The Ryman mitt í Nashville er aftur heimstaður hjá Grand Ole Opry (Myndir: Birgir Kruse)
Tá bygningurin The Ryman verður umrøddur í Nashville, er tað við tilsipingini The Motherchurch. Tá er tað sjálvandi ein countrytónleikari, ella -fjeppari, ið úttalar seg. The Ryman er upprunaliga bygdur sum tabernakul í 1892, sum eisini sæst í innskrift á framvegginum. Frá 1904 er bygningurin brúktur sum savningar- og undirhaldsstaður, til Gran Ole Opry flutti inn í 1943-1974 og aftur nú, vatnflóð rakti nýggja Grand Ole Opry hjá Gaylord og teimum úti í Oprylandi, einar 20 míl burturi. Á eina Rymanhorninum hevur søgukommisjónin reist eitt skelti um, hvussu bluegrass bleiv til á hesum staði.