Skip to main content

Orð eru makt


Neyvan hevur nakar ungur yrkjari á okkara leiðum fingið so nógv fólk at lesa og lurta, sum 18 ára gamli Yahya Hassan úr Århus í Danmark. Hann er næmingur á Forfatterskolen og hevur á forlagnum Gyldendal givið út metsølusavnið, sum við hvítum spjaldrastavum á svartari permu bara ber hansara egna navn.


42.000 eintøk eru seld, hann er á forsíðuni á Ekstrablaðnum, sum sigur Knyt sylten, og løgreglan letur hann í skotsikran vest. Givið er, at ungi ghetto-yrkjarin, sum pressan hevur skýrt hann, hevur rakt danska lesaran mitt í solar plexus. Óræddur heldur hann áfram at lesa og fær sjáldsama gott pláss í miðlunum. Ímeðan hoyra vit í okkara egnu miðlum ein einstakan høvund spyrja, hvar føroyska almennið og allir hinir liðir í almenna og normgevandi kjakinum fóru. Ja, eg spyrji við. Hvar fór føroyska almennið og nær hava vit síðst hoyrt bara ein heimligan høvund harta, vælsignað ella bara perspektiverað nakað ella nakran í almenna rúminum, sum verður meir og meir forpestað av primitivum stríði um staving og framburð norðan- og sunnanfjørðs? Er maktin runnin úr føroyska orðinum?