Sag og knívur eru amboðini í hjallinum, har Ivan følir uppá kjøtið og limar tað heila sundur, millum súkklur og bildekk (Myndir: Birgir Kruse)
Meðan tey syngja Eitt fjós og ein krubba, fóru Ivan og eg í hjallin við knívi og sag. Ørindini vóru at sundurlimað eitt væl angandi og trivaligt veðrakrov.
Millum bildekk og súkklur hevur veðrurin, sum vág 50 pund og er frá Ólavi Reinert í Norðradali, hingið í hjallinum í Tórsbyrgi.
Ivan Holm úr Nólsoy er inniløgumaður og kann eftir stuttari løtu sundurlimað eitt krov. Og tað uttan so mikið sum at kveita í bókina um At býta seyð og fletta. Tað liggur so beint fyri.
Eitt, tvey trý so er døgurðin til fyrsta jóladag klárur.
Matskráin er ræst kjøt, kókaður ryggur og stoktur bógvur og tjógv. Afturvið eru epli, føroyskar røtur og reyðkál.