Sámiska flaggið í Tinganesi í dag (myndir: Birgir Kruse) Í dag er sámiskur tjóðardagur. Síðani 1992 eru sámar samdir um henda dagin. Men semja hevur ikki altíð verið um júst hetta flaggið. Í 80’unum tá sámiskir rithøvundar og bókavørðar vóru á ráðstevnu í Føroyum, seymaðu tey eitt nýtt tjóðarflagg. Marianna Debes Dahl, sum um hetta mundi var við í nevndini í Filmsfelagnum, vísti mær flaggið. Hetta var kollveltingarkrút. Flaggið var eins nýtt og hatta orðið – kollveltingarkrút. Síðani er so mangt hent. Sámar eru vorðnir samdir um hetta vakra bláa flaggið, ið sýnir sólina, sum er faðir at øllum og knýtir jørð og himmal í eina æviga ringrás. Ein annar flaggstubbi úr søguni hjá Filmsfelagnum var í 1987, tá vit vóru vertir fyri norðurlendskari filmsstevnu og Nils Gaup var heiðursgestur við filminum ‘Vegvísin’. Filmurin, sum varð í uppskoti at fáa Oscarvirðisløn, bygdi á elligamla sámiska søgn. Tí var eitt full size sámiskt flagg bílagt úr Kautokeino. Flaggið kom, men vit sluppu ikki at brú