Skip to main content

Bókadagar 2013


Í dag byrjaðu Bókadagarnir hjá Rithøvundafelagnum í Norðurlandahúsinum. Omanfyri síggjast formaðurin í Rithøvundafelagnum, Helle Thede Johansen, í baksýni, og fremst fyri er Marna Jacobsen, ritstjóri í Bokadeild Føroya Lærarafelags. Tað er fyrstu ferð at Bókadagarnir eru fleiri enn hin eini, sum við skiftandi hepni hava verið hildnir, alt síðani Petur W. Háberg fyrstu ferð skipaði fyri einum bókmentatiltakið í Sjónleikarhúsinum innan Útvarp og Rithøvundafelag yvirhøvur vóru til. Í ár fevnir bókmentaskráin um ikki færri enn fýra dagar. Eftir arbeiðstíð dag fór eg at lurta eftir Marnu Jacobsen, sum við egnum royndum helt ein fyndugan fyrilestur um ritstjórnarliga arbeiðið undir yvirskriftini Viðmerkingar frá ritstjóra, sum verður endurgivin niðanfyri:

- Tað finnast ein rúgva av forløgum í Føroyum, men flestu teirra eru forløg, har ein persónur gevur eina bók ella nakrar bøkur út. Tað eru ikki nógv forløg í Føroyum, har fleiri fólk arbeiða við handritum fyri at geva tey út í bók, men eg kann nevna fimm, sum geva rættiliga fitt av bókum út hvørt ár. Tað eru forløgini Bókadeild Føroya Lærarafelags, Nám, Sprotin, Fróðskapur og Mentunargrunnur studentafelagsins.

Nám og Fróðskapur eru forløg, sum geva yrkisbøkur út. Nám gevur skúlabøkur út til fólkaskúla og miðnám, og Fróðskapur gevur í høvuðsheitum bøkur út, ið byggja á vísindaliga gransking. Nám hevur ritstjórar í starvi, umframt at tey brúka fólk annars úti á skúlunum sum ráðgevar og annað. Fróðskapur hevur eina nevnd, sum metir um fakliga stigið og sendur eisini síni handrit út til fólk, sum tey meta hevur fakliga vitan til at gera metingar av handritum, sum tey geva út. Sostatt brúka bæði hesi forløgini ritstjórar í arbeiðinum við at geva bøkur út. Tað er eisini sjálvsagt, tí útgávur, sum hesar, ið skulu brúkast í undirvísing ella skulu endurgeva gransking á ymsum økjum, mugu lúka harðar treytir fyri at kunna verða brúkt.

Øðrvísi er við tí fagurfrøðiliga skaldskapinum, har vit mangan hava hug at halda, at tað ikki er so átroðkandi at viðgera slíkt sum skaldsøgur, stuttsøgur ella yrkingar, vit hava kanska hug at halda, at um rithøvundurin hevur gávur at skriva, so nýtist ongum uttanfyristandandi at koma at blanda seg uppí. Soleiðis hugsa vit kanska her í landinum, men ikki aðra staðni, har tað sita fólk á forløgunum og meta um og arbeiða við handritunum saman við rithøvundanum. Tað halda rithøvundar eisini vera púra natúrligt. Eg gloymi ikki, tá ið Lene Kaaberbøl var og vitjaði í Føroyum í samband við at BFL fylti 50 ár. Tá greiddi hon frá, at hon hevði sent sítt fyrsta handrit inn til eitt forlag. Tey bóðu hana koma á fund og søgdu, at hon dugdi framúr væl at skriva, og at tey gjarna vildu geva hana út, men at hon fyrst skuldi fara til hús og skriva alt umaftur. Og tað gjørdi hon so, segði Lene Kaaberbøl, og har komu fleiri broytingar eftir tað.

Tey bæði forløgini Sprotin og Mentunargrunnur Studentafelagsins eru forløg, sum geva út skaldskap til vaksin. Sprotin gevur aloftast týddar skaldsøgur út. Og tí verður mesta arbeiðið har at meta um týðingar, at rættlesa og hava málsligar viðgerðir.

Mentunargrunnur Studentafelagsins er tað forlagið, sum gevur flest upprunaskaldsøgur út, og har er eitt fólk í starvi. Tí er eyðsæð, at tað ikki kan gerast tað stóra við at ritstjórna bøkurnar, sum koma út av føroyskum upprunatilfari, og tað er eftir mínum tykki stórt spell og sæst mangan aftur í útgávunum. If you don´t mind me saying so. Hesir høvundarnir mugu dúva uppá vinir og kenningar, mangan aðrar rithøvundar, sum vilja lesa handritini ígjøgnum, og helst duga fleiri teirra væl at meta um, tey duga kanska handverkið at skriva sjálvi, men tey hava ikki høvi til at sita og arbeiða konsentrerað við einum handriti og hjálpa rithøvundanum at fáa eitt enn betur úrslit út í bókahandlarnar.Tað er stórt spell og eigur avgjørt at vera nakað, Rithøvundafelagið eigur at arbeiða við. Men tað er við hesum sum við so mongum øðrum, at her manglar peningur.

Tað gevur mær sjálvandi høvi at taka mítt egna forlag fram, sum hevur tveir ritstjórar í starvi. Bókadeildin hevði brúkt ritstjórnararbeiði í nøkur ár, við tað at handrit vórðu send út úr húsunim at fáa viðgerð, áðrenn fyrsti ritstjórin varð settur í starv í 2002 og næsti í 2004.

Á einum forlagi sum Bókadeildini, har uppgávan er at geva bøkur út til børn og ung, er ritstjórnararbeiðið av tvinnandi slagi:

1) Metast skal um bókina alt eftir hvønn aldur hon er egnað til
2) Metast skal um bókina eftir fagurfrøðiligum krøvum, tvs. at dygdin skal vera í hásæti

Tað at meta um bókina í mun til aldur er nakað, sum ein ritstjóri á einum vaksnamannaforlagi sleppur undan, her verður bara tikið hædd fyri og arbeitt við innihaldi fyri at skapa eitt dygdargott úrslit.

Hvat er ein ritstjóri?

Hon lesur og metir um innsend handrit, hevur samband við rithøvundar, týðarar, myndprýðarar, umframt at hon fylgir við á útlendska marknaðinum fyri at finna góðar bøkur at týða. Fakliga støði hevur ein ritstjóri mangan av at hava lisið bókmentir og mál.


Eg havi verið ritstjóri í skjótt 10 ár, havi lisið norðurlendskar bókmentir og mál. So við og við havi eg savnað mær saman eina nokkso stóra fakliga barlast og havi lært meg nokkso nógv um menniskju, og hvussu tú skalt fara við fólki, hvørs hjartablóð liggur í skrivaða orðinum. Ritstjórar á mínum arbeiðsplássi halda seg alla tíðina a jour við at lesa fakligar bókmentir og við at taka lut í ráðstevnum um bókmentir. Tað er sera týðandi fyri ikki at stagnera í arbeiðinum.

At vera ritstjóri handlar í stóran mun um at hava virðing fyri skapandi fólki, og tí tey skapa, umframt at hava holla vitan um bókmentir og skriving. Uppgávan hjá einum ritstjóra er at vegleiða rithøvundan og at grundgeva fyri, hví hann/hon heldur, at okkurt eigur at broytast.

Arbeiðsgongd

Tá ið eitt handrit kemur inn til Bókadeildina verður tað fyrst lisið av einari bókmentaligari nevnd. Bókmentaliga nevndin er sett í samráð við Føroya Lærarafelag, og har sita aloftast skúlabókavørðar. Tað er eisini fyri at tryggja, at vit hava fólk aftrat okkum, sum so at siga hava fingurin á pulsinum. Fólk, sum dagliga ferðast millum børn og síggja, hvat tað er, sum tey lesa, og hvat tað er, sum hugtekur, ella hvat tað er fyri lesitilfar, sum tey mangla á føroyskum.

Tá ið handritið er sloppið ígjøgnum nálareygað, fær ein ritstjóri tað at lesa og viðgera. Ritstjórin hevur síðan ábyrgd av handritininum og øllum samskifti við rithøvundan. So arbeiðsgongdin hereftir verður eitt slag av aftur og fram samskifti, líka til mett verður, at nú er komið á mál, og handritið er klárt at koma út í bók, og sáttmáli er skrivaður við rithøvunda og evt. myndprýðara. Har handritini ikki verða góðtikin, fær rithøvundurin eina grundgeving fyri, hví so er. Eg skal seinni koma nærri inn á sjálva arbeiðsgongdina hjá einum ritstjóra.

Rithøvundurin

Tað er sera týðandi at gera sær greitt, at tað er rithøvundurin, sum eigur bókina og ikki eg sum ritstjóri. Hvør einstakur rithøvundur hevur sín egnu frásøgurødd, tað vita vit, sum lesa, væl. Tað er stórur munur á at lesa Oddvør Johansen og Marjun Syderbø Kjelnæs td ella Rakel Helmsdal. Ein góður rithøvundur ger seg ikki inn á frásøgurøddina hjá rithøvundanum. Frásøgurøddin hjá rithøvundanum er ein kombinatión av, hvussu hann/hon skipar frásøguna, altso gongdina í frásøguni, og hvørji orð hann/hon brúkar til at siga frá. Tá ið ritstjórin skal viðgera og koma við viðmerkingum at bøta um ella broyta, so má hann lata sítt egna ego liggja heima við hús og bara hugsa um frásøguhátt, og hvussu rithøvundurin á besta hátt fær tað fram hann/hon ætlar at fortelja.Tað vil ikki siga tað sama sum, at tað ikki ber til at koma við broytingum, tí tað ber væl til, tað skal bara hóska til júst hetta frásøguevnið og henda rithøvundan.

Allarflestu ferðirnar, tá ið arbeitt verður saman við rithøvundanum um eina bók, so verður komið fram til eina niðurstøðu í sátt og semju, og tað er helst tí, at rithøvundurin følir, at ritstjórin hevur virðing fyri honum, og at ritstjórin kanska kann geva bókini nakað afturat, av tí at hann hevur størri frástøðu til søguna enn rithøvundurin, og eg tori at siga eisini hevur eina fakliga vitan, sum rithøvundurin kann brúka til okkurt.

Myndprýðarin

Ein annar táttur í ritstjórn er samskiftið við myndprýðara. Tá ið rithøvundur og myndprýðari eru ein og tann sami, so er tað mest handritið, ritstjórin leggur dent á at ritstjórna, og tú kemur ikki so øgiliga nógv inn á sjálvar myndirnar. Men treyðugt so – viðhvørt hevur ritstjórin onkra smávegis viðmerking til onkra mynd. Hetta kemst helst av, at tá ið rithøvundur og myndprýðari er tann sami so er produktið, viðkomandi kemur við, longu nokkso fullfíggjað – serliga hvat viðvíkur myndum, tí mangan er tað har, styrkin serliga liggur. Her hugsi eg um myndprýðarar sum Edward Fuglø, Bárður Oskarsson og Janus á Húsagarði td.

Øðrvísi er, tá ið tað snýr seg um ein rithøvund og ein annan myndprýðara. Har má ritstjórin samskipa tað, sum fer fram millum tekst og myndir. Tað verður gjørt av í samráð við rithøvundan, hvussu nógvar myndir skulu vera við í bókini, síðan verður myndprýðari valdur, og tað verður eisini altíð gjørt í samráð við rithøvund, tí rithøvundanum má dáma tekniháttin, sum skal brúkast til bókina.

Myndprýðarin fær so at vita, at hann/hon skal gera uppskot ella skitsur til myndir, og so verða tær viðgjørdar, og ritstjórin meldar aftur til myndprýðaran, sum so fer undir at myndprýða av álvara við støði í handritinum. Uppgávan hjá ritstjóranum er tá at meta um, hvørt myndirnar leggja nakað afturat tekstinum, um kannska okkurt er skeivt endurgivið, bara tað td at myndprýðarin kann hava gjørt gentuna myrkhærda, og at hon er ljóshærd í handritinum, má ein ritstjóri leggja til merkis, tí annars er galið vorðið.

Týðarin

Ein stórur partur av arbeiðinum hjá einum ritstjóra, í hvussu er á Bókadeildini, er at rættlesa og hava málsligar viðgerir av týðingum. Týðingar verða rættlisnar í minsta lagi tvær ferðir onkuntíð meira. Tað veldst í stóran mun um, hvussu væl týðingin er frágingin. Týðarar hava eisini sína egnu rødd, men teir mugu fyrst og fremst leggja seg eftir:

1) At fáa røddina hjá rithøvundanum fram á føroyskum
2) At endurgeva týðingina rætt, men á natúrligum føroyskum
3) At fáa sama stíl og rútmu fram, sum er í upprunaverkinum
4) At fáa málið at hóska til aldurin á lesaranum

Tvs. at týðarin er nokkso heftur av rithøvunda, málinum og barninum. Sama er ritstjórin, sum rættlesur, hann skal eisini taka dagar ímillum, um týðarin hevur megnað at týtt bókina soleiðis, at hon flýtur, sum hon skal á føroyskum máli.

Málið er næstan eldfimt at tosa um, serliga í hesum døgum, men rættlesarar ræðast ikki málið. Í Danmark kallar man ein spaka fyri ein spaka, har verður hetta arbeiðið kallað ”sprogvask”, og tað sigur eitt sindur um, hvør uppgávan hjá einum rættlesara er.

Mál er sjálvsagt ikki eitt statiskt fyribrigdi, bara fyri at nevna nøkur dømi, so er málið hjá einum 7 ára gomlum øðrvísi enn hjá einum 14 ára gomlum, málið í einari realistiskari søgu er øðrvísi enn málið í einum ævintýri, beinleiðis tala er øðrvísi enn frásøgurødd. Alt hetta skal týðari og seinni rættlesarin taka hædd fyri.
Ein sera kendur yrkisløstur, ella tað sum danir kalla erhvervsskade, er, at ein, sum rættlesur, eisini rættlesur í frítíðini, tá ein situr heima við hús og lesur eina góða bók. Og tað er onki stuttligt, skuldi eg heilsa og siga!

Ritstjórn

Hvat er tað so eg hyggi at í mínum arbeiði? Fyrst og fremst hyggi eg at, um søgan er góð, og eg hyggi at bókmentaligari dygd. Tvs, hevur rithøvundurin eina áhugaverda/øðrvísi rødd, og hevur hann/hon nakað upp á hjarta, tvs. er søgan viðkomandi ella original. Tað fyrsta eg geri, er at finna útav,

1) hvussu plottið er samanskrúvað. Altso hvussu søgugongdin hongur saman frá fyrstu til síðstu síðu

2) so skal eg hyggja at persónslýsingum, eru tær nóg djúpar og fjøltáttaðar, síggi eg persónin fyri mær, hóskar hann til hendingagongdina osfr. Her havi eg hug at siga, at tað ikki altíð er neyðugt at geva nágreiniligar lýsingar av útsjónd, fyri at persónurin skal gerast livandi. Amerikanski rithøvundurin Elmore Leonard segði einaferð: Lat vera við at gera ov neyvar persónslýsingar, og vísti til stuttsøguna Hills like White Elephants hjá Hemingway sum dømi, sum er um ein mann og eina kvinnu á einari tokstøð, har bara ein setningur gevur eina kropsliga lýsing av kvinnuni í søguni: She had taken her hat off and put it on the table. Kortini sært tú parið fyri tær av mátanum tey tosa saman, altso í dialoginum.

3) stílur, hvussu er skrivingarlagið, hvussu er søgan skipað

Hetta er tað fyrsta, sum eg geri, og afturmeldingin til rithøvdundan skal helst vera nokkso generel og ikki vera beinleiðis rættingar, tí tað er rithøvundurin, sum skal skriva søguna, ikki eg. Onkuntíð vil rithøvundurin hava meira nágreiniliga at vita, hvat eg meini við, og so fær hann tað at vita.

Mangan taki eg eitt prát við rithøvundan, har vit gjøgnumganga hndritið og osa breitt um tað. Tað er av alstórum týdningi at eg finni fram til tey góðu partarnar í bókini og vísi á, at mær dámar tað. Tað er ikki gott bara at vísa á veikleikarnar, tí so tekur tú dirvið frá fólki, men um tú sigur frá, at hetta er gott, so kanst tú samstundis siga, at eitt annað er minni gott og vísa á tey góðu dømini sum prógv fyri, at tað ber til at gera tað øðrvísi.

Síðan fær rithøvundurin viðmerkingarnar at hyggja at og fer í gongd við at umskriva. Tá eg so fái handritið aftur, fari eg enn djypri inn í tað og hyggi at skrivingarlagi og skipan aftur, samstundis sum eg hyggi at setningbygnaði, neyvleika, konsekvensi, tíðarraði, teknum og stavivillum. Ikki vist at eg geri alt hetta upp á eingang, tí handritið kann fara fleiri ferðir aftur og fram millum rithøvund og ritstjóra.

Tað, sum vit í felag mugu koma fram til, er, at søgugongdin skal halda, at søgan rakar lesaran, í mínum føri eitt barn ella ein ungan, stílurin skal haldast, skipanin má vera greið og persónslýsingarnar sannførandi.

Tann góði ritstjórin skal tí:

Vera ein góður lesari, nærlesari
Skal spyrja og lurta
Skal vera engagerað og lata seg engagera
Vera trúgv móti verkinum
Líta á sínar egnu royndir og sína intuitión
Lesa nógv
Hava innlivingarevni – bæði bókmentalig og menniskjalig
Seta seg sjálva afturum
Vera rúmlig og tolin
Og at tora!

Ikki vera bangin fyri, um okkurt brýtur frá øllum tí hampiliga rundan um okkum. Hetta kann hava serligan týdning beint nú, har sølutølini fyri barnabøkur um stórt sæð alla heim falla. Nakað, sum kann gera tað freistandi bara at geva tað trygga út og gloyma tað eksperimenterandi og tað, sum brýtur upp úr nýggjum.
Hava áhuga í rithøvundanum, eisini ímillum útgávurnar, tvs. fylgir við í bókmentaliga lívinum hjá rithøvundanum, ger upplýsandi tilfar um rithøvundan og bøkurnar, bæði til føroyska marknaðin og útlendska marknaðin. Her kann eg reypa eitt sindur og siga, at okkara bøkur fyribils eru týddar til franskt, íslendskt, danskt, sámiskt, norskt, týskt og enskt.

Bókadeildin hevur eina heimasíðu, har tú kanst fáa alt ímillum himmal og jørð at vita um okkara rithøvundar, bæði á føroyskum og enskum, harumframt er ein facebooksíða við yvir 800 fjepparum, sum eg fóðri við tíðindum alla tíðina.

Hetta ljóðar næstan yvirmenniskjaligt, men hetta er so í øllum førum tað, ein má stremba eftir av virðing fyri skrivaða orðinum og í strembanini eftir at geva fólki góðar lesiupplivingar.