Afturvið Útvarpsins Also kom tann spurningur til mín, hvussu fólk mundu hava livað, tá hvørki internet ella twitter vóru til? Hvønn leygarmorgun svara heimlandsføroyingar spurningum frá øðrum heimlandsføroyingum, og tað gongst so sum so. Men nývaldi amerikanski forsetin, hin 45. í røðini, Donald Trump, burdi sitið í panelinum. Hann hevur ikki bara uppskot um reflekterandi svar, men svarið uppá tað mesta, ja kanska alt. Hann er fyrsti amerikanski forsetin at brúka twitter at tvitra, sum rímar so deiliga væl uppá at lifra, fyri og við fólkinum. Beinleiðis, tí pressan og pressutalsfólk eru øll av tí ónda. Tí skulu tey by-passast í Trumplandi, sum vit til gerandis gera við okkara ringastu fíggindar, by-passa teir. Tað ger forsetin, tí pressan er í hansara hugaheimi í besta føri púra óneyðug, í ringasta føri ein fíggindalygnari, sum bara skapar fake news. To the limit, no fakin´.
Tvitturin omanfyri var hann, ið fekk meg at ressast í morgun og blaða í gomlu søgubókunum. Amerikanska tvitranin verður útint í teirri sannkenning, at aftanfyri forsetan standa milliónir av veljarum, akkurát sum í okkara heimsparti fyrr í fyrndini. Hann er teirra umboð, fólksins maður, Trump. Søga er nú eitt gott fak.