Skip to main content

Melancholia í Føroyum 7. juli


Kirsten Dunst í filminum 'Melancholia'

Áhugin fyri altjóða filmi er vaksandi í Føroyum. Nú ‘Melancholia’ verður frumsýndur í Danmark, hevur Havnar Bio gjørt avtalu um at vísa filmin fyri føroyskum áskoðarum í døgunum 7. - 20. juli.

“Hetta er sjáldsamt” sigur Jákup Eli Jacobsen, sum rekur Havnar Bio í Havn. “Men vit mugu sanna, at umframt okkara ungu kjarnuáskoðarar, er eisini ein áskoðaraskari, sum ynskir eitt annað slag av filmi, sum til dømis teir hjá Lars von Trier. Henda í okkara høpi nýggja áskoðaraskara vilja vit gera alt fyri at náa og veita eina góða tænastu, fyrst og fremst við filmunum, tey ynskja.”


Umframt almennar sýningar hjá Havnar Bio fer Klipp – Filmsfelag Norðurlandahúsins at halda fram at vísa nýggjan norðurlendskan film í Havnar bio. Brellbitar úr 'Melancholia' kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Havnar Bio.