Í gjárkvøldið sýndi Filmsfelagið nýggja amerikanska sangleikin La La Land í Havnar Bio. Hetta var fyrsta almenna sýning á okkara leiðum. Í Danmark verður hann sýndur í kvøld og í Noregi í annaðkvøld. Nógv fólk var møtt at síggja stórfilmin hjá unga leikstjóranum, Damien Chazelle (f.1985), ið gjørdi hugtakandi bigband filmin Whiplash í 2014, sum eisini varð vístur fyri fullum húsum, tá hann var frammi og øll tosaðu um hann. Júst hetta við at síggja film í felag í teirri løtu, tá filmurin er í zenith í altjóða pressuni, og øll tosa um hann, er besta biografuppliving, eg kann hugsa mær. Tá vísur filmur sína íbygda styrki sum miðil og listagrein. Ein savnandi faktorur, sum eingin onnur listagrein. Jú, kanska sum fótbóltur. Tað eru fólk, ið siga, at tey kunnu uppliva somu kenslu, tá nógv eru møtt og teirra lið vinnur. Tá er ein evforisk vælvera, sum ikki bara er góð, men eisini falsleyst vøkur. Tað er filmur í felag. Seint sunnkvøldið kunnu vit fylgja við, hvussu Oscarvirðislønirn