Frá venjingunum í Útvarpshøllini seinrapartin í dag. Lagið var so gott at Finnur og Anna tóku ein svingom í eina sanginum. Tey trý, sum syngja undir leiðslu av Ólavi Olsen, eru Anna Nygaard, James Olsen og Finnur Jensen. Eirikur Skála í Tórshavnar Stórbandi er ein av fyrireikarunum (Myndir: Birgir Kruse) Í kvøld klokkan 21:00 verða Havnarløg framførd í beinleiðis sending úr Útvarpshøllini, har øll hava ókeypis atgongd. Tá Havnin fylti hundrað í 2009 gjørdi Magnus Johannesen eina røð av spennandi útsetingum undir heitinum Havnarløg - føroyskar sangperlur í nýggjum búnað fyri Tórshavnar Stórband, sum telur 21 tónleikarar og tríggjar sangarar. Løgini vóru upprunaliga framførd úti, niðast í Tórsgøtu, mentanargøtuni í Havn, sunnudagin fyri ólavsøku 2009. Tá vóru fýra sangarar, Sólvá Ford og tey trý, Finnur Jensen, Anna Nygaard Faroe og James Olsen. Í kvøld, mentanarnáttina 2011, klokkan 21 luttaka tey trý síðstu nevndu. Havnarløgini, sum tey syngja undir leiðslu av Ólavi Olsen e