Skip to main content

Posts

Dreymar larma ikki, tá teir doyggja

Í  minnislundini á Gracelandi (Myndir: Birgir Kruse) Dreymar larma ikki, tá teir doyggja. Heldur ikki hin amerikanski. Sjálvt kongar finna hin seinasta hvíldarstað. Onkur fyrr, onkur seinni. Elvis og familja hansara eru grivin á Gracelandi í einari vakrari minnislund, aftanfyri húsini. Nærmastu vinmenninir hava tendrað eina æviga flammu, so æviga sum vit nú einaferð kenna tað. Hvønn morgun er opið ein tíma at koma higar og njóta friðin, púra ókeypis. Ikki er tað sørt at fólk eru rørd, sum koma higar. Her liggur grivin ein stjørna, kongastjørna, sum umframt at duga at syngja sum fáur, eisini defineraði sjónvarp og hyggjaratøl. Uttan at vilja tað so nógv sjálvur, fekk hann fleiri at hyggja eftir sær, enn nøkur rúmdarferð ella mánalendning megnaði. Ein tílík atdráttarmegið verður lagnutung at bera. Tí er tað so sjáldsamt at ganga gjøgnum Graceland.

Inni hjá Elvis og teimum

Vit koma til Graceland, og verða víst runt í ymsu rúmunum hjá Elvis og teimum (Myndir: Birgir Kruse) Eftir morgunmatin koyrdi Elvisbussurin okkum tvørtur um Elvis Boulevard, inn í Graceland garðin og fram til høvuðsdyrnar, har steðgað varð. Øll stilla seg á rað, sum vaktirnir søgdu, og bíðaðu til okkara tørn var at trýna innar í heilaga staðin, Náðinsgarðin í Kongsgili. Eftir eina savnandi løtu, verður hurðin latin upp - og vit eru inni hjá Elvis og teimum! Fyrst ein stova við lítlum piano, so ein glasstova, gjøgnum køkin og inn í The Jungle Room, við tjukkum teppi á gólvi og lofti. Kjallarin var eisini spennandi at síggja. Gult og blátt í 70'ara sniði, stova, barr, steroanlegg og trý sjónvørp, sum Elvis vildi hava, tí hann hevði frætt at forsetin hugdi eftir trimum sjónvarpsrásum í senn. Men ikki ein gluggi uttar í veruleikan. Seinasta rúmið vit sóu, var har, Elvis spældi við klaverið, sama morgun, hann andaðist 16. august 1977.

The Motherchurch

The Ryman mitt í Nashville er aftur heimstaður hjá Grand Ole Opry (Myndir: Birgir Kruse) Tá bygningurin The Ryman verður umrøddur í Nashville, er tað við tilsipingini The Motherchurch . Tá er tað sjálvandi ein countrytónleikari, ella -fjeppari, ið úttalar seg. The Ryman er upprunaliga bygdur sum tabernakul í 1892, sum eisini sæst í innskrift á framvegginum. Frá 1904 er bygningurin brúktur sum savningar- og undirhaldsstaður, til Gran Ole Opry flutti inn í 1943-1974 og aftur nú, vatnflóð rakti nýggja Grand Ole Opry hjá Gaylord og teimum úti í Oprylandi, einar 20 míl burturi. Á eina Rymanhorninum hevur søgukommisjónin reist eitt skelti um, hvussu bluegrass bleiv til á hesum staði.

Inni í The Ryman

Litaðu gluggarnir sæddir innanífra í The Ryman. Stólarnir, sum Hallstein og Unn sita á, vitna um gott handverk. Kjóli hjá Kitty Welles, jakki hjá Porter Wagoner, Marty Robbins, harpan hjá Mother Maybell, klæðini hjá June Carter og Jonny Cash tá tey møttust, hondskivaðir tekstir hjá Johnny Cash, Connie Smith og Marty Stuart (Myndir: Birgir og Unn Kruse) Inni í vakra Ryman bygninginum eru kjólar, jakkar og ymsir minnislutir hjá countrystjørnum settir fram at skoða. Her eru sprøklutu kjólarnir hjá Kitty Welles, ikki minni sprøklutu jakkarnir, sum Nudie seymaði til Porter Wagoner og Marty Robbins, og klæðini, sum June Carter og Johnny Cash vóru í, tá tey møttust. Eisini eru hondskrivaðir tekstir frá Johnny Cash, Connie Smith og Marty Stuart on display. All in the name of memorabilia. Og satt at siga er ikki gangandi fyri memorabilia í Nashville.

Gamlar stjørnur á Grand Ole Opry

Little Jimie Dickens, John Conlee, Jim Ed Brown, Stonewall Jackson og niðast hin einasta, sum glógvaði - Jean Shepard (Myndir: Birgir Kruse) Eins og í øðrum lívsins viðurskiftum eldast stjørnurnar í countrytónleiki. Summar væl, aðrar verri. Men aldurin er ein konstantur faktorur á Grand Ole Opry. Tær blíva við og endurnýggja seg ikki. Millum gomlu stjørnurnar á Grand Ole Opry í kvøld vóru Little Jimmie Dickens, sum er 89 ára gamal, John Conlee, 64, Jim Ed Brown, 76, og Stonewall Jackson, 77. Eg haldi at konsertin, sum eisini var útvarpssending, var betri uttan hesar gomlu og avgjørt fyrrverandi stjørnur. Einki nýtt undir sólin, fyri ikki at siga undirhøkuni. Enough is enough. Millum aldrandi stjørnurnar var tað bara Jean Shepard, 76, ið glógvaði. Samanumtikið vóru tað kvinnurnar, óansæð aldur, ið glógvaðu og megnaðu at syfta tónleikin út um senukantin og út í góða akustiska rúmið. Menninir nyttaðu einki.

Connie Smith og Marty Stuart

Connie Smith á palli í The Ryman. Tekstur, sum Connie Smith og maðurin Marty Stuart hava skrivað. Marty Stuart og niðast bólkur hansara (Myndir: Birgir Kruse) 69 ára gamla Connie Smith er enn eins hugtakandi at hoyra og síggja, sum fyrr, tá hon sang Once a Day . Og fyrr er langt síðani. Hon ber aldur eins væl og røddina. Leveraði eitt framúr show í kvøld. Toppurin var Peace in the Valley , sum vit helst kenna best frá Elvis. Connie er fødd í Elkhart, har nógv amish fólk búgva. Triði maður hennara var prædikumaður og lærdi hanna at trúna fram við gospeltónleiki á palli. Elsta av fimm børnum hennara, Darren, er trúboðari í Noregi. Í 1997 giftist Connie við Marty Stuart, sum er 53 ára gamal. Saman hava tey skrivað fleiri enn 30 sangir.

Patty Loveless og Vince Gill

Patty Loveless og Vince Gill høvdu eina frálíka framførslu á The Ryman (Myndir: Birgir Kruse) Vince Gill bleiv kendur við einari duett saman við Patty Loveless. Tí var sjálvsagt at tey bæði endaðu konsertina og útverpssendingina hjá Grand Ole Opry á The Ryman í kvøld. Væl frágingið og alla pengarnar vert! Útvarpssendingin er hin longsta í heiminum, sum enn er í gongd. Hon byggir á handilsligt støði, sum ikki er broytt síðani Hank Williams kom fram í 1940'unum. Lýsarar og sponsorar leggja týðuligan karm um sendingina og so sleppur stjørnan sjálv at framføra sponsoreraðu sangirnar. Vinnan, tónleikurin og útvarpið ganga hond í hond og kunnu ikki liva uttan at øll eru við. Einaferð um árið møtast partarnir at staðfesta støðuna. Tað er á Country Music Broadcasters Annual Seminar. Eg var við í 1997. Miðlarnir í Nashville eru langt frá public service . Men enn eru teir bestir, fyrstir og størstir tá umræður tónleik, tøkni og miðlar. Tá eg sigi teimum frá um public service og eina heimli

Á Station Inn í Nashville

Í kvøld fóru vit á The Station Inn. Hóast hetta er eitt lítið prangandi høli, langt burturi frá teim larmandi honky tonks á Broadway, er hesin staður ein av fremstu tónleikavarðum í býnum. Bluegrass er sereyðkennið fyri The Station Inn. Taxasjafførurin tók myndina.

Richard Bailey

Richard Bailey, sum spældi banjo á fyrstu Listastevnuni. Á niðastu myndini eru kona Richard til vinstru og kona Mike Henderson til høgru. Hon syrgdi fyri at vit fingu eitt hugnaligt kvøld (Myndir: Hallstein og Birgir) Banjospælarin Richard Bailey er við í bólkinum The SteelDrivers, sum spæla í The Station Inn hetta kvøldið. Tá fyrsta Listastevnan varð hildin í 2001, spældi hann við Kathy Chiavola í Norðurlandahúsinum. Lá veðurfastur, fyrst í Boston, og síðani í Reykjavík. Misti fyrstu konsertina, sum var í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, men kláraði akkurát hina seinnu, sum var í Norðurlandahúsinum. Ein minnisrík, útseld konsert, sum fekk góð ummæli. Ikki er verðin størri enn so, at nú møttust vit aftur. Bailey, sum í trimum førum er Grammy-tilnevndur, er hin einasti, ið hevur spælt saman við bæði Bill Monroe og Al Green. Tori ikki at siga at ein tílík samanrenning er tilvild og enn minni, at vit báðir nú møttust aftur. Tí hvat er tilvild?