Skip to main content

Leskiligur bjargafuglur – tikin á sjónum


Heðin í Frammistovu, 47, úr Hvannasundi selur havhestaungar í Vágsbotni (Myndir: Birgir Kruse)

Heðin í Frammistovu hevur verið við rasara eystanfyri og tikið havhestaungar, ella nátungar, sum eg plagi at siga. Hesa ársins tíð er náti leskiligasti biti eg kann fáa. Men hann er feitur, nátaungin. Tí dámar mær best at steikja hann og latað feittið renna frá. Tá fær hugtakið crispy nýggjan og leskiligan týdning.

- Einaferð var bjargafuglurin týðandi táttur í føroyska húsarhaldinum. Nú er forkunnugt at fáa fugl. Tað er vandamikið arbeiði at veiða fugl og nógv roks at hagreiða fuglin. Tí er ikki løgið, at fuglur klárur at koyra í pottin er dýrur at keypa. Soleiðis sigur Valborg Rasmussen í bókini Maturin – vørukunnleiki, sum Føroya Skúlabókagrunnur gav út 2002.

Um bjargafugl, sigur Valborg, at "nakrar bygdir eru enn, har sum fólk veiða fugl alt árið, bæði at selja og til húsbrúk. Lundi, grásúla, havhestur (náti), havhestaungi (nátungi) og líri (skrápsungi) eru tey fuglasløg, sum enn verða veidd. Sum heild er minni til av fugli. Hildið verður, at orsøkirnar til minkingina eru minni æti, vistfrøðilig dálking og ófriður av ymiskum slag, sum órógvar fuglin. Ein orsøk kann eisini vera, at bjørgini verða ikki røkt, so sum tey vórðu fyrr í tíðini. Lítið er til av lomviga, og tí er hann friðaður í longri tíðarskeið."

Um havhest (náta) og havhestaunga (nátunga), sigur Valborg í somu bók, at "havhestaegg verða tikin frá 20. mai og eina viku fram. Havhestaungi verður tikin í bjørgunum 15.-19. august. Eftir 20. august verður hann tikin á sjónum við glúpi. Nú er vanligt at taka havhestaungar á sjónum. Hetta er tann havhesturin, sum vanliga verður seldur í handlunum. Bæði gamal havhestur og havhestaungi verða kiptir.

Gamal havhestur verður fleygaður mestsum alt árið. Tá ið ikki verður fingist við annað arbeiði, t.d. í landbúnaðinum ella at veiða annan fugl, ber til at fleyga havhest. Góður, passaliga feitur fuglur er at fáa frá seinast í september og í oktober og november mánaði. Hetta eru møguliga ungarnir, sum eru komnir aftur í bergið. Annars er fuglurin bestur frá hálvum februar mánaði og út í hálvan apríl."

Um at hagreiða havhest og havhestaunga, sigur Valborg, at "gamal havhestur og havhestaungar verða skáldaðir ella royttir. Verður fuglurin skáldaður, skal vatnið vera 80 stig C. Fuglurin verður hildin undir í 5 minuttir. Dúnið verður sviðið av. Veingir og bein verða skorin av, fuglurin verður kruvdur, og tikið verður innan úr honum. Heilsusamtyktin sigur annars nágreiniliga, hvussu havhestaungar skulu verða hagreiddir. Tað hevur ávísan vanda fyri havhestasjúku við sær at fáast við havhestaungar.

Gamal havhestur verður vanliga goymdur í frystara. Tey, sum hava nógvan gamlan havhest, goyma nakað av honum í mettaðum saltlaka. Saltaður havhestur skal verða vatnaður út í eitt ella tvey samdøgur, áðrenn hann verður kókaður.

Havhestaungi verður skorin upp eftir rygginum, brettur upp afturá og saltaður í saltílati. Summi salta hann rundan. Fuglurin verður lagdur í løgum við umleið 2 sentimetrum av salti ímillum hvørt lagið. Tá ið havhestaungin hevur ligið í salti í 3-4 dagar, er hann íligin, og tá skal hann ikki verða vatnaður út, áðrenn hann verður kókaður.

Fuglur, sum er tikin í berginum, er spikafeitur. Fitin verjir kjøtið, so tað verður ikki ov salt. Hann kann tí liggja í mánaðir í saltlaka, uttan at tað er neyðugt at vatna hann út.

Fuglur, sum verður tikin á sjónum, er ikki so feitur. Hann má verða útvatnaður, hevur hann ligið longur enn eina viku í saltlaka. Hann skal vatnast út í ein ella tveir dagar alt eftir, hvussu leingi hann hevur ligið í laka."

Úr: Maturin - vørukunnleiki, Valborg Rasmussen og Sigrid Dalsgaard, Føroya Skúlabókagrunnur 2002