Føroyska tónleikatiltakið FMA er farið afturum bak. Eg hoyrdi bara endan á konsertini, tí eg hevði ikki gáað um dygdina í hesum ambitiøsa tiltaki meðan tað varð stroymað á telduni, og hevði ikki givið mær far um at lurta í Útvarpinum. Men hesin sami endin, har Hanus G. Johansen sang saman við Cantabile, var frálíkur, ja í ørsmáum løtum eisini rútmiskt stuttligur, ið passaði sum fótur í hosu eitt leygarkvøld.
Tónleik gera vit saman. Og av persónligum yvirskoti, sum gamaní kann hava nógv andlit.
Lukkutíð ber nú til at lurta eftir allari FMA útvarpsendingini, men næstu ferð eigur Sjónvarpið at senda beint inn í hvørja stovu, heldur enn í telduna, sum enn ikki hevur fingið heiðursplássið í stovuni eitt føroyskt leygarkvøld.
Tá Prix Føroyar og aðrar góðar kappingar hava verið, hava tónlistaligir besserwissers altíð sagt forhánisligani, at tónleikur er ikki sum fótbóltur. Her ber ikki til at kappast.
Sama uppáhald gjørdi seg eisini galdandi, tá einstaklingar vildu lyfta ólavsøkukonsertina upp á eitt hægri støði, so tónleikarar sjálvir kundu føra seg fram sum sjálvsagdur maktfaktorur í mentanarliga landslagnum. Hetta var jú árliga konsertin hjá tónleikarum sjálvum. Men nei, heldur ikki her eydnaðist at skapa fokus, hvussu gjarna hesir fáu einstaklingar vildu blása futt í tónleikin.
Men lat okkum steðga eina løtu við sjálvt kappingarmomentið í tónleiki.
Aldri á ævini havi eg sæð so beinharða kapping í heimligum tónleiki sum hóskvøldið, tá Sjónvarpið vísti okkum Stella Polaris kappingina. Sendingin vísti okkum beint fram, at hetta slag av tónleiki er einki annað enn kapping. Her var ikki skuggin av rútmiskum samanspælið og teirri gleði, sum eg persónliga knýti afturat øllum tónleiki. Stakkals vónríku næmingar, ið vórðu lyftir fram og síðani vrakaðir.
Men soleiðis er tað. Øll listalig avrik eru ein kapping um at sleppa í bestu skálar, hóast besserwissers altíð hava sagt okkum, at tónleikurin er av tí guddámligu materiu, sum ikki ber til at kappast um.
Gott at vit eru sloppin fram við hasum pástandi. Slíkar útsagnir hava einki við tónleik at gera og eru bara skinklandi taburettir undir einum innantómum maktspæli, har summi vilja tekkjast øðrum á ein heilt serligan hátt. Og ikki minst at halda onnur burtur við heitum sum, at hetta er seriøst, meðan annað er rútmiskt. Hallo! Hvør tónleikur kallar seg sjálvan óseriøsan og hvør tónleikur vil vera órútmiskur? Útsøgnin er tað bera gykl og hevur einki við tónleik at gera.
Tí tónleik gera vit saman. Av gleði og persónligum yvirskoti, ið hevur margfeld andlit. Júst so sum FMA eftir ongari tíð eydnaðist at gera. Við at knýta saman tað óvæntaða og byggja ný- og vælskaptar brýr, hava tit vunnið á latenta tónlistarliga sundurlyndinum, sum enn savnast í hvør sínari innibyrgdu meinigheit. Tað er okkara tónleikur alt ov góður til.
Framhaldandi góða eydnu at byggja tónlistaligar brýr í heimsins sterkasta tónleikalandi, FMA!