Skip to main content

Stop The Slaughter in Gaza

Annie Lennox og Bianca Jagger millum bretskar politikarar og aktivistar í London í gjár

Undir heitinum ‘Stop The Slaughter in Gaza’ heitir Annie Lennox á stríðandi partaranar at gevast við krígnum og heldur tosa saman. Tiltakið er í 18 bretskum býum.

Annie Lennox er kend sangarinna. Hon er úr Aberdeen, vinnuliga vinabýnum hjá Havnini. Í 12 ár var hon gift ísraelska filmsleikstjóranum Uri Fruchtmann. Hartil er hin sosialur aktivistur, ið javnan er frammi og ikki smæðist fyri at siga sína meining. So ein ávísan pondus hevur hon í hesum máli.

Lennox er enn eitt dømi um at tað í størri mun verða poppstjørnur, heldur enn politikarar, ið tekna framtíðina.

Undan henni hava vit lagt til merkis írsku tónleikararnar Bob Geldorf og Bono, amerikansku filmstjørnuna George Clooney og so eisini meinagóðar kvinnur sum Lady Di og krúnprinsessa Mary.

Kulturbloggen, niðast til høgru á hesari síðu, hevur áhugaverda eygbering, ið sampakkar væl við orðini hjá Hans Holm í Kringvarpinum í dag, sí: http://kulturbloggen.com/?p=5810