Gongur tú eftir Vaglinum hjá Heðini, framvið kioskini hjá Astu og undir Løgtingshúsinum hjá Páll og teimum, so skalt tú skora teg at sleppa framvið parlamentinum í dag. Orsøkin er at handverkarar arbeiða mitt í summarbýnum. Hvat annað skuldu handans fólk gjørt, uttan at arbeitt, kundi tú spurt. Jú, orsøkin til at eg spyrji, er at finna longur niðri á gomlu Perlugrundini og heilt úti við Sandá. Har hava onnur enn arbeiðarin tikið sær heiðurin fyri útint arbeiði.
Í so máta var Rólant herligur í Útvarpssendingini í morgun. Hann helt fyri, at nú vóru fyrstu valplakatirnar til Býráðsvalið í november at síggja, serliga í uppihaldstrappuni á Perlugrundini. Ætlaði at avmynda talvuna, men hon var ikki at finna, bara hon við Sandá. Har møtti eg Sólbjørg Zachariassen, sum royndi nýggju brúnna, og kundi siga frá um allar hinar brúgvarnar um Sandá. Eftir onkrari hevði hon í gomlum døgum gingið romantiskar túrar, segði hon og peikaði omaneftir.
Standandi á brúnni má eg sanna, at einki er sum nýggir vinklar. At síggja tað kenda úr óvæntaðum sjónarhorni, ella øvugt, at síggja tað nýggja úr gomlum sjónarhorni. Sum til dømis útsiktina úr næstu grannahúsum við nývaskaðum kovboybuksum á snórinum fremst fyri undir brúnni.
Meðan eg hyggi upp á nýggju brutalu konstruktiónina, komi eg í tankar um ein gamlan skúlabókatekst hjá Bertolt Brecht í donsku lesubókunum til framhaldsdeild fyrr í tíðini, og gerist alt meir sannførdur um, at nettupp handans verkarar í Havn munnu hava tikið hana, avriksplátuna heima á uppihaldstrappuni. Tað var hon, avrikstalvan, ið segði havnarfólki, hvør hevði bygt trappuna í tí harrans valári 2016.
Fragen eines lesenden Arbeiters er upprunateksturin hjá Bertolt Brecht, sum flestu munnu kenna sum týska exilgestin hjá Reyða í donsku sjónvarpsrøðini Matador. Fyri kríggið búði Brecht í Svendborg og skrivaði millum annað henda sama tekstin, har hann spyr, hvør bygdi heimsins stórverk. Um tað bara vóru kongar og keisarar, og eingir arbeiðarar, so sum søgubøkurnar siga. Hóast avrikstalvan á upphaldstrappuni ikki sæst longur, so sæst danski teksturin hjá Brecht, sum leingi var pensum í donsku, beint her. Aftur við lestrinum fari eg at njóta sýnið yvir Havnina í liggjandi góðveðri, nú tað stundar til ársins sætta mánað, førðingardagsmánaðin juni, tá mann eldist eitt ár meir enn í fjør. Soleiðis fer tíðin við øllum.