Bestu heimildarfólk á jólum vóru Christoffer Jensen, 66 ár, og Brandon Walters, 11 ár. Hin fyrri, sum Ólavur Rasmussen fekk at fortelja, er úr Klaksvík og hin seinni, sum Baz Luhrmann fekk at fortelja, er úr Avstralia (Myndir: Birgir Kruse og Janie Barrett)
Tvær søgur skaraðu framúr á jólum. Heimliga søgan var hon hjá Ólavi Rasmussen um Klaksvíksstríðið eftir kríggið, og útlendska søgan var hon hjá Baz Luhrmann um avstralska upprunafólkið, tíggju ár fyrr. Altso tvær søgur, sum í fortaldari tíð liggja undan og eftir seinna heimsbardaga.
Hin fyrra í Kringvarpinum og hin seinna í Havnar Bio.
Vit, sum eru so mikið til árs komin og hartil hava blaða so nógv í aldrandi skúlabókum, at vit meta Heðin Brú sum modernaðan, kunnu í báðum førum ivast í søguliga sýninum og søguligu fjarstøðuni.
Hvussu nær kann søgan koma? Ella hinvegin, hvussu gomul og fjar skal søgan verða, til tess at fáa viðgerð og skapa kjak í samfelagnum? Og fáa innivist í perspektiverandi lærubókum?
Ímeðan gongur tíðin og fólkið letur mytologiskar søgur liva á poetiskum varrum og veingjum.
Tað, sum faktuelt er rætt og beint, hvørvir í fólksliga dýpinum og søgurnar fáa teirra egna lív.
Eftir mínum høvdi er hetta hin mest spennandi parturin av søgu og gransking. Livandi søgur frá livandi fólki. Alt annað er líkamikið. Í hvussu er á jólum.
Í fagrasta gávupappíri fingu vit hesi jólini tvær frágerða søgur, har fólk við serligum evnum søgdu frá um hendingar, ið høvdu myndað teirra lív.
Líkaliga bornar av sansi fyri skaldskapi og retorikki, søgdu søgurnar frá um læknastríðið í Klaksvík og um tilveruna hjá upprunafólkinum, har norðuri í Avstralia.
Tvørturum alla klótuna gongur ein einasta samanbering - gleðin at siga søgur. Í bestu gávutíð vístu Christoffer í Klaksvík og Brandon í Broome okkum tvey dømi.
Ólavur Rasmussen, sjónvarps free lancari og Baz Luhrmann leikstjóri hava givið okkum tvær væl innpakkaðar jólagávur, sum øll eiga at síggja. Í hvussu er fyri frásøgnina áleina. Innihaldsliga kunnu vit dystast mangar vegir og í langar tíðir.
Og so hin stórsta jólagávan: søgan um Klaksvíksstríðið bendir á at gleðin at siga søgur er komin aftur í Kringvarpið.
Væl gagnist!