Súsanna, Katrin, Fríðbjørg og Beinta avmyndaðar á skrivstovuni í dag (Mynd: Birgir Kruse)
Í dag vitjaðu tær fimm Súsanna, Fríðbjørg, Margaret, Katrin og Beinta. Tær ganga á Lærara- og pedagogskúlanum á Frælsinum í Havn.
Í lærugreinini samskifti skulu tær gera eina verkætlanaruppgávu, sum til endans er ein útvarpssending.
Lærarar eru Firouz Gaini, Mikkjal Mikkelsen, Øssur Winthereig, Poul Guttesen og Inger Smærup Sørensen, og Kári Mikkelsen og Eyðun Klakkstein, journalistar, eru vegleiðarar.
Í sendingini, sum skal verða liðug fríggjadagin, skulu tær fimm lýsa barnaútvarpið og hvørt tíðin er farin frá hesum slagi av sendingum.
Spurningarnir til mín vóru:
*Hvat er tað týdningarmiklasta, sum skal til fyri at eitt barnaútvarp veruliga skal fanga barnið?
*Hvat eigur ein so avgjørt at halda seg burtur frá, í barnaútvarpi?
*Hvørji eru tey klassisku mistøkini, ið verða gjørd í samband við barnasendingar?
*Er tíðin ikki farin frá barnaútvarpi, nú børnini hava so nógvar aðrar møguleikar?
*Er tað ikki ein vónleys uppgáva at framleiða barnasendingar í útvarpi, tá so nógvir møguleikar eru, t.d. í sjónvarpi og á netinum?
Mín meining er, at tíðin fer aldri frá barnaútvarpi. Men pallarnir og umhvørvini at gera barnasendingar flyta og skifta, bæði í innihaldi og skapi.
Mest umráðandi eginleikar hjá teim, ið gera barnasendingar eru nærvera, innliving, innlit og yvirskot. Somu ásetingar eru galdandi fyri allar sendingar, haldi eg.
Einki er sum ein sending, ið er av 'puff' slagnum. Ein sending, har verturin projiserar frustrasjónir yvir á meg sum lurtara. Til dømis tá tíðindaupplesarin fyri opnari mikrofon skyldar uppá ein vánaligan printara, blinkandi telduskermar, ella onnur viðurskfiti, sum eru lurtaranum púra óviðkomandi.
Men allar ringast er at liva í einum landi, ella umhvørvi, har kritikkur ikki er til. Tá verður eingin menning og einki perspektiv. Bara rutina og same precedure as last year og í ringasta føri feittutir pedagogfingrar, tá umræður barnasendingar.
Tað er ein ring ringrás, sum í sjálvum sær tekur lívið av barnaútvarpið og øllum útvarpið.
Góða eydnu, tit fimm, og annars øll, ið hava tikið tað stóru uppgávu á seg, sum er at gera barnaútvarp, nú og komandi.