Patty Loveless og Vince Gill høvdu eina frálíka framførslu á The Ryman (Myndir: Birgir Kruse)
Vince Gill bleiv kendur við einari duett saman við Patty Loveless. Tí var sjálvsagt at tey bæði endaðu konsertina og útverpssendingina hjá Grand Ole Opry á The Ryman í kvøld. Væl frágingið og alla pengarnar vert! Útvarpssendingin er hin longsta í heiminum, sum enn er í gongd. Hon byggir á handilsligt støði, sum ikki er broytt síðani Hank Williams kom fram í 1940'unum. Lýsarar og sponsorar leggja týðuligan karm um sendingina og so sleppur stjørnan sjálv at framføra sponsoreraðu sangirnar. Vinnan, tónleikurin og útvarpið ganga hond í hond og kunnu ikki liva uttan at øll eru við. Einaferð um árið møtast partarnir at staðfesta støðuna. Tað er á Country Music Broadcasters Annual Seminar. Eg var við í 1997. Miðlarnir í Nashville eru langt frá public service. Men enn eru teir bestir, fyrstir og størstir tá umræður tónleik, tøkni og miðlar. Tá eg sigi teimum frá um public service og eina heimliga útvarpsskrá, so siga tey 'Oh, that's just like in the fifties!' Gamaní, er country í botn og grund afturhorvandi. Men ikki í hesum føri.