Skip to main content

Vit eru best!


Mikukvøldið 26. mars kl 19:30 sýnir filmsfelagið KLIPP nýggja svenska ungdomsfilmin Vit eru best (Lukas Moodysson 2013, 109 min). Um 10 ungdómar millum 12 og 18 ár keypa atgongumerki saman, er prísurin bert 50 krónur fyri hvønn. Í Svøríki verður Vit eru best sýndur uttan aldursmark. Søgan fer fram í árunum, tá punktónleikur er uppá tað hægsta. Tvær vinkonur gera eitt punkorkestur, men mugu fáa eina gentu úr skúlaflokkinum, Liv LeMoyne, sum gongur nógv á møti í lokalu fríkirkjuni, at læra seg at syngja. Hon sæst longst til vinstru á myndini. Hetta samspæl millum revolterandi punk og stillføran átrúnað, ger ungdómsfilmin serliga spennandi, ikki minst tá nomið verður við happing. Lukas Moodysson dugir. Tað vísir KLIPP í annaðkvøld í Norðurlandahúsinum og í Løkshøll hóskvøldið!


12 ára gamla Mira Grosin er annar høvuðsleikarin í Vit eru best. Hon tók ímóti virðislønini og læs eina takkartalu frá leikstjóranum, tá filmurin vann baltisku virðislønina á filmstevnu í Lübeck fyri jól. Leikstjórin, Lukas Moodysson (f.1969), gjørdi í 2002 filmin Lilja 4-ever, ið varð upptikin í Estlandi og Svøríki.


Hin høvuðsleikarin í filminum Vi är best er 14 ára gamla Mira Barkhammar, sum sæst omanfyri. Søgan byggir á framhaldssøgu hjá Coco Moodysson, sum er kona leikstjóran, Lukas. Baltiska dómsnevndin segði soleiðis um filmin á enskum: "A movie that made us learn that sometimes the best acting is not acting at all. A film that manages to capture pure rebellious spirit and reminds us that in spite of many hard times, punk is still not dead. You are the Best!"