Skip to main content

Einar Örn í Sirkus

Hóskvøldið frá klokkan 21:00 og til á midnátt fer Einar Örn at venda plátum í Sirkus.

Einar Örn er í Havn í sambandi við norðurlendsku mentanarráðstevnuna hjá Tórshavnar kommunu, sum bleiv avlýst vegna trupuleikar við flogferðsluni.

Meðan Einar Örn og onnur umboð úr Reykjavíkar býráð vitja Havnina, leggur hann leiðina oman í Sirkus, har hann hevur havt orðið á eigararnar um at venda plátum hesa løtu hóskvøldið.

Einar Örn var tætt knýttur at umhvørvinum kring Sirkus í Reykjavík, har hann saman við Björk, Sigur Rós, Gus Gus og øðrum virknum fólki á íslendska mentapallinum skapti serstaka karmin kring Sirkus, tá tað lat upp í Reykjavík síðst í nítiárunum.

Sum so mong onnur harmast Einar Örn um, at Sirkus noyddist at lata aftur í Reykjavík í 2007, men fegnast nú um at sleppa at vitja føroysku útgávuna av Sirkus á fyrsta sinni.

Einar Örn er kendasti plátuvendari, DJ, sum hevur vitjað her síðani Trentemøller og Tiësto. Tá telja vit ikki Dave Christian frá Radio Luxembourg við. Hann vitjaði í Havn fyri fjøruti árum síðani.

Einar Örn Benediktsson, sum er føddur í 1962 er politikari fyri Besta Flokkin í Reykjavíkar býráði, har hann er næsti maður Jón Gnarrs. Einar Örn er formaður í menta- og ferðavinnunevndini í Reykjavíkar býi.
Einar Örn var við í KUKL, fyrsta bólki Björks, og seinni í Sykurmolunum, The Sugarcubes. Hann hevur síðani lisið miðlafrøði, arbeitt fyri plátu- og listafelagið Smekkleysu, við altjóða navninum Bad Taste, og stovnaði í 1995 fyrstu cyberkafé í Reykjavík, Siberia. Fyrsta soloverk hansara, Ghostigital, bleiv til í 2003. Undir hesum navnið hevur Einar Örn arbeitt saman við Gorillaz.