Skip to main content

Inni hjá Elvis og teimum









Vit koma til Graceland, og verða víst runt í ymsu rúmunum hjá Elvis og teimum (Myndir: Birgir Kruse)

Eftir morgunmatin koyrdi Elvisbussurin okkum tvørtur um Elvis Boulevard, inn í Graceland garðin og fram til høvuðsdyrnar, har steðgað varð. Øll stilla seg á rað, sum vaktirnir søgdu, og bíðaðu til okkara tørn var at trýna innar í heilaga staðin, Náðinsgarðin í Kongsgili. Eftir eina savnandi løtu, verður hurðin latin upp - og vit eru inni hjá Elvis og teimum! Fyrst ein stova við lítlum piano, so ein glasstova, gjøgnum køkin og inn í The Jungle Room, við tjukkum teppi á gólvi og lofti. Kjallarin var eisini spennandi at síggja. Gult og blátt í 70'ara sniði, stova, barr, steroanlegg og trý sjónvørp, sum Elvis vildi hava, tí hann hevði frætt at forsetin hugdi eftir trimum sjónvarpsrásum í senn. Men ikki ein gluggi uttar í veruleikan. Seinasta rúmið vit sóu, var har, Elvis spældi við klaverið, sama morgun, hann andaðist 16. august 1977.