Bob Dylandagur er í øllum landinum, við almennum fyrilestrum og innsløgum í Útvarpinum. Sólin skínur og morguntíðindi eru um Spotify. Orsøkin man vera, at sangarin, sum í nógv størri mun er yrkjari, tí røddin nyttar einki, hann fyllir fimmhálvfjerðs.
Fór aftur at leita, hvør var hin besta Bob Dylanplátan. Um nøkur broyting var síðan síðst. Nei, tað er hin sama góða frá 67 um John Wesley Harding, sum var vinur teirra fátæku, um augustinska dreymin og allar Bíbliumyndirnar, soleiðis Down along the cove.
- It’s his most ominous album, sigur tíðarritið Rolling Stone í einum lista, har fimmhundrað plátur verða lagdar á plátuspælaran. Listin er frá 2012, tá dagsins pláta ikki rækk hægri enn eitt 303. pláss, sum er tvey stig lægri enn í 2003, tá sami listi varð gjørdur á redaktiónini hjá Rolling Stone.
Ominous, kanska er tað so. Ein deiliga ófrættakend pláta. Ja, ófrættadapur, sum bara versnar við árunum. Tað er tað góða við ordiligum plátum.
Góðan Bob Dylandag!