Í gjárkvøldið sýndi Filmsfelagið nýggja amerikanska sangleikin La La Land í Havnar Bio. Hetta var fyrsta almenna sýning á okkara leiðum. Í Danmark verður hann sýndur í kvøld og í Noregi í annaðkvøld. Nógv fólk var møtt at síggja stórfilmin hjá unga leikstjóranum, Damien Chazelle (f.1985), ið gjørdi hugtakandi bigband filmin Whiplash í 2014, sum eisini varð vístur fyri fullum húsum, tá hann var frammi og øll tosaðu um hann. Júst hetta við at síggja film í felag í teirri løtu, tá filmurin er í zenith í altjóða pressuni, og øll tosa um hann, er besta biografuppliving, eg kann hugsa mær. Tá vísur filmur sína íbygda styrki sum miðil og listagrein. Ein savnandi faktorur, sum eingin onnur listagrein. Jú, kanska sum fótbóltur. Tað eru fólk, ið siga, at tey kunnu uppliva somu kenslu, tá nógv eru møtt og teirra lið vinnur. Tá er ein evforisk vælvera, sum ikki bara er góð, men eisini falsleyst vøkur. Tað er filmur í felag.
Seint sunnkvøldið kunnu vit fylgja við, hvussu Oscarvirðislønirnar falla. Onkur fer heilt vist til La La Land. Men neyvan fjúrtan. Skal eg gita, verður tað í hvussu er fyri upprunatónleikin hjá Justin Hurwitz, klaverið í Mia & Sebastian's Theme er framúr til hesa ungdómssøgu; fyri besta sang, City of Stars, sum vendir aftur til gomlu sangleikirnar á filmi; fyri bestu búnar, har serliga guli liturin er gjøgnumført góður; og fyri besta kvinnuliga høvuðsleiklutin hjá Emmu Stone, sum bara er hin rætta til hesa søgu millum bygd og bý, ungdóm og vaksamannalív, proff og amatør. Tað er Ryan Gosling eisini, men hann er so fittur drongur, at eg heldur vil siggja hann sum dreparin í Drive (2011) hjá Nicolas Winding Refn.
Samanlagt vekir La La Land hugin at síggja Baz Luhrmann og gamlan film, ikki bara amerikanskan. Ein gimsteinur í gamla Havnar Bio við bláu klokkuni var bretski sangleikurin Half a Sixpence (1967) við Tommy Steele, sum hevur sungið í høvdinum, síðan eg sá nýggja amerikanska The Book of Mormon í London í januar. Sangleikur á filmi er alt annað enn ein deyð sjangra. Ivast tú, so skalt tú síggja La La Land. Í meðan spæli eg orginala ljóðsporið á Spotify. Tað er praktfult, tað er mitt í Havn, tað er her, tað er nú. Akkurát sum á filmi.