran ótta, ið lúrir ófrættakendur beint undir yvirflatuni. Sangir um gentur á bygd og bussar í Havn, sum aldri koma. Ein stillur desperado, ið bíðar eftir at fólkið vaknar, ikki bara í Austin, men eisini í Peking. Bestu sangir tyktist mær The Legendary Afterparty, Havnin er ein lítil bygd og Great balls of fire . Felags fyri hesar sangir var h

Shamu is a mysterious whale

Bóghvítuhvalurin Shamu í SeaWorld í San Diego. Fleiri halda U2 syngja um Shamu í sanginum "She moves in mysterious ways" og fáa tað til "Shamu is a mysterious whale". Kanska skuldu vit øll farið til oyrnalækna (Myndir: Birgir Kruse) Einaferð kom Ívar til mín á Bryggjubakka og vildi hava meg at finna plátuna “Se mig ned i og dø”. Við hjálparleysum spjaldrabókstavum var ynskið skrivað á ein ljósabláan kvøðuljómaseðil. Eg spurdi Petur Kristian og vit gjørdust skjótt samdir um at lurtaraynskið var Lone Kellermann “Se Venedig og Dø”. Saman við Ívari grundaðu vit yvir hugtakið korrelatión millum rættstaving, útbúgving og førleikan at lurta. Hetta við korrelatión var nakað sum Jeffrei Hendriksen seinni lærdi meg nógv um á Læraraskúlanum. Hesa lítlu søgu kom eg í tankar um í morgun tá eg læs um eina italska fyritøku, Amplifon , ið ger hoyriapparat, helst heimsins keðiligasta útgerð at selja. Ella mest ósexuta vøra, fyri at brúka yndisorðafellið hjá dagsins seljarum. Eft