Skip to main content

Posts

Javnaðarflokkurin brennir bøkur

Í gjár visti Norðlýsið, sum einasti miðil í heiminum, at stjórnarberandi føroyskir sosialdemokratar av fólkavalda røðarapallinum eru farnir at kunngera, at teir brenna bøkur. Tað hoyrdist í orðaskifti á Føroya Løgtingi á miðjum mikudegi á Vaglinum í Havn tann 20. november í 2013. Sosialdemokratiska bókabrennan varð framførd á tingsins røðarapalli av Hendrik Old, sum svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-12/2013 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi arbeiðslagnum hjá Málráðnum og starvsnevnd ráðsins. - Koyr í brenniovnin í Leirvík og onga aðrastaðni, sigur sozialdemokraturin um alment fíggjaða og lógliga bókagerð til hin almenna føroyska skúlan. Trýst á myndina omanfyri, um tú ikki trýrt tí! Hvørt ár um miðjan oktober er bókamessa í týska býnum Frankfurt. Tað er ikki uttan orsøk. Tað ver her at Johannes Gutenberg (1395-1468) fann uppá at prenta bøkur, so lesnaður kundi koma út til fólk, og ikki bara vera á borði teirra skriftlærdu

Orð eru makt

Neyvan hevur nakar ungur yrkjari á okkara leiðum fingið so nógv fólk at lesa og lurta, sum 18 ára gamli Yahya Hassan úr Århus í Danmark. Hann er næmingur á Forfatterskolen og hevur á forlagnum Gyldendal givið út metsølusavnið, sum við hvítum spjaldrastavum á svartari permu bara ber hansara egna navn. 42.000 eintøk eru seld, hann er á forsíðuni á Ekstrablaðnum, sum sigur Knyt sylten , og løgreglan letur hann í skotsikran vest. Givið er, at ungi ghetto-yrkjarin, sum pressan hevur skýrt hann, hevur rakt danska lesaran mitt í solar plexus. Óræddur heldur hann áfram at lesa og fær sjáldsama gott pláss í miðlunum . Ímeðan hoyra vit í okkara egnu miðlum ein einstakan høvund spyrja , hvar føroyska almennið og allir hinir liðir í almenna og normgevandi kjakinum fóru. Ja, eg spyrji við. Hvar fór føroyska almennið og nær hava vit síðst hoyrt bara ein heimligan høvund harta, vælsignað ella bara perspektiverað nakað ella nakran í almenna rúminum, sum verður meir og meir forpestað av primit

Gæs og filmur

Væl gøddu jólagæsnar skoða seinastu sólstrálurnar henda undurfagra sunnudag millum Boðanesheimið og Súpanarvík yviri við Strond. Onkrar gæs fara gjøgnum hegnið og út á vegin, so sunnudagsklæddir fótgangar mugu ansa sær, ikki at traðka í ein nýlagdan gásalort og bilførarar ikki koyra á burturlovaða jóladøgurðan. Á tyrlupallinum hava tey skift slitna og litfarna vindposan um við ein nýggjan, sum visir vind og ætt, tá tyrlan kemur og fer. Niðri á støðni í gomlu Hoyvíkini eru havsvimjarar farnir heim, og í teirra stað er komið eitt upptøkulið, sum undir leiðslu av Jóannesi Lamhauge ger ein stuttfilm til filmskvøldið í Norðurlandahúsinum 11. desember, tá Geytin 2013 og Áskoðaravirðisløn Tórshavnar Býráðs verða handaðar. Hóast sólin setur, so blómar kreativiteturin.

Yrkisbøkur úr Námi

Á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum hendir nógv ymiskt bæði fyri vaksin og børn. Spennandi fyrilestrar, sjónleikur, konsertir og framsýningar av nýggjastu bókunum. Í rúgvusmiklu almennu skránni , sum er í dag og í morgin, kunnu vit lesa at klokkan 14:15 í dag, leygardag, fer Svanna Hanusardóttir at greiða frá um bókina Fysiologi (Nám 2013) í Norðurstovu. Omanfyri er Svanna avmyndað á gólvinum í hondbóltshøllini í Gundadali. Í somu stovu í Norðurlandahúsinum fer Pól Jespersen í dag, leygardag, klokkan 17:00 at siga frá um virðisløntu bókina Rúmdin (Nám 2012), sum var á metsølulistanum í Riti og Ráki fyri jól í fjør, tá myndin omanfyri varð tikin. Stjørnukikarin hjá Studentaskúlanum, sum dagliga stendur í Námi, har hann er avmyndaður, er eisini í Norðurlandahúsinum, nú Bókadagar eru og Pól greiðir frá um rúmdina. Gleð teg, at uppliva tað besta av tí besta á bókamarknaðinum beint nú, og næstan alt er ókeypis. Eisini kanst tú vinna ein Ipad Mini hvønn tíma. Les meira um skrán

Myndaódnin 2013

Í dag varð Myndaódnin 2013 slept leys í Steinprenti á Skálatrøð. Fimta árliga ódnin og 38. framsýning í hesum hølum, undir leiðslu av Jan Anderson og Fríðu Matras Brekku, sum dagliga leiða grafiska verkstaðin. Fríða er eisini eitt av mongu listafólkunum, sum sýna fram grafisk verk úr skjótt farna ári. Opið er í Steinprenti mánadag til fríggjadag kl 9 til 17 og leygardag kl 14 til 17. Myndaódnin 2013 varir til 20. januar. Kinna Poulsen, sum sæst niðanfyri við eitt av mongu grafisku listaverkunum hjá Bárði Jákupsson, er kurator. Hansina Iversen, sum er eitt av listafólkunum, ið sýnir fram verk frá í ár í Steinprenti, helt eisini røðu, har hon gjørdi vart við stóra týdningin, sum Bárður Jákupsson hevur havt fyri hana persónliga og grafiska verkstaðin Steinprent yvirhøvur. Eftir nøkur góð og hugfarslig orð frá Bárði sjálvum, sum verður 70 ár á tollaksmessu, varð høvið at skoða ársúrslitið av grafiska verkstaðinum og skifta orð um ríka listarliga landslagi í Havnini, nú

A Tribute to Life

Elin Josefina Smith, sum er limur í Billedkunstnernes Forbund, sýnir í dag fram 48 verk í Smiðjuni í Lítluvík. Til framsýningina hevur Inger Smærup Sørensen, listafrøðingur, skriva soleiðis um listakvinnuna, undir yvirskriftini Hin villa: Elin Josefina Smith hevur ein serligan ans fyri ørskapi. Ikki hetta slagi av mentaðum, køldum akademiskum, borgarligum ørskapi, sum kann temjast og njótast í smáum. Men tí rætta ørskapinum. Tí ráa ótamda ørskapinum. Hon hevur serligan ans fyri tí hart rópandi, spreingjandi og tí uppreistrarsinnaða og lógleysa. Ein serligan ans at mála spontant, bráðræsið og vilt við kenslum og hjartablóði og nervu. Hennara verk eru ein uppreistur móti øllum tí pena og ein háttur at leita inn í ørskapin. Í verkum hennara hevur ørskapurin sítt egna virði. Tað minnir um teir týsku ný-ekspressionistarnar, Die Neuen Wilden , sum leitaðu inn í ørskapin við subjektivum, kenslubornum formroyndum við sterkum litum og harðligum penslastrokum. Men alt hetta ósto

Mentunargrunnurin í Steinprenti fyri Myndaódnina

Eftir kveikjandi fyrilesturin hjá Marnu Jacobsen í Klingruni í Norðurlandahusinum, fekk eg um endan á móttøkuni hjá Mentunargrunni Studentafelagsins, sum byrjaði samstundis niðri í Steinprenti á Skálatrøð. Heilt fitt av fólki hevði tikið av innbjóðingini hjá Jógvani Isaksen, sum sýndi fram, seldi og fekk høvundarnar at signera allar tær nýggju bøkurnar, sum grunnurin gevur út beint nú. Omanfyri tosar Jógvan við teir báðar aktuellu høvundarnar, Jóanes Nielsen og Tórodd Poulsen. Millum tær nýggju bøkurnar frá Mentunargrunni Studentafelagsins eru: Sólrun Michelsen: Hinumegin er mars Jógvan Isaksen: Prædikarin Dagny Joensen: Alt av kærleika Hanus Kamban: D aphnis og Chloe  Paulina M.K. Eliasen: Brodering til tann føroyska tjóðbúnan Tóroddur Poulsen: Einglasuð  og Jóanes Nielsen:  Aftan á undrið. Á myndini omanfyri heldur Hanus Kamban røðu og niðanfyri signerar hann nýggju bókina, sum Jórun í Dali hevur keypt. Argjakonan, Sólrun Michelsen, er frammi við bókini Hinumegin er

Bókadagar 2013

Í dag byrjaðu Bókadagarnir hjá Rithøvundafelagnum í Norðurlandahúsinum. Omanfyri síggjast formaðurin í Rithøvundafelagnum, Helle Thede Johansen, í baksýni, og fremst fyri er Marna Jacobsen, ritstjóri í Bokadeild Føroya Lærarafelags. Tað er fyrstu ferð at Bókadagarnir eru fleiri enn hin eini, sum við skiftandi hepni hava verið hildnir, alt síðani Petur W. Háberg fyrstu ferð skipaði fyri einum bókmentatiltakið í Sjónleikarhúsinum innan Útvarp og Rithøvundafelag yvirhøvur vóru til. Í ár fevnir bókmentaskráin um ikki færri enn fýra dagar. Eftir arbeiðstíð dag fór eg at lurta eftir Marnu Jacobsen, sum við egnum royndum helt ein fyndugan fyrilestur um ritstjórnarliga arbeiðið undir yvirskriftini Viðmerkingar frá ritstjóra, sum verður endurgivin niðanfyri: - Tað finnast ein rúgva av forløgum í Føroyum, men flestu teirra eru forløg, har ein persónur gevur eina bók ella nakrar bøkur út. Tað eru ikki nógv forløg í Føroyum, har fleiri fólk arbeiða við handritum fyri at geva tey út í bók, men

Victor, Carl Johan ella William

Neyvan er nakað sum bannaðir bókstavir, ið kunnu fáa fólk upp at garta. Ja, alt, sum misjonérurin sigur vera forboðið, einki er so garterandi søtt sum nettupp tað. Tað gongur sjón fyri søgn í hesum misjónsdøgum. Serliga eru tað valdir hvítabreyðspolitikarar, ið ikki hava størri ella hægri løntar missiónir, enn at bera seg at sum spunasmiðir at promovera eina ávísa sjón av einum máli, sum ikki er nakað mál, tí tað higartil hevur verið øllum greitt sum heilt okey og einki at snakka um. Nú er tað Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, sum fann uppá Málráðið, ið ikki veit sær betur enn at fara til næsta kassa við kenslupornu, navnalóggávuna, eftir at kríggið um stavraðið ikki bleiv tann orrusta, ið framherjarnir vildu. Sjúrður vil vera við í tekstinum Tobbi má eisini unna øðrum frælsi , at: ‘Stavingarhættir, sum hava verið nýttir í Føroyum í øldir, eru brádliga bannaðir.’ Eg veit so ikki, hvat tað er sum overnight er bannað at stava í Føroyum, eg havi so ikki sæð tað og enn minni varnas

Myndaódnin 2013: Hommage à Bárður Jákupsson

Aftur í ár verður høvi hjá listaáhugaðum at uppliva ein sannan meldur av dygdargóðari list á árligu Myndaódnini, sum er framsýning við úrvali av verkum úr í Steinprenti í ár. Hetta er fimtu ferð, Myndaódnin verður hildin og framsýningin í ár verður merkt av eini serframsýning við prentum hjá Bárði Jákupsson, sum verður heiðraður í sambandi við, at hann fyllir 70 ár Tollaksmessudag. Eisini verða myndir hjá Tóroddi Poulsen, Hansinu Iversen, Torbirni Olsen, Marius Olsen, Fríðu Matras Brekku, Andreas Schulenburg, Erik Heide, Anne Riis Bovbjerg, Svend-Allan Sørensen, Kristian Devantier, Claus Carstensen, Julie Sass og John Kørner við á hesi sera fjølbroyttu framsýningini, sum letur upp fríggjadagin 22. november klokkan 16. Myndaódnin varir til 20. januar. Kurator er Kinna Poulsen, sum skrivar soleiðis um framsýningina í brævi til limir í Steinbrá, sum hevur aðalfund 26. november: Týdningurin, sum Bárður Jákupsson hevur havt fyri Steinprent kann ikki yvirmetast. Verkstaðarleiðarin Ja

Jólabókin komin

Árliga jólabókin hjá Bonniersamtakinum, Den Store Julebog , er komin. Tað er Elisabeth Kruse, sum rekur firma Glotti , ið saman við øðrum hevur skrivað tekstin, og starvsfelagin, Kira Brandt, hevur tikið myndirnar. Fleiri føroyingar hava verið við í bókagerðini og tað sæst aftur. Jólabókin er skift í fimm kapitlar, ið lýsa hvør sína jólastovu: klassisku jólini, natúrligu jólini, grafisku jólini, litríku jólini og hvítu jólini. Skabelón og uppskriftir eru til hvørja av teim fimm jólastovunum. Bókin, ið telur 108 blaðsíður og kostar 109,50 krónur, er prentað hjá Print Best í Estlandi í 500.000 eintøkum, sum verða seld í øllum Norðurlondum. Stóra jólabókin fæst við at bíleggja hana hjá Bo Bedre .