Little Jimie Dickens, John Conlee, Jim Ed Brown, Stonewall Jackson og niðast hin einasta, sum glógvaði - Jean Shepard (Myndir: Birgir Kruse)
Eins og í øðrum lívsins viðurskiftum eldast stjørnurnar í countrytónleiki. Summar væl, aðrar verri. Men aldurin er ein konstantur faktorur á Grand Ole Opry. Tær blíva við og endurnýggja seg ikki. Millum gomlu stjørnurnar á Grand Ole Opry í kvøld vóru Little Jimmie Dickens, sum er 89 ára gamal, John Conlee, 64, Jim Ed Brown, 76, og Stonewall Jackson, 77. Eg haldi at konsertin, sum eisini var útvarpssending, var betri uttan hesar gomlu og avgjørt fyrrverandi stjørnur. Einki nýtt undir sólin, fyri ikki at siga undirhøkuni. Enough is enough. Millum aldrandi stjørnurnar var tað bara Jean Shepard, 76, ið glógvaði. Samanumtikið vóru tað kvinnurnar, óansæð aldur, ið glógvaðu og megnaðu at syfta tónleikin út um senukantin og út í góða akustiska rúmið. Menninir nyttaðu einki.