Skip to main content

Almennur stuðul til film


Nú breddar fyri føroyskari filmsgerð. Fyri fyrstu ferð ber til at fáa almennan stuðul, 500.000 kr um árið, til at gera film. Tað boðar heimasíðan hjá Mentamálaráðnum frá. Omanfyri og niðanfyri er Bjørn Kalsø, landstýrismaður við mentamálum, avmyndaður. Fyrst á norðurlendskari messu og síðani í Norðurlandahúsinum, har hann tosar við Linde Frölich frá Nordische Filmtage í Lübeck um føroyskan film.


Fyrr hevur Norðurlandahúsið latið 200.000 kr um árið til føroyskan film. Úrslitini, sum m.a. hava verið sýnd fram á Geytakvøldunum í Norðurlandahúsinum 11. desember seinastu tvey árini, hava verið avbera góð. Stuðulsskipanin hjá Norðurlandahúsinum endar nú trý ár eru farin.


Umframt Norðurlandahúsið hevur Tórshavnar kommuna eisini stuðlað filmsgerð í Klippfisk. Her sæst Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, tá Klippfisk legði fram eitt álit um filmsvinnupolitikk í Norðurlandahúsinum 24. juni 2013.


Sama dag handaði nevndin í Klippfiski landstýrismanninum við vinnumálum, Johan Dahl, eitt álit um Filmsvinnupolitkk. - Tað verður ikki lagt í skuffuna, segði hann við BirkBlog henda dag.


Nú filmur fyri fyrstu ferð er sloppin á fíggjarlógina, nevnir Mentamálaráðið hesi sløg av filmum, sum kunnu fáa stuðul:
  • stuttfilmur
  • novellufilmur
  • spælifilmur
  • dokumentarfilmur
  • sjónvarpsfilmur
  • listarfilmur
  • annað slag av filmi
Tað er fyrstu ferð, at játtan er sett av á løgtingsfíggjarlógini til film. Stuðulin verður játtaður til einstaklingar, bólkar ella feløg, sigur Mentamálaráðið, sum eisini ger vart við, at stuðulin kann veitast til ymsar tættir innan filmsgerð. Hesir tættir kunnu vera:

  • søgu- og hugskotsmenning 
  • undanframleiðsla 
  • framleiðsla 
  • eftirframleiðsla 
  • útbreiðsla

Sami møguleiki fyri stuðli í ymsum stigum, alt eftir hvussu langt filmsframleiðslan er komin, sæst aftur í øllum okkara grannalondum, har tey hava serstakar filmsgrunnar, ið annan vegin tryggja fakliga støðið og hinvegin tryggja armslongdarprinsippið, so stuðulsveitarin ikki eru tey somu, ið síggjast aftur á avrikslistanum, tá filmurin endar.


Freistin at søkja filmsstuðul er úti longu 2. mai 2014. Mentamálaráðið tilskilar sær rætt til ikki at luta alla játtanina út í hesum umfari. Um so er, verður eitt umsóknarumfar lýst seinni í ár, verður sagt í tíðindunum. Allar umsóknir eiga at verða skrivaðar á serstakt umsóknarblað.