Connie Smith á palli í The Ryman. Tekstur, sum Connie Smith og maðurin Marty Stuart hava skrivað. Marty Stuart og niðast bólkur hansara (Myndir: Birgir Kruse)
69 ára gamla Connie Smith er enn eins hugtakandi at hoyra og síggja, sum fyrr, tá hon sang
Once a Day. Og fyrr er langt síðani. Hon ber aldur eins væl og røddina. Leveraði eitt framúr show í kvøld. Toppurin var
Peace in the Valley, sum vit helst kenna best frá Elvis. Connie er fødd í Elkhart, har nógv amish fólk búgva. Triði maður hennara var prædikumaður og lærdi hanna at trúna fram við gospeltónleiki á palli. Elsta av fimm børnum hennara, Darren, er trúboðari í Noregi. Í 1997 giftist Connie við Marty Stuart, sum er 53 ára gamal. Saman hava tey skrivað fleiri enn 30 sangir.