Skip to main content

Yrkisbøkur úr Námi


Á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum hendir nógv ymiskt bæði fyri vaksin og børn. Spennandi fyrilestrar, sjónleikur, konsertir og framsýningar av nýggjastu bókunum. Í rúgvusmiklu almennu skránni, sum er í dag og í morgin, kunnu vit lesa at klokkan 14:15 í dag, leygardag, fer Svanna Hanusardóttir at greiða frá um bókina Fysiologi (Nám 2013) í Norðurstovu. Omanfyri er Svanna avmyndað á gólvinum í hondbóltshøllini í Gundadali.


Í somu stovu í Norðurlandahúsinum fer Pól Jespersen í dag, leygardag, klokkan 17:00 at siga frá um virðisløntu bókina Rúmdin (Nám 2012), sum var á metsølulistanum í Riti og Ráki fyri jól í fjør, tá myndin omanfyri varð tikin.


Stjørnukikarin hjá Studentaskúlanum, sum dagliga stendur í Námi, har hann er avmyndaður, er eisini í Norðurlandahúsinum, nú Bókadagar eru og Pól greiðir frá um rúmdina. Gleð teg, at uppliva tað besta av tí besta á bókamarknaðinum beint nú, og næstan alt er ókeypis. Eisini kanst tú vinna ein Ipad Mini hvønn tíma. Les meira um skránna á NLH.FO