Í dag kunngjørdi Norðurlandaráðið á árligu barnabókamessuni í italska býnum, Bologna, hvør er sloppin við í endaumfarið í kappingini um barna- og ungdómsvirðirslønina , sum fyri aðru ferð verður latin í ár. Nú eru tilsamans fimm norðurlendskar virðislønir. Millum tey trettan, tvey úr hvørjum Norðurlandi, og eitt úr hvørjum av teim sjálvstýrandi økjunum, sum vit territorialføroyingar kallast í norrønum samstarvi, er okkara egni Bárður Oskarsson við barnabókini Flata kaninin , sum kom út í 2011. Inger Smærup Sørensen peikar á yndismyndina á stóru framsýningini Yvir Borð , sum hon kurateraði í mai í fjør, har fleiri enn 60 verk hjá Bárði vórðu sýnd fram í Stephanssonshúsi. Ein framúr framsýning, eins og aðrar frá hennara hond í somu hølum og aðrastaðni við. Umframt barnabókina hjá Bárði, er Tóroddur Poulsen í uppskoti at fáa norðurlendsku vaksnamannabókavirðislønina fyri yrkingasavnið Fjalir , sum forlagið í Støplum gav út í fjør, og Inger Smærup Sørensen hevur umsett ti