Skip to main content

Maður skal hvessa sær vápn

Maður skal hvessa sær vápn, stendur á slipsinum, ið liggur oman yvir fløguna við Bruce Springsteen. Hansara vápn eru orðini. Ikki tónleikurin (Mynd: Birgir Kruse)

Í sjáldsama góðveðrinum koyrdi eg ein biltúr eftir ringvegnum. Í lágu sunnudagssólini, uttan kvøðuljómar, rendi eg Springsteen í spælaran og setti á for.

Enn sum áður er Bruce Springsteen bestur í bili. Allar bestur, tá bakspegilin sýnir heimrustina, bygdina og alt tað kenda, sum hvørvur, meðan revolterandi fóturin traðkar á spitaran. I’m pulling out of here.

Og so hendir tað.

A blackness then the light of a million stars
As you slip into in my car
The evening sky strikes sparks


Hon kemur inn í bilin og saman koyra vit avstað, rýmingar í setandi sól. Bygdin far fingurin og fjarar burtur í bakspegilinum. You and me on the road, baby.

Meginskaldið á plátu, Bruce Springsteen, rør aftur á Born To Run (1975) har hann í sanginum Thunder Road sigur

All the redemption I can offer, girl, is beneath this dirty hood
With a chance to make it good somehow
Hey what else can we do now
Except roll down the window and let the wind blow back your hair
Well the night's bustin' open, these two lanes will take us anywhere
(...)…so Mary climb in
It's a town full of losers, I'm pulling out of here to win

Hjá ungum monnum á bygd er Springsteen ímyndin av hondgrípiligum frælsi og so útlongsli.

Hansara sangir eru einfaldir og 36 ár eftir at eg hoyrdi hann fyrstu ferð, er hann enn hin sami. Óbroyttur.

Enn sigur hann søguna um langtandi unga verkamannin, ið júst hevur fingið bil. Frælsið er vegurin og avbjóðingin í havsbrúnni.

Hvørt vit eru á bygd ella í býi, er umhvørvið siðbundið. Sum ein annar Prins Valiant ræður um hjá hvíta bilføraranum at finna hina einastu einu - prinsessuna og hálva kongaríkið.

Enn arbeiðir hann við hesum einfalda dreymi. Tí heitið Working on a Dream, giti eg.

Einfaldi tónleikurin hevur einki annað endamál enn at bera orðini fram á leið. Her er tað, at Springsteen hvessir sær vápnini. Í orðunum. Í rokklyrikkinum. Og ikki so nógv í tónleikinum.

Hann er langt frá so góður sum á Born To Run (1975). Og á permuni hyggur hann niður fyri seg, meðan stjørnur glampa og mánin er avtakandi. Romantikarin nærkast teim seksti.

Sjáldsamt, at svenski Ulf Lundell eisini er frammi við nýggjari fløgu, Omaha. Teir eru javnaldrar og mín dreymur er enn at skipa fyri einari konsert við teimum báðum, saman. Ein góður dreymur to work on.

Sangirnir eru:

1 Outlaw Pete 8:01 Breitt málað mytologisk søga um Pete, sum frá føðing skrivar seg inn í lógleysu kovboysøguna. Skemt og álvari hvørt um annað. Serliga góð er urgan. Og skrúvar tú hart frá hoyrir tú endan á munnhørpuni úr The Good The Bad And The Ugly.

2 My Lucky Day 4:00 Er ein einfaldur, larmandi rokksangur om kærleika til hina einastu einu. Einfalt og einki nýtt. Á markinum til tað heiladeyða. Urgan og saksofonin bjarga sanginum.

3 Working On A Dream 3:30 Er enn ein einfaldur sangur, hesuferð í mjúkari útvarpsútseting við blásarum og juhu-gentum. Er settur í umfar í útvarpinum. Meir er ikki at siga um tað.

4 Queen Of The Supermarket 4:39 Her finna vit Springsteen tá hann er bestur: óforloysti dreymurin millum unga mannin, sum kemur inn í handilin, bara at keypa sær okkurt hissini, tí hann vil hava gentuna, ið situr við kassan. Eins og í Grillbaren lukker nu (1973) hjá Røde Mor og Superlove hjá Malurt (1981) er evnið óforloystur kærleiki í brúkarasamfelagnum, har autostradur og parkeringspláss eru megininnervalagið í menniskjansligum samskifti. Lívið er ein road movie, takførið er av lagi, sum í filminum Paris, Texas og alt eru dreymar, ið kanska, kanska ikki, kunnu loysast um ein handilsdisk - við forbrúki. Ein stakkalamentan, bundin at verkamanninum, sum í einum innvortis Amerika hevur eittans dreymarúm - bilin. Hetta er besti sangur á nýggju fløguni. Ein ektaður Springsteen desperado.

5 What Love Can Do 2:56 Ein líkasalur sangur um…tað, sum heitið bendir á. Eitt sindur av Byrds-ljóði í kórrøddunum, sum avgjørt eru tiknar úr 60’unum. But who cares.

6 This Life 4:30 Einfaldur sangur um kærleika kring kosmiska stjørnukikaran í stovuni. Áju, eg meini tað. Líkasalur sangur, uttan bara tær tríggjar reglurnar omanfyri, har hann tekur unnustuna upp í bilin. Eitt motiv frá Born To Run. Ljóðmyndin er aftur tikin úr 60’unum, á sama hátt um Billy Joel ofta ger.

7 Good Eye 3:00 Kontradiktiskur bluessangur at venda hitt góða eygað móti myrkrinum og hitt ringa eyga móti sólini. Ein heilt okay blues sangur í gamlar traditión, men nýskrivaður av the Boss himself.

8 Tomorrow Never knows 2:13 Lættasti sangur á fløguni. Byrjar sum ein akkustiskur Creedence sangur og heldur fram við nasalari Bob Dylan rødd, men snarar so onkursvegna um Teit Lassen og Regnið í Havnardali, Prikkutu Monu hjá Dagfinni Olsen og hana, sum í kvøld skal verða mín, sum Steintór Rasmussen syngur um. Ein snøggur, spælandi sangur, ið kundi verið tikin úr heimligum jørðildi. Bravo!

9 Life Itself 4:00 Inniligur sangur um lívið sjálvt, Springsteen-karat hevur hann, eksistentielli yrkjarin, ið møtir eini destruktivari kvinnu, sum er drikkfeldig og lesur úr eini svartari bók. What is this. Kanska er bestu orðini grivin her:

Why the things that we treasure most slip away in time
'Til to the music we grow deaf and to god's beauty blind
Why do the things that connect us slowly pull us apart
'Til we fall away in our own darkness, stranger to our own hearts


10 Kingdom Days 4:02 Sing-a-long-sangur av bestu skuffu, við hópin av strúkarum og kórrøddum. Enn eitt afturljóð frá 60’unum, átøkt Roy Orbison og the Walker Brothers. Droymandi nostalgi. Reint afturhvarv, men vakurt.

11 Surprise Surprise 3:24 Rickenbacker gittari frá Turn Turn Turn hjá The Byrds í 60’unum. Sólskinspoppur fyri allar pengarnar. Perfekt til eina skúlaveitslu og tað, sum vit kallaðu Opið Hús í sætta og sjeynda flokki. Tað vóru tíðir. Men tíðir hava tað at fara…

12 The Last Carnival 3:29; Donovan forspæl á akustiskan gittar. Sorgarbundin tóni og orðalag. Vinmenn, ið fara hvør til sítt og - helst - aldri hittast aftur. Vakrar myndir verða uttan íhald tiknar upp úr sangbókini hjá Springsteen, meginskaldinum. Og so eitt himmalst kór, mest sum uttan fylgispæl. Og so er liðugt. Hetta var gravarsálmur, haldi eg. The Last Carival. Kanska er hann ognaður urguleikaranum Danny Federici, sum andaðist í fjør. Hóast syrgin er hetta Springsteen í essinum á plátu.

13 The Wrestler 3:50 Hetta er eyka ágóði, sum tey kallað bonus track. Sangurin er frá samnevnda filminum hjá Darren Aronofsky, sum vann gull í Venesia í fjør. Vann eisini The Golden Globe sum besti sangur í filmi. Ája, tað er so tað. Eins og Philadelphia hoyrist sangurin afturvið endanum á filminum, meðan nøvnini rulla.

14 A Night with the Jersey Devil 3:47 Enn ein eyka ágóði, sum tó bert hoyrist á vinyl plátum og japansku fløguútgávunum. Sangurin er ein tungur blues, ið byrjar við einum úlvi á heiðini. Skitin, way down blues, ið sum ein gimmick varð givini út á Halloween.