Sjálvstøðug føroysk umboðan í Norðurlandaráðnum hevur verið á breddanum alt tað eg minnist. Men aldri hevur nakar løgtingslimur og føroyskt umboð í tveymannasendinevndini verið so greið sum Ruth Vang: - Vi opfatter ikke os selv som et selvstyrende område. Vi er et folk, en nation. Jeg ved ikke hvad vi skal i Nordisk Råd hvis dette er rådets syn på Færøerne, sigur hon. Hóast vit eisini eru sloppin at møta og tosa í Ráðharraráðnum, er almenna norðurlendska samstarvið komið á eitt vegamót. Floksfelagin hjá Ruth Vang á tingi, Hanna Jensen, sum eisini er forkvinna í Mentanarnevndini, sigur, at einki Norðurland er so norðurlendskt sum Føroyar. - Vit liggja á mangan hátt mitt í Norðanlondum, mentanarliga og málsliga. Og júst mentan, søga og mál eru sterkastu orsøkirnar til samstarvið, sigur Hanna á Facebook, og leggur afturat, at vit hava aðrar grannar og aðrar samstarvspartar, sum vit kundu gjørt nógv meira saman við. Hóast hesar møguleikar, hava Norðanlond verið fyrsti umheimur Før