Skip to main content

Stríðið um pengar og spælistøð


So eru aftur yvirskriftir um at ítróttini tørvar pengar. Nógvar pengar. Tað eru so nógv sersambond við so nógvum ferðaætlanum, at fleiri pengar mugu til. Tað er tað. Og rokningin fer til Mentamálaráðið skilst á hesum tíðindastubba í Sosialinum.

Einki er at ivast í, at ítróttin ger eitt gott arbeiði fyri føroysku fólkaheilsuna. Kanska so gott sum eingin annar.

Tí kundu vit hildið fram og staðfest, at umframt fleiri pengar, er eisini tørvur á fleiri spælistøðum, fleiri áskoðaraskýlum, fleiri parkeringsplássum, fleiri gøtum og trappum, fleiri umsjónarfólkum, fleiri ljóssteyrum, fleiri atgongumerkjaseljarum, fleiri venjarum og fleiri feløgum, sum vilja selja atgongumerki ein góðan sunnudag kring alt landið.

Men tá vit hava talt alt saman, kunnu vit eisini spyrja, um ikki onnur spælistøð eisini skuldu sloppi uppí part. Spælistøð, sum sleppa at veita landsins kommunalu borgarum sama tænastustøði, bara teir vilja spæla á staðnum, borgararnir.

Siga vit, at ítróttin ikki fær nokk pengar úr Mentamálaráðnum, kommunalu mentakassunum og privatu lummunum, ið ditta sær at koma inn um spælimark, so eru onnur, ið als einki fáa av somu skattapengum.

Tí er hetta í nógv størri mun ein spurningur um ein býtislykil, sum røkkur langt út um landsins kommunala ítróttaheim.

Ein býtislykil sum úr Mentamálaráðnum, kommunalum mentakassum og rættinum til at krevja inn atgongumerki til líkt og ólíkt, eisini skal fevna um onnur spælistøð enn tey, sum ætla sær at liva av at sparka og handfara bólt. Og kanska skapa meirvirði um alt landið, og tí binda seg til at rinda meirvirðisgjald eisini.

Fyrstu ferð eg upplivdi henda ótamda landsrætt at krevja tenninar úr fólk bara fyri ítrótt, var fyrstu ferð eg koyrdi norður eftir oyggj og akkurát hevði fingið koyrikort. Tá varð eg steðgaður í Hósvík og kundi ikki koyra norður til Eiðis fyrr enn eg hevði rindað fyri kappróður, ella bíðaði til róðurin var liðugur. Somu boð fingu allir hinir bilarnir á landsvegnum gjøgnum Hósvík. Somu uppliving hevði eg nøkur ár seinni í Runavík. Har bar ikki til at koyra gjøgnum nakran veg meðan kappróður var uttan at rinda eitt okursgjald. Vónandi er støðan ikki soleiðis enn. At ítróttin hevur alt valdið og bara kann krevja, fyrst úr almennu skattkistuni, vit sjálvi hava goldið í, og síðani taka úr privatu lummunum.

Her má ein samhaldsfastari býtislykil til. Ella ein nýggj áseting, hvat ítrótt er. Øll spælistøð skulu hava pengar. Eisini tey við einum næmingi og einum fullløntum lærara.