Væl gøddu jólagæsnar skoða seinastu sólstrálurnar henda undurfagra sunnudag millum Boðanesheimið og Súpanarvík yviri við Strond. Onkrar gæs fara gjøgnum hegnið og út á vegin, so sunnudagsklæddir fótgangar mugu ansa sær, ikki at traðka í ein nýlagdan gásalort og bilførarar ikki koyra á burturlovaða jóladøgurðan.
Á tyrlupallinum hava tey skift slitna og litfarna vindposan um við ein nýggjan, sum visir vind og ætt, tá tyrlan kemur og fer.
Niðri á støðni í gomlu Hoyvíkini eru havsvimjarar farnir heim, og í teirra stað er komið eitt upptøkulið, sum undir leiðslu av Jóannesi Lamhauge ger ein stuttfilm til filmskvøldið í Norðurlandahúsinum 11. desember, tá Geytin 2013 og Áskoðaravirðisløn Tórshavnar Býráðs verða handaðar. Hóast sólin setur, so blómar kreativiteturin.