Gongur tú eftir Vaglinum hjá Heðini, framvið kioskini hjá Astu og undir Løgtingshúsinum hjá Páll og teimum, so skalt tú skora teg at sleppa framvið parlamentinum í dag. Orsøkin er at handverkarar arbeiða mitt í summarbýnum. Hvat annað skuldu handans fólk gjørt, uttan at arbeitt, kundi tú spurt. Jú, orsøkin til at eg spyrji, er at finna longur niðri á gomlu Perlugrundini og heilt úti við Sandá. Har hava onnur enn arbeiðarin tikið sær heiðurin fyri útint arbeiði. Í so máta var Rólant herligur í Útvarpssendingini í morgun. Hann helt fyri, at nú vóru fyrstu valplakatirnar til Býráðsvalið í november at síggja, serliga í uppihaldstrappuni á Perlugrundini. Ætlaði at avmynda talvuna, men hon var ikki at finna, bara hon við Sandá. Har møtti eg Sólbjørg Zachariassen, sum royndi nýggju brúnna, og kundi siga frá um allar hinar brúgvarnar um Sandá. Eftir onkrari hevði hon í gomlum døgum gingið romantiskar túrar, segði hon og peikaði omaneftir. Standandi á brúnni má eg sanna, at einki e