Skip to main content

Myndaódnin 2013


Í dag varð Myndaódnin 2013 slept leys í Steinprenti á Skálatrøð. Fimta árliga ódnin og 38. framsýning í hesum hølum, undir leiðslu av Jan Anderson og Fríðu Matras Brekku, sum dagliga leiða grafiska verkstaðin. Fríða er eisini eitt av mongu listafólkunum, sum sýna fram grafisk verk úr skjótt farna ári. Opið er í Steinprenti mánadag til fríggjadag kl 9 til 17 og leygardag kl 14 til 17. Myndaódnin 2013 varir til 20. januar.


Kinna Poulsen, sum sæst niðanfyri við eitt av mongu grafisku listaverkunum hjá Bárði Jákupsson, er kurator.


Hansina Iversen, sum er eitt av listafólkunum, ið sýnir fram verk frá í ár í Steinprenti, helt eisini røðu, har hon gjørdi vart við stóra týdningin, sum Bárður Jákupsson hevur havt fyri hana persónliga og grafiska verkstaðin Steinprent yvirhøvur.


Eftir nøkur góð og hugfarslig orð frá Bárði sjálvum, sum verður 70 ár á tollaksmessu, varð høvið at skoða ársúrslitið av grafiska verkstaðinum og skifta orð um ríka listarliga landslagi í Havnini, nú so nógv er at fara til, at tú mást velja og ganga skjótt.


Meðan fleiri framsýningar eru niðri í miðbýnum, eru Bókadagar uppi í Norðurlandahúsinum. Íslendski høvundurin Bjarni Bjarnason, niðanfyri, er aktuellur við skaldsøguni Andlit í føroyskari týðing eftir Carl Jóhan Jensen, sum forlagið í Støplum gevur út. Í morgin, leygardagin, klokkan 15:30 verður høvi at hitta Bjarna í Klingruni í Norðurlandahúsinum, tá Dorit Hansen, ritstjóri í Námi, fer at hava samrøðu við høvundin, sum fer at greiða frá sínum skaldskapi og sambandi við Føroyar, umframt at hann fer at lesa burtur úr føroysku útgávuni á føroyskum.


Yrkjararnir Heðin M. Klein og Tóroddur Poulsen skifta orð, meðan formaðurin í Listafólkasambandinum, Bárður i Baianstovu, og Kinna Poulsen standa í durinum.


Millum møttu myndlistafólkini, sum hava starvast á grafiska verstaðnum í ár, er Torbjørn Olsen, við litríkum myndaevnum mitt úr Havnini, har listamaðurin býr. Í baksýni sæst útvarpsmaðurin Gunnar Nolsøe.



Hommage à Bárður Jákupsson er undirheitið á ársins myndaódn, so sjálvandi nýttu fólk høvið at heilsa uppá listamannin. Her er tað Zacharias Heinesen, ið skiftir nøkur grafisk álvarsorð við Bárð í Steinprenti.



Umfram Bárður Jákupsson, eru eisini myndir hjá Tóroddi Poulsen, Hansinu Iversen, Torbirni Olsen, Marius Olsen, Fríðu Matras Brekku, Andreas Schulenburg, Erik Heide, Anne Riis Bovbjerg, Svend-Allan Sørensen, Kristian Devantier, Claus Carstensen, Julie Sass og John Kørner við á hesi sera fjølbroyttu framsýningini, sum er opin til 20. januar. Og so verður ljósið slókt á grafiska verkstanum í kvøld og stundir eru at fara yvir í Smiðjuna í Lítluvík at hoyra Kaj Klein spæla ein stillan blues á elgittar, meðan konan, Elin Josefina Smith, sýnir fram. Gott vikuskifti!