Skip to main content

Bestu og vánaligastu filmar í Cannes


Screen Daily hevur kunngjørt, hvussu teir tjúgu filmarnir í høvuðskappingini í Cannes hava verið ummældir í innanhýsis dómsnevndini á blaðnum. Besta ummæli fekk týski filmurin Toni Erdmann hjá 39 ára gomlu Maren Ade, sum vann altjóða ummælaravirðislønina. Ovarlaga lá eisini filmurin hjá Jim Jarmush Paterson. Vinnarin, I, Daniel Blake, fekk ikki besta viðmæli. Í einum føri geva teir báðir ummælararnir hjá fronsku avísini Libération ein svartan kross, sum bara er bad og einki stig yvirhøvur. Ringasta skoðsmál fekk The Last Face hjá Sean Penn, og danski Nicolas Winding Refn var nærum eins illa dámdur við filminum Neon Demon, sum í vøkrum myndum lýsir kvinnur í mótaverðini.