Nú jólini nærkast og mentanin og serliga kulturelitan aftur skal taka til sín, kemur enn einaferð kravið um ummæli, hetta mest óinteressanta, og fremst av øllum nalvapilkandi, slag av skrift, og kann henda lesnaði, tá eg hendingaferð tími. Eitt kjak, sum átti at verið óneyðugt, tí tað fyri størsta partin burdi verði avgreitt og lokið innan framleidda vøran kom á heimliga mentamarknaðin. Tá kundi av røttum verið hjúklað um høvundan, ið er kjarnin í skriftini, sum føddist í føðingini og síðan kom á prent og varð sett til sølu, okkum lesarum til frægd. Og sama á øllum øðrum mentapallum. Men nei, tað er beint øvugt. Fólk vilja hava ummæli fyrst og fremst. Ummæli, sum verða lønt fyri hvørja sending og normalsíðu. Húðflettandi ummæli. Tað skal menna upprunahøvundan, sum enn skrivar ónarmalsíður uttan løn og sosialar veitingar. Ikki eitt oyra tann vegin, alt skal hinvegin, tí tað er ummælarakravið frá ummælarastættini. Kom í tankar um hetta tá Grindin í Sjónvarpin kundi opinbera, at nú var eitt ummæli meir enn í fyrra Varðanum. Hvussu ber tað til, at ummæli hava fingið hetta ræði á bókmentum og øllum øðrum mentanarligum framsetingum? Er tað ikki ein nógv størri trupulleiki, at einasta mentasending í almenna sjónvarpinum bara er triðju hvørju viku, og tískil ikki kann hugsast at senda frá Bókadøgum, sum vera í Norðurlandahúsinum fyrsta dagin, fyri at nevna bara eitt praktiskt ýti? Hvussu kunnu vit byggja upp eitt mentanarligt, fyri ikki at siga listaligt, almenni, tá títtleikin í almannavarpinum er so lágur sum triðju hvørja viku? Nei, eg bara spyrji, nú ummæli aftur vórðu sett á breddan at skilja millum rangt og rætt.